Hóskvøldið bar Dimma boð frá Oyggjatíðundum um hægstu lesitøl, sum nakar føroyskur miðil nakrantíð hevur talt. Vísitalið er 4.000.000. Fýra milliónir. Tað er sanleiksvitnið á Oyggjatíðindum, sum ikki nýtist próvdómara, ið ber tølini á øllum teimum fólkum, sum hava lisið starvslýsingar hjá Tórshavnar kommunu. Hinumegin próv- og PISA-gjónna sigur kommunan, at bara 1.200, tólvhundrað, hava klikt á starvslýsingarnar hjá høvuðsstaðarkommununi. Um tað eru tólvhundrað fólk, ella eitt fólk, sum hevur klikt tólvhundrað ferðir, verður ikki upplýst, tí tílíkt eftirlit er ikki í landinum, enn minni pappírsupplagið, so lýsarar uppá arkið vita, hvar best er at lýsa. Eitt er at vit einki eftirlit hava við numeromanum, tað eru tey, ið hóreiggja sær við stórum tølum, annað er, at mutar tú ímóti, tá rokningin fyri milliónaklikkini kemur, so kemur tú í bók. Ikki bara eina, men tvær, onnur á enskum og hin á føroyskum. Var hetta amerikanska interracial marriage bureau'ið, sum Útvarpið fortaldi um í morgun, so endaði tað í rættinum beinanvegin. Men ikki Oyggjatíðindi. Tað endur í Dimmu. Ein fær hug at grunda yvir hví. Tað kann so hetta vikuskiftið fara við. At grunda yvir, at vit veruliga hava brúk fyri PISA kanningum og eftirliti. Gott vikuskifti, allir lesarar.