Í dag varð kunngjørt laiv av Goldeneye-plantasjuni á Jamaika, har Ian Fleming uppfann James Bond, hvar upptøkur verða gjørdar og hvør skal spæla saman við Daniel Craig í næsta James Bond filmi, sum hevur arbeiðsheitið Bond 25 og verður frumsýndur 8. apríl næsta ár. Ikki tí, rætta talið av Bond filmum í biografi er 27, men Eon Productions, sum nú eigur rættin til vørumerkið James Bond, hevur ikki gjørt tveir av biograffilmunum, Casino Royale (1967) og Never Say Never Again (1983). Í 2004 kom eitt telduspæl við James Bond, sum kallaðist Everything or Nothing . Tað fekk tíðindafólk at kenna seg sannførd um, at duldarfulla heitið Eon stóð fyri Everything or Nothing. Og er nakar ímyndin av júst tí, so er tað James Bond og alt tað stás og tey gadgets, sum hann prýðir seg við, brúkar og blakar burtur, íroknað kvinnur. Serføroyska orðið stakkalastás, sum trupult er at flyta við røttu meining í onnur mál, er óloysiligani knýtt at James Bond, og ger hann í mínum eygum so