Skip to main content

Vælgagnist - nú eru 22 nøvn í Gist & Vist


- Vælgagnist er heitið á degnum, har køn og roynd fólk varpa ljós á viðkomandi evni og vandamál í okkara vinnu, sigur Johannes Jensen, stjóri í samtakinum Gist & Vist, sum telur átta starvsfólk, men rekur trý hotell og nítjan veitingarstøð í Havn og úti um landið.


Umframt at ferðavinnan var yvirskipaða evnið á degnum, sum Magni Arge leiddi við fermari og formidlandi hond í gomlu Saltsøluni á Vestaru Bryggju í Havn, varð eisini varpað ljós á starvsfólkini í samtakinum, sum í undanfarna ári vóru 898 í tali og 198 teirra, sum arbeiddu fulla tíð. Tilsamans vórðu 62 milliónir goldnar í lønum til starvsfólkini í fjør, sum umframt føroyingar taldu 69 útlendingar úr 14 londum.


David Im úr Suðurkorea, sum er integrasjónssamskipari á Útlendingastovuni, greiddi livandi og upplýsandi frá um integrasjón í Føroyum, nú fólk úr 98 londum hava búsett seg her, og fleiri teirra hava fingið starv í hotell- og matstovuvinnuni.


Marita Rasmussen, sum er stjóri í Vinnuhúsinum, helt at føroyska ferðavinnan hevur ikki nær námindi rakt loftið, men saktans tolir ein vøkstur á 5-10% um árið. Danski Casper Næss-Schmidt, sum er sølustjóri og vínserfrøðingur hjá H.J. Hansen Vin, greiddi frá um óhepnar avbjóðingar við serføroyska einkarrættinum at innflyta vín og rúsdrekka í Føroyum, sum ikki kennir sín líka í nøkrum øðrum landi, men bara ger vøruna dýrari púra uttan orsøk. Bretska Ana Holden-Peters, sum býr í Elduvík og er leiðari fyri burðardygd á Bakkafrosti, greiddi frá um týdningin av júst hesum grundsjónarmiði - burðardygd - í føroysku ferðavinnuni. Johannes Jensen greiddi frá um vøksturin í vinnugreinini og týdningin av at hava gott samband við bóndur og fólk úti um landið, tí hava vit ikki tað, so eru vit skjótt out of bussiness. Johannes sýndi eisini Airbnb positivan áhuga, tí hetta meira privata virksemi tók ein part av trýstinum, tá harðast leikaði á við gistingum í vinnuni. Danska Katia K. Østergaard, sum júst var lend og fyrstu ferð vitjaði í Føroyum, er fyrisitingarstjóri í Horesta, og greiddi frá um vøksturin í hotel- og matstovuvinnuni, sum hóast avmarkaður í Føroyum, er lutfalsliga nógv størri her enn sama vinna hevur upplivað í Keypmannahavn. Hon var ikki so heit fyri Airbnb, men tá Magni, sum var orðstýrari, vildi hava hana at siga sær munin á góða gamla Bed and Breakfast í Skotlandi og so dagsins Airbnb, stóð mest sum fast hjá henni. Greitt er, at veitingarvinnan er ógvuliga samansett, og at her eru nógvir partar, ið skulu samstarva at veita eina unikka og staðbundna tænastu, sum er á altjóða støði og ikki er bundin at útlendskum eigarum og ætlanum. At enda var tað David Im, sum býr í Klaksvík, ið greddi frá um integrasjón.


Nýggjasta veitingarstað í Gist & Vist samtakinum er Silo við lítla rúminum Ibiza niðri undir á Vestaru Bryggju 15 í Havn, har Saltsølan var fyrr. Afturvið housetónleiki varð borðreitt við røstum bitum og foie gras við Deutz sjampanju afturvið.


Tað er samskiftisfyritøkan Publikkin, ið hevur gjørt avísina Vælgagnist til samnevnda fakdagin í hesum hølum, sum Gásadalsfilmurin Fågelfångarens son verður syndur í fyri innbodnum týsdagin í næstu viku. Dagin eftir verður hann sýndur almenninginum í Filmsfelagnum í Havnar Bio. Tann sýningin er útseld, men filmurin heldur fram í Havnar Bio so leingi áhugi er. Á baksíðuni á dagsins avís, Vælgagnist, síggjast øll nøvnini, sum nú eru í Gist & Vist samtakinum. Mitt fyri er Silo og bitin, sum er í Steinatúni, og niðast er litríkað Kioskin hjá Astu.