Skip to main content

Hárfínar eygberingar


Súsanna Køtlum við nýggju bókini FRÍÐ by Kötlum, sum á ein taktilan hátt, ið eg ikki havi sæð fyrr, samantvinnar burðardygt prent við smáum tekstbitum og framúr fotomyndum, har hárið er krúllan á hvørjari síðu.


Súsanna er ættað av Viðareiði, haðan fleiri av modellunum eru, og varð útlærd í Klippestuen Z á Frederiksberg í 2000. Síðan flutti hon til Føroya, og hevur í tíggju ár rikið einastu grønu salongina í Føroyum - KÖTLUM. Salongin er í Tróndargøtu, har gøtan krossar Doktar Jakobsens gøtu, og tey brúka heitið Handilsgøtan mitt í Havn. Tá tú opnar hurðina, sært tú niður í ein duldarfullan múr, sum upp og niður við trappuni spælir í sólarljósinum. Ein grafisk ábending um dýpd og at traðka rætt.


Leygardagin millum tvey og fimm fer Súsanna at leggja fram nýggju bókina, FRÍÐ by Kötlum, sum hon hevur arbeitt við í út við fýra ár og droymt um í nógv fleiri.


Í næstu viku fer Súsanna á norðurlendska hármessu í Lokomotivværkstedet í Keypmannahavn, har hon hevur keypt ein heilan bás at gera bókina og føroyska hárfríðkanarvirksemið sjónligt. Tveir lærlingar, Maria og Rebekka, starvast hjá Súsonnu. - Vit eru ikki við í kappingini, ið er samstundis sum norðurlendska messan, men ein føroyskur frisørur er við í kappingini í ár, sigur Súsanna.


Systurin, Anita Køtlum Petersen, sum býr í Danmark og arbeiðir við myndlist, hevur skrivað tekstin í bókini, ið eru tekstbitar á føroyskum og enskum. Onkuntíð triviellir við obligatoriska Williami Heinesen og Pól F við Fagru blómu, men eisini við J.J. í Gerði, sum í uppslagnum omanfyri, fær meg at vilja fara til frisør, so innbjóðandi verður teksturin afturvið tølandi myndini, sum er úr trølsligu fjøllunum. Greitt er, at hársnið og fotografering er millum fremstu fascinatiónsobjekt í Føroyum. Avrikini tala fyri seg og skapa eitt heilt nýtt slag av salonglitteraturi, ella hárfríðkanarbløðum og -bókmentum, sum kunnu liggja frammi meðan bíðað og klipt verður. Sum her, tá tú sært ein speglaðan purlutekst, og hár, ið er sett og avmyndað sum í Vertigo hjá tíðarleysa Hitchchock, har tey ørast í trappunum.


Meistarligu myndirnar av hári og náttúru, sum ofta hava ein sjáldsaman ans fyri smálutum og stringentari litsamanseting, hevur Amy Hansen tikið. Hanne Mogensen hevur sniðgivið og danska prentsmiðjan KLS hevur avgreitt alt so vistfrøðiliga, at bókin kann etast, sigur Súsanna á skemtiliga bandinum, ið er um bókina.


- Men eg mæli tær til heldur at drekka innihaldið við eygunum og at njóta vøkru myndirnar, sum lættliga sodna aftur við teimum smáu, leskiligu tekstbitunum, sigur hon. Rætt hevur hon. Hetta er ein framúr kontemplativ bók meðan tú leggur høvdið í hendurnar á Súsonnu, Mariu ella Rebekku. Ella hvørjum sum helst frisøri, til menn ella kvinnur. Tí tað er eitt álvarsmál at verða kliptur og friseraður. Listarliga frisørbókin er ein nýggjur miðil, sum eg ikki havi sæð verða so trároyndan í føroyskari náttúru áður.


- Talan er ikki um eina vanliga bók, sigur Anita. - Upprunaliga skuldi tað vera ein frisørbók, men tað endaði við at vera ein meira listarlig bók, har hársnið og føroysk landsløg og mentan verða flættað saman við poetiskum tekstum. Ein nútímans myndabók, ið skilur seg frá øðrum bókum við tað, at hon er prentað eftir "cradle 2 cradle" meginreglunum, altso eitt grønt, umhvørvisvinarligt prent, ið ikki dálkar og kann upploysast 100% lívfrøðiliga. Hon er bundin soleiðis, at tilfarið er sjónliga fest og ikki fjalt, sum samstundis gevur ein ráan stíl. Tí verður bókin eitt upplivilsi at blaða í, ein coffe-table-book, siga Anita og Súsanna.

- Ætlanin er, at bókin skal út í heim, tí er hon eisini á enskum. Hon skal ikki bara liggja hjá frisørunum, men eisini á hotellum, stórum arbeiðsplássum og í vanligum heimum, har hon kann liggja frammi sum eitt symbol uppá, at her eru fólk við uppá síðsta skríggið. Ein must-have og feel-good bók. Ein øðrvísi lýsing av føroyingum og av tíðarinnar avbjóðingum viðvíkjandi umhvørvisspurningum: Hóast nútímans, er eingin orsøk til dálking. Tí eru klæðini, sum lænt eru til myndirnar í bókini eisini burðardygg, frá Shisa-brand og Einstakt, sigur Anita og peikar á ymsu staklutirnar og sigur, at bókin er ikki frisørbók ella ferðavinnubók burturav, men kærleikin til eitt fak, eitt fólk og til Føroya land.


Eg kann bara nikka meðan eg blaði og droymi meg burtur í purlut lokkandi føroysku náttúruni, antin hon er á høvdinum ella í haganum, purluta náttúran. Til lukku við nýskapandi bókini!