Skip to main content

Misti eingin annar nakað?


Ofta verið eg hugtikin, tá eg kenni djúpa afturljóðið av vikublaðs- og sunnudagsskúlasøgum, sum fjølmiðlafólk bera okkum í preimtaim. Allar best er tá Meinard fer í kalda kríggið at spæla evangeliskar ræðusøgur hjá Louvin Brothers um hvítu styrkina, sum liggur í kristnu bønini, tá amerikansku foreldrini senda synir um havið til Korea, ella tá tú um somu tíð stendur aftanfyri ein drykkjumann í handlinum og iðrar teg um, at tú ikki tók fløskuna frá honum, tá tú løtu seinni rennir teg í eina bilvanlukku og bensinhjarin rennur saman við whiskey á Tennessee heiðini. Tá er dagsskráin púra greið. Í dag var ein nemandi góð sending um eina unga sangarinnu, sum í fagrasta várblóma fyri mongum árum síðan ikki megnaði lívið meir. Haldi ikki at nakað runt árstal var orsøkin til sendingina. Hon var bara send sum ein sending millum aðrar sendingar á páskum, ein várdag tá vit seta lív og deyða upp móti hvørjum øðrum. Fínar sendingar, tær vóru tvær, frá einum frílansara. Tá er dagsskráin eisini púra greið. Verri var við bumbuatsóknunum á Sri Lanka mitt í kirkjutíð sjálvan páskadag. Stórur skaði á kirkjur og hotell, kirkjunar vanligar men hotellini frámerkt sum “luksus”, 290 deyð og fleiri hundrað løstað. Úr deyðsrúgvuni finna allir miðlar trý deyð børn, sum ríkastu foreldur í Danmark áttu. Børnini doyðu og foreldrini livdu. Við myndum og nøvnum fer søgan um gøtur og stræti. Henda hjartanemandi miðlasøga av Sri Lanka, fær meg at undrast yvir, hví ein miðlasøga av fyrstan tíð verður til, fær redaktionella undirtøku og síðan fær bein at ganga á, so ein og sama søga kemur ovast á breddan í øllum teim londum, har tey duga bæði at lesa og at skriva, og siga seg hava eina fría pressu, sum er púra uttan bindingar av nøkrum slag. Hví kemur sama søga ovast á breddan í fríu pressuni, sum altíð ber seg undan at hava fjaldar dagsskráir? Var tað tí at høgur og lágur nú skal gera seg kláran at møta skaparanum, ið kemur sum tjóvur á nátt tá seinasti tímin er komin á evsta degi? Bumm! Eru heimsins tíðindaritstjórar messandi sunnudagsskúlalærarar? Ella var tað tí at ríkidømið hjá donsku foreldrunum stavaði úr klædnavinnuni, ið er heimsins mest dálkandi og nú var pay back time? Eru heimsins tíðindaritstjórar keyptir av umhvørvisfelagsskapum? Nei, eg bara spyrji, tí eg villist í dómadagssøgum, nú allir miðlar varpa ljós á ríku foreldrini, sum mistu tríggjar av fýra gimsteinum páskadag í kirkjutíð. Djúpastu samkenslu við teimum, ið mistu, men - kæru miðlar - misti eingin annar nakað?