Samstundis sum filmurin Danmarks Sønner (Ulaa Salim) verður vístur við góðum ummælum í donskum biografum, ger Rasmus Paludan burtur av sær í almenna rúminum, tí hann vil sleppa á ting. Í nýggjum heimildarfilmi, Højrenationalist i børnehøjde, sum ríkisstovnurin Danmarks Radio hevur fingið gjørt og borið okkum, avdúkar einaráðandi høvuðspersónurin, at hann vil verða forsætisráðharri. Hondina á hjartað, onkuntíð gangi eg inn fyri sensuri. Til dømis í hesum føri, tí hvussu byrgja vit fyri at opinberir ørvitisfiskar sum hesin sleppa at øsa rótleysan ungdóm upp í varg, púra uttan aðra orsøk enn eitt høgt tal av talgildum eltibløðrum á YouTube? Gamaní skulu næmingar læra at verða kritiskir miðlabrúkarar og miðlaprodusentar, tað hevur altíð verið galdandi og er tað enn, men tað sum slær meg í hesum føri er, at Danmarks Radio er so áhugað í Paludan, at hann fær ein heilan tíma av einum sjálvforherligandi heimildarfilmi, og at ríkisløgreglan sæst ganga honum til handa sum siropshundar í einum og øllum inni og úti. Og so er hann í skottryggum vesti eisini, og hann hevur lokið eina høgt virda útbúgving og skrivar í dag advokatur á kjallarhurðina. Tí tað er har hann er, í kjallaranum. Í filminum er hann enn ikki komin til at brenna bøkur sum koranina og tað, ið øðrum er heilagt, bara fyri at hava nakað at traðka á og verða lagdur til merkis í heimsins meldri. Í Fólkatingstrappuni møtti eg einaferð Glistrup, sum hevði lisið saman við Demmusi Hentze. Hesin fyrri, Glistrup, minnur meg akkurát um Paludan, bara endurføddur í eini talgildari og ikki sørt sjálvsentreraðari mentan og tilveru. Eg haldi tað vera sjálvsagt at hesin persónur skorar høgt hjá leitandi ungum, tí hann er eftir øllum objektivt galdandi metingum eitt væleydnað úrslit av okkara skúlaða framburðssamfelag. Ein komandi politikari, sum er akkurát tað, vit hava uppiborðið, tí so nógv hava borið hann á lógvum. Her er úrslitið. At hesir samfelagsvarðveitandi stovnar, Danmarks Radio, ríkisløgreglan og akademiska útbúgvingarskipanin, hava gjørt hann til eina definitiva fyrimynd hjá rótleysum ungum á YouTube, er í mínum eygum nógv áhugaverdari og størri avbjóðing hjá dannandi samfelagnum enn teknikalitetir í Google-algoritmum í leitingum á netinum, sum onkur nú hevur funnið uppá at fortapa seg í. Gamla og sjálvsagda kravið at læra at skilja skitt frá kaneli hevur fingið nýggjar avbjóðingar av nýggjum dimensjónum, tá vit tosa um skúla, læring og dannilsi, nú vit síggja hvørji misfostur, ja misfostur, verða borin á lógvum gjøgnum allar samfelagsvarðveitandi skipanir og enn standa uppreist við løgregluni í rygginum. Men eg eri nógv spentari at síggja nýggja filmin Danmarks Sønner enn at hoyra úr almannamiðlunum, um Paludan megnar at stilla upp ella ikki.