Grein frá Námi í Luthersblaðnum, sum kom í hvørt hús í dag: Á undirvísingarportalinum Snar ger Nám temasíður til undirvísing, sum øll kunnu brúka uttan gjald. Evnini eru mong, men knýta seg altíð til verandi lærugreinar ella kravd undirvísingarevni, ofta í einum aktuellum ljósi. Her eru temasíður um at vit nú eru 50.000 fólk í landinum, um amerikanska forsetavalið og um at samkynd kunnu giftast. Temasíða um Luther Í sambandi við reformatiónina, sum tók seg upp fyri 500 árum síðan, hevur Fólkakirkjan og Mentamálaráðið heitt á Nám, at gera eina temasíðu til undirvísing um Luther. Eftir gott upplegg frá Una Næs, dómprósti, og Armgarð Weihe, fulltrúa, tók Nám á seg uppgávuna at gera eina temasíðu um Luther á undirvísingarportalinum Snar, og at týða og geva út eina upprunatýska teknirøð um Luther, sum vendir sær til konfirmantin og javnaldrandi skúlanæmingar. Snartoymið, sum eru Rói Joensen og Birgir Kruse, hava gjørt temasíðuna um Luther saman við Oliviu Weihe Hansen, sum er l