Nývaldi forsetin hinumegin Atlantshav verður stuttligari og stuttligari. Nú sigur hann í einum tvitri, at tá hann í eini talu í Florida fríggjakvøldið nevndi Svøríki, var tað Fox News, hann meinti við. Tað var púra fake. Nú skrivar svenska avísin Dagens Nyheter, at eisini henda søgan er fake. Síðan eg fyrstu ferð sá Trump tala í mikrofon, varnaðist eg, at hann hevði einki handrit og helst ongan promtara at lesa úr heldur. Hetta er reina vøran, rein inspiratión frá einum nývaldum hjarta beint til fólkið. Og júst tað dámar fólki, siga valtølini. Trump dúvar uppá løtuna, fagnaðin og mest av øllum innlivingarevnini. Tað er ein sjáldsom gáva at hava, men spurningurin er, um trumpsligu innlivingarevnini fara at halda í fýra ár.