Skip to main content

Posts

Bilisma fer at forkoma okkum

Tað er nú stuttligt við bilfasinatión. At verða hugtikin av bilum. Men vandi er í hvørjari vælferð, antin tú ferðast á bygd, ella skalt staðseta tjóðleikhús í Havn. Teslabilin omanfyri avmyndaði eg fyri nett fýra árum síðan á Amager, tá eg í einum suðurkoreanskum Hyundai, ið var eins gráur og føroyska summarið, koyrdi Sæland runt.  Aldri havi eg nomið við lekrari bil enn henda milliónabilin, Tesla, í modellinum S.  Tað er amerikanski Holzhausen, ið hevur savnað smekru linjuføringarnar eins og hann fyrr gjørdi fyri Mazda. Seinastu tíðina havi eg í ymsum, men altíð sannførandi høpi verið konfronteraður við ta sannkenning, at bilurin hevur ikki bara hugmyndarligar fastatøkur, men kropsligt kvørkratak á okkum heima og úti, summar og vetur.  Bilurin, ið eins og videomaskinan varð bygdur og marknaðarførdur sum hin fullkomna frælsismaskinan hjá Ford, bara tú hevði ráðini, er vorðin statussúmbolið í eini upphópaðari privatmentan á einum dunga við stakkalastási, sum James

Gjógv - ein perla í Sunda kommunu

Tá eg møti ferðafólki, øvundi eg teimum, at kunna vitja hetta land fyri fyrstu ferð. Mín øvund er grundað á, at eg aldri kann seta meg í teirra stað at vita, hvussu tey kenna seg sum ferðafólk í Føroyum. Men eg kann fritta tey um mangt og ymiskt, tá eg av tilvild møti teimum, samstundis sum eg kann royna at eygleiða tey og onnur ferðafólk á ein yvirskipaðan og objektivan hátt, støðugt undrandi yvir, at tey, sum eru fremmandafólk fyri okkum, velja at koma til henda fremmanda stað fyri teimum, at dvøljast nakrar dagar. Heilt síðan eg møtti einum tilkomnum pari úr Dallas í Texas í Havn, og tey søgdu, at ferð teirra var A Trophy Travel , ein ferð til ein ókendan stað, sum eingin visti um, men sum vinfólkini skuldu hoyra um, næstu ferð tey møttust, hevur drívmegin hjá tí ferðandi hugtikið meg. Hví velur hann Føroyar, hin tilkomni og í allar mátar væl útborni ferðamaðurin, sum eins væl kann vera ein kvinna, tí aloftast eru tey tvey, kvinna og maður. Deyðfødda hópvinnan, sum ty

Ute Wieland vitjar Føroyar

- Angin í føroysku luftini er so hugtakandi, at eg kann smakka tað grøna grasið, sum týðuliga er í luftini, sigur ein bergtikin Ute Wieland og nevnir bleyta ljósið og skýggini undir bláa himmalinum. - Og so eru tað fólkini, vit hava møtt, sum eru so løtt at koma í samband við. Hvønn dag hava vit møtt spennandi fólki, fiskimonnum, sum hava verði við Labrador, ein grønlendingur, sum gjørdi okkum fiskasúpan og so útlendskir tónleikarar, sum vitja her. Ute Wieland (f.1957) er týskur filmsleikstjóri, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Síðan týsdagin hava hon og maðurin, Frank Polosek, ið er framleiðsluleiðari, tá hon ger film, koyrt við bili í oyggjunum. - Fyrst í Tjørnuvík, har vit hittu spennandi fólk, sum høvdu opnað eina kafé við góðari fiskasúpan, og í dag vóru vit í Klaksvík og á Viðareiði. Vit eru bæði hugtikin av arkitekturinum og landslagnum, sum fella so væl saman, serliga tey svørtu húsini upp móti øllum litunum á hinum húsunum. - Hiðani er míni foreldur, sigur Ut

At gista umborð á Havborg

Sunnudagin var eg í Hvannasundi í sambandi við barnadóp, tá sonur Honnu Poulsen og Villy Joensen fekk navnið Bogi. Eftir hugnaligu løtuna í kirkjuhúsinum frá 2016, sum Mayfinn Norðoy teknaði, og sum er bygt sunnan fyri kirkjuna hjá H.C.W. Tórgarð frá 1949, varnaðist eg, at runda kirkjuhúsið gamaní eisini hevur ein farra av stýrihúsi, tá eg gangi runt um tað. Gekk síðan eftir gøtuni suður móti gomlu bryggjuni at taka nakrar myndir av tveimum stýrihúsum, eg allan dagin hevði varnast, har tey standa og daga upp móti havsbrúnni. Á sløttum sundi, millum høgu fjøllini, tