- Nýggi snapsurin hevur ligið og lagrað í sjerri- og bourbontunnum í nakrar mánaðir, sigur Sophus E. Dal Christiansen, sum er marknaðar og søluleiðari hjá Føroya Bjór. Úrslitið av lagringini er gylt akvavitt og ein serstakur rundur smakkur við sjerri- og vaniljunotum, ein snapsur, sum er vælegnaður at njóta aftur við einari góðari máltíð, sigur hann í Mikkeller barrini í Bringsnagøtu í Havn afturvið smyrjibreyði við sild og hýsuflaki. Eisini eru aktuelt ølbryggj frá Føroya Bjór á borðinum, tað er várbryggj og páskabryggj. Sophus upplýsir, at umframt páskir, eru serligu sølutíðirnar hjá førandi bryggjarínum ólavsøkan og jólini, og at føroyingar eru raskir at keypa nýtt.
- Vit hava havt serligar smakkgómar til júst hetta endamálið, og etikettina hevur Annika Waag gjørt saman við donskum prentarum, sigur Sophus, og upplýsir, at seinni í ár eru trý ár liðin, síðan fyrstu føroysku whisky dropar vórðu tiknir, so kanska kemur fyrsta føroyska whisky frá Føroya Bjór á marknaðin í ár. Útlendingar hava longu spurt um til ber at fáa fyrstu batchini, og summarhálvuna hava vit fólk, sum burturav tekur sær av ferðafólki, sigur Sophus, meðan vitjandi tyrpast í túninum. Jú, ferðafólkaskeiðið er vissuliga longu byrjað, tað er, um tað nakrantíð endaði.
Sebastian Eriksen er úr Vestmanna, fangavørur hjá Kriminalforsorgini og nevndarlimur í Einmalt, sum er føroyskt áhugafelag fyri whisky. Í sambandi við hetta seinna er hann eisini smakk-ambassadørur hjá Føroya Bjór, og eg biði hann seta orð á smakknoturnar, nú vit hava smakkað Cask Akvavitt við smyrjibreyðsborðið í Mikkeller.
- Snapsurin liggur væl í munninum, tað er øgiliga góð javnvág ímillum vaniljusøtleikan úr bourbontunnunum og tær tyngru, turraru smakkinoturnar úr sjerritunnunum. Snapsurin er søtur og rundur, smakkar av vanilju, knústum piparkornum og blommu. Eitt lítið sindur av beiskleika er, ið førir tankarnar yvir á kervil. Hetta er ikki ein klassisk akvavitt, kumman er ikki dominerandi smakkurin og í eftirsmakkinum er ein farri av myntu og stjørnuanis, sigur Sebastian, sum er smakkambassadørur hjá Føroya Bjór í sambandi við henda snapsin og annars er vanur at seta orð á smakk í felagnum Einmalt.
Hugfarsligt at hugsa, at fyri tíggju-fimtan árum síðan var neyvan nakar ið skilti, hvat tú tosaði um, tá tú fór eftir smakknotum í snapsi og so slettis ikki akvavitti. Tað var fyrr nakað tú koyrdi í gult, grønt ella reytt sodavatn og drakk teg skít av, helst á baksetrinum í einum bili millum bygda við Middle of the Road í háttalaranum. Soleiðis er ikki longur. Nú er alment lógligt og persónliga virðiligt at seta orð á smakk, eisini á heimlands snapsi. Tað gongur framá.