Sunnudagin var eg í Hvannasundi í sambandi við barnadóp, tá sonur Honnu Poulsen og Villy Joensen fekk navnið Bogi. Eftir hugnaligu løtuna í kirkjuhúsinum frá 2016, sum Mayfinn Norðoy teknaði, og sum er bygt sunnan fyri kirkjuna hjá H.C.W. Tórgarð frá 1949, varnaðist eg, at runda kirkjuhúsið gamaní eisini hevur ein farra av stýrihúsi, tá eg gangi runt um tað. Gekk síðan eftir gøtuni suður móti gomlu bryggjuni at taka nakrar myndir av tveimum stýrihúsum, eg allan dagin hevði varnast, har tey standa og daga upp móti havsbrúnni. Á sløttum sundi, millum høgu fjøllini, tyktust tey sett sum vartekin fyri mansins binding til havið og ta úrtøku, sum ein heil bygd hevur fingið og enn roynir at knógvast við. Alt tað, sum er úr havinum og knýtt er at tí. Havinum. Bleiv so mikið forvitin um hesi bæði stýrihúsini, at eg fór at spyrja meg fyri, hvat hetta var. Møtti Katrin Margretu Næs, sum er úr Havn, og manninum, Palla Simonsen, sum er higani úr Hvannasundi, har tey búgv