Skip to main content

Posts

Licence to Thrill

Í dag varð kunngjørt laiv av Goldeneye-plantasjuni á Jamaika, har Ian Fleming uppfann James Bond, hvar upptøkur verða gjørdar og hvør skal spæla saman við Daniel Craig í næsta James Bond filmi, sum hevur arbeiðsheitið Bond 25 og verður frumsýndur 8. apríl næsta ár. Ikki tí, rætta talið av Bond filmum í biografi er 27, men Eon Productions, sum nú eigur rættin til vørumerkið James Bond, hevur ikki gjørt tveir av biograffilmunum, Casino Royale (1967) og Never Say Never Again (1983).  Í 2004 kom eitt telduspæl við James Bond, sum kallaðist Everything or Nothing . Tað fekk tíðindafólk at kenna seg sannførd um, at duldarfulla heitið Eon stóð fyri Everything or Nothing. Og er nakar ímyndin av júst tí, so er tað James Bond og alt tað stás og tey gadgets, sum hann prýðir seg við, brúkar og   blakar burtur, íroknað kvinnur.  Serføroyska orðið stakkalastás, sum trupult er at flyta við røttu meining í onnur mál, er óloysiligani knýtt at James Bond, og ger hann í mínum eygum so

Vælgagnist - nú eru 22 nøvn í Gist & Vist

- Vælgagnist er heitið á degnum, har køn og roynd fólk varpa ljós á viðkomandi evni og vandamál í okkara vinnu, sigur Johannes Jensen, stjóri í samtakinum Gist & Vist, sum telur átta starvsfólk, men rekur trý hotell og nítjan veitingarstøð í Havn og úti um landið. Umframt at ferðavinnan var yvirskipaða evnið á degnum, sum Magni Arge leiddi við fermari og formidlandi hond í gomlu Saltsøluni á Vestaru Bryggju í Havn, varð eisini varpað ljós á starvsfólkini í samtakinum, sum í undanfarna ári vóru 898 í tali og 198 teirra, sum arbeiddu fulla tíð. Tilsamans vórðu 62 milliónir goldnar í lønum til starvsfólkini í fjør, sum umframt føroyingar taldu 69 útlendingar úr 14 londum. David Im úr Suðurkorea, sum er integrasjónssamskipari á Útlendingastovuni, greiddi livandi og upplýsandi frá um integrasjón í Føroyum, nú fólk úr 98 londum hava búsett seg her, og fleiri teirra hava fingið starv í hotell- og matstovuvinnuni. Marita Rasmussen, sum er stjóri í Vinnuhúsinum, helt a

Talgilt dannilsi í Danmark

Samstundis sum filmurin Danmarks Sønner (Ulaa Salim) verður vístur við góðum ummælum í donskum biografum, ger Rasmus Paludan burtur av sær í almenna rúminum, tí hann vil sleppa á ting. Í nýggjum heimildarfilmi, Højrenationalist i børnehøjde , sum ríkisstovnurin Danmarks Radio hevur fingið gjørt og borið okkum, avdúkar einaráðandi høvuðspersónurin, at hann vil verða forsætisráðharri. Hondina á hjartað, onkuntíð gangi eg inn fyri sensuri. Til dømis í hesum føri, tí hvussu byrgja vit fyri at opinberir ørvitisfiskar sum hesin sleppa at øsa rótleysan ungdóm upp í varg, púra uttan aðra orsøk enn eitt høgt tal av talgildum eltibløðrum á YouTube? Gamaní skulu næmingar læra at verða kritiskir miðlabrúkarar og miðlaprodusentar, tað hevur altíð verið galdandi og er tað enn, men tað sum slær meg í hesum føri er, at Danmarks Radio er so áhugað í Paludan, at hann fær ein heilan tíma av einum sjálvforherligandi heimildarfilmi, og at ríkisløgreglan sæst ganga honum til handa sum siropshundar í ein

Byggihávar: Hvast fæst frá tí almenna?

- Hvat fæst frá tí almenna, er spyrjandi heiti á bók um sosialmál, sum D.P. Danielsen skrivaði og Hitt Føroyska Studentafelagið í Keypmannahavn gav út í 1970. Sama spurning hava byggihávar kring landið sett sær sjálvum, tí teir vilja hava tað almenna at leiga mest møguligt frá tí privata. Í tíðindaskrivi í dag upplýsir Landsverk, at í dag rinda almennir stovnar 43 milliónir um árið fyri 55.000 privatar fermetrar. Onkur rindar meir enn túsund krónur fyri fermeturin, men í meðal er privata leigukravið til almennu stovnarnar 800 krónur fyri fermeturin. Tá er bara talan um leigu. - Tað vil siga tvífalt so nógv, sum Landsverk mælir til, at landið skal krevja inn fyri leigu í almennum bygningum, verður sagt í tíðindaskrivinum. - Um landið til dømis ásetir ein leigukostnað á 400 krónur fermeturin, sum í flestu førum er fleiri ferðir minni enn tey dýrastu privatu leigumálini, kundi peningurin verið nýttur til bæði viðlíkahald, húsaumsiting, tryggingar og enntá íløgur, sigur Landsverk,

Misti eingin annar nakað?

