- Hvat fæst frá tí almenna, er spyrjandi heiti á bók um sosialmál, sum D.P. Danielsen skrivaði og Hitt Føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn gav út í 1970. Sama spurning hava byggihávar kring landið sett sær sjálvum, tí teir vilja hava tað almenna at leiga mest møguligt frá tí privata.
Í tíðindaskrivi í dag upplýsir Landsverk, at í dag rinda almennir stovnar 43 milliónir um árið fyri 55.000 privatar fermetrar. Onkur rindar meir enn túsund krónur fyri fermeturin, men í meðal er privata leigukravið til almennu stovnarnar 800 krónur fyri fermeturin. Tá er bara talan um leigu.
- Tað vil siga tvífalt so nógv, sum Landsverk mælir til, at landið skal krevja inn fyri leigu í almennum bygningum, verður sagt í tíðindaskrivinum.
- Um landið til dømis ásetir ein leigukostnað á 400 krónur fermeturin, sum í flestu førum er fleiri ferðir minni enn tey dýrastu privatu leigumálini, kundi peningurin verið nýttur til bæði viðlíkahald, húsaumsiting, tryggingar og enntá íløgur, sigur Landsverk, sum eisini upplýsir, at eingin leiga verður kravd ella rindað í almennum bygningum.
- Føroyskir almennir stovnar, ráð og annað alment virksemi undir landinum, ið leiga ognir frá tí almenna, rinda í dag onga leigu til landið. Hetta er ógvuliga ótíðarhóskandi, um vit hyggja at londunum kring okkum, har leigukostnaður er ein natúrligur partur av rakstrinum hjá almennum leigarum. Um nøktandi viðlíkahald av almennum bygningum skal tryggjast, og hetta ikki skal tyngja fíggjarlógina óneyðugt, eigur húsaleiga at verða áløgd øllum leigarum í almennum bygningum, sigur Landsverk, sum neyvan nakrantíð hevur verið fyri so stórum ágangi sum í ár.