Skip to main content

Myndlist og matkynstur


Her havi eg avmyndað Sissal Kristiansen við vínskránni hjá KOKS. Skráin er í einum iPad húsa, sum Astri Luhin hevur málað og Busted Bricks á Sandi hevur smíðað.

- Tað er altíð stuttligt, tá hesar uppgávurnar koma frá Koks og matstovunum Heima í Havn, sigur Sissal, ið hevur SHISA BRAND.

- Kravið í hesum føri var, at úrslitið skuldi verða unikt, føroyskt, samsvarandi við samleikan hjá einstøku matstovuni, og skuldi stuðla upp undir, at gera upplivingina hjá matstovugestinum enn betri.

- Uppgávan við iPad húsanum var at gera eina verju, sum er vøkur, lekkur at halda í, praktisk og eksklusiv. Spælt varð við nógvum ymsum loysnum áðrenn avgerð varð tikin um júst hesa. Húsarnir eru gjørdir á Sandi í góðum samstarvi við Busted Bricks. Eskjan í sær sjálvum er vøkur, framleidd úr poppel træi, men hon skuldi dekorerast. Í samráð við Poul Andrias og Karin á KOKS komu vit ásamt um, at listin hjá Astri Luihn kundi riggað ómetaliga væl. Astri fangaði hugskotið, og varð peppað beinanvegin. Poul Andrias og Karin høvdu nøkur ynski um litir, og Astri valdi at gera tað so, at tað er ein rók, sum gongur ígjøgnum allar fýra húsarnar, so at setur tú teir saman, so sært tú eina stóra heild, sigur Sissal undir málningunum hjá Hansinu Iversen.


- Málninaglist verður ofta bert nýtt sum veggjaprýði, sum man ikki má nerta við, og tað er einki galið við tí sum so, men tað tiltalaði Astri nógv at fólk kundu sita við listini hjá henni í hondunum. At tey kunna nerta við myndina og veruliga kunna hyggja nær at henni.

- Mín uppgáva er ofta meira at taka mær av at hoyra, hvat tað er, tey veruliga ynskja og droyma um, finna framm loysnir, leggja meiri liðug hugskot framm fyri teimum, og síðan fáa uppgávuna praktiskt loysta, tá semja er um, hvør loysnin passar best til teirra. Soleiðis kunna tey brúka tíðina uppá tað, sum tey eru allar best til, samstundis sum tey hava fulla ávirkan á, at tey fáa tað tey ynsktu.

- Persónliga eri eg ógvuliga stolt av hesi loysn. Astri er eitt einastandandi listafólk, sum veruliga hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði við hesum fýra málningum. iPad húsarnar hevur ein vælgjørdur men lítillátin handverkari á Sandi gjørt, og Michelinmatstovan, ið vit øll kunna vera stolt av, hevur fingið eina loysn, sum er vøkur, estetiskt og serstøk. Tað er ein annarleiðis, og eisini sindur djørv loysn. Hon er eitt gott umboð fyri føroyska list og mentan, og samstundis lýsir hon serstakliga væl KOKS, við tað at hon fevnir um, ella innkorporerar, mong av virðunum hjá matstovuni, sigur Sissal Kristiansen.