Ofta verið eg hugtikin, tá eg kenni djúpa afturljóðið av vikublaðs- og sunnudagsskúlasøgum, sum fjølmiðlafólk bera okkum í preimtaim. Allar best er tá Meinard fer í kalda kríggið at spæla evangeliskar ræðusøgur hjá Louvin Brothers um hvítu styrkina, sum liggur í kristnu bønini, tá amerikansku foreldrini senda synir um havið til Korea, ella tá tú um somu tíð stendur aftanfyri ein drykkjumann í handlinum og iðrar teg um, at tú ikki tók fløskuna frá honum, tá tú løtu seinni rennir teg í eina bilvanlukku og bensinhjarin rennur saman við whiskey á Tennessee heiðini. Tá er dagsskráin púra greið. Í dag var ein nemandi góð sending um eina unga sangarinnu, sum í fagrasta várblóma fyri mongum árum síðan ikki megnaði lívið meir. Haldi ikki at nakað runt árstal var orsøkin til sendingina. Hon var bara send sum ein sending millum aðrar sendingar á páskum, ein várdag tá vit seta lív og deyða upp móti hvørjum øðrum. Fínar sendingar, tær vóru tvær, frá einum frílansara. Tá er dagsskráin eisini púra

Fyrsti føroyski filmur í Cannes

Tað er ein rár sjón at síggja eitt føroyskt heiti á eini útlendskari skrá, tað verið seg bókmentanarlig, tónleikalig, ella sum í hesum føri - í heiðurskrýndum filmiskum høpi. Trúði ikki mínum egnu eygum, at Andrias Høgenni við filminum  Ikki illa meint hevur funnið náði fyri úrvalsnevndini í Cannes, sum á 58. sinni skipar fyri stuttfilmskappingini Semaine de la Critique á einum av heimsins kendastu filmsstevnum, sum á 72. sinni verður hildin í Cannes í døgunum 14.-25. mai í ár. Enska heitið á kappingini, sum franskir filmsummælarar stovnaðu í 1962, er Critics Week . Fyriskipararnir siga, at hvørt ár koma um túsund filmar til kappingina, og at úr rúgvuni verða í mesta lagi tíggju filmar valdir. Tað er galdandi bæði fyri stuttfilmar og spælifilmar í fullari longd. - I am incredibly thankful for this amazing opportunity, and eternally grateful for the crew that stood behind this little chaotic film, sigur Andrias á Facebook í morgun. Myndina niðanfyri tók eg í Norðurlandahús

Nú verður filmur í SALT

Nú skal filmslistin aftur á løriftið í Suðuroy. Ólavur Rasmussen, stjóri í SALT, heldur klassisku bókina hjá Niels Jensen (1929-2010) Filmkunst fram fyri seg yvir einum krússi av væl bryggjaðum kaffi á Hotel Havgrím yviri við Strond í Havn í dag. Eins og høvundurin var hin fremsti at siga frá um film á okkara leiðum, var bókin hin fremsta av sínum slag í 60'unum og fleiri áratíggju fram. Mín egna er úr Gyldendals Bogklub í 1969. Eins og sýnið yvir fjørðin er tað besta av hesum kaffiborðið, sum Joel Cole hevur evnað til, eru nú greið útlit til at biografur fer at verða fyri børn og vaksin í Suðuroy. - Vit hava fingið biografloyvi í SALT og tað merkir, at vit hava fingið loyvi til at vísa allan film, bæði gamlan og nýggjan, men vit hava so sjálvi valt at velja premiérufilm frá, sigur Ólavur. - At vera biografur merkir í okkara føri, at vit tekna limaskap í Forening af mindre og mellemstore biografer og gera ein samstarvsavtala við FAFID, sum stendur fyri Foreningen af film

Gásadalsfilmurin komin

So er hann komin, svenski Gásadalsfilmurin Fågelfångarens son við føroyskum teksti. Hann er á einum harðdiski í appilsingula flogkuffertinum hjá Johannes Jensen, sum er samframleiðari og stjóri í Faroe Film. Mikukvøldið 1. mai fer Filmsfelagið at seta filmin í maskinuna í Havnar Bio og frumsýna hann fyri øllum áhugaðum føroyingum. Til hesa sýning í Filmsfelagnum verður leikstjórin, framleiðar og høvuðsleikarar til staðar. Leikstjórin, Richard Hobert (f.1951) sigur soleiðis um filmin: Under slutarbetet med min förra film, ”En enkel till Antibes” blev jag kontaktad av en färöisk kvinna. Hon ville berätta om en över hundra år gammal unik, verklig kärlekshändelse som lever kvar som en muntlig legend på Färöarna. Hon sa att hon hade sett mina filmer och kände att detta kanske skulle beröra mig. Det är sällan sådana publikförslag leder till något. Detta var annorlunda. Det tog henne fyrtiofem sekunder att berätta den här händelsen. Mer än så visste ingen. Men jag kände omed

Akvavitt aftur til heiðurs og æru

Akvavitt, sum fyrr var so vanligur drykkur á okkara leiðum, hevur eftir eina ósjónliga og forfjónaða tilveru í mong ár tikið seg fram sum tað nýggja svarta, tey rópa, uttan tó at sipa til íslendska Svartadeyða. Í útlondum eru nýggj og tíðarrøtt veitingarstøð, sum burturav leggja seg eftir hesum aldargamla norðurlendska snapsi, sum til dømis keypmannahavnska Rastløs í Ravnsborg Tværgade, har tey eisini skeinkja føroyskt akvavitt. Cask Akvavitt er heitið á eini nýggjari og snøggari hálvliturs snapsafløsku av eksklusiva slagnum, í skapi sum Havið  við sjerri og whisky smakki frá Dism, ið kom á marknaðin herfyri. Tað er í hesum føri Einars’ Distillery, sum er felag undir rakstri hjá Føroya Bjór í Klaksvík, ið eigur nýggja mildara snapsin, sum er í Rúsuni fyri 295 krónur. - Nýggi snapsurin hevur ligið og lagrað í sjerri- og bourbontunnum í nakrar mánaðir, sigur Sophus E. Dal Christiansen, sum er marknaðar og søluleiðari hjá Føroya Bjór. Úrslitið av lagringini er gylt akvav

Filmur hevur makt

Í dag verður filmurin Danmarks Sønner frumsýndur í donskum biografum. Ulaa Salim (f.1987), ið er beiggi kenda leikaran Dar Salim, hevur gjørt nýggja danska filmin, sum hevur fingið øði í Dansk Folkeparti, tí tey halda, at hetta er ein lívshættisligur filmur: - En livsfarlig propagandafilm for skatteydernes penge, der opfordrer til vold og selvtægt, sigur Alex Ahrendtsen frá veruliga nútíðar Dansk Folkeparti, og er í øðini um at almenni danski Filsmtovnurin hevur stuðla fyrsta filminum hjá Salim. Fyrrárið leyk hann útbúgving sum leikstjóri á danska Filmskúlanum: - Jeg kan give stemmer til mennesker, der ikke har haft en stemme før, sigur nýbyrjaði leikstjórin, Salim, við fremsta danska filmstíðarritið Ekko. Danmarks Sønner verður lýstur sum ein politisk nøtrisøga, ið tekur støði í einum hugsaðum bumbuálopi í Keypmannahavn í 2025. Rasmus Bjerg, sum fer at syngja saman við Frændum í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygarkvøldið 18. mai, hevur høvuðsleiklutin sum Martin Nordahl, ið

Skálatrøð - ein lívgandi visjón

Hetta er visjónin hjá arbeiðsbólkinum, sum í mong ár hevur arbeitt við Skálatrøð, har annanvegin bilar og hinvegin bátar fylla rúmið, í báðum førum deyðir lutir, steinetandi deyðir lutir, sum ikki skapa tað minsta lív í besta savningarstaði í øllum høvuðsstaðnum. Lív er tað, sum peikað verður á. Í 2016 sigur Eyðun Johannessen soleiðis um ætlanina at byggja tjóðleikhús undir nýkomna berginum, sum er oman móti parkeringsplássinum á Skálatrøð í Havn: - Á parkeringsøkinum framman fyri bergið á Skálatrøð skal Tjóðpallur Føroya byggjast. Ein bygningur til hugaheim okkara, hvørs aðaltanki er at bergtaka og hugtaka. Tí eiga vit at leggja okkum eftir, at hetta verður eitt stað, sum letur seg upp, og sum vit ikki kenna okkum fremmand í. Tað, eg síggi og hoyri fyri mær, tá hugtakið bergtikin verður nevnt, eru aldargamlar søgur, sagnir, kvæði og ævintýr úr okkara frásøgu- og hugaheimsmentan. Um forfedrar, ið búðu undir trongum lonum og ferðaðust úti í okkara náttúru, undir bjørgum og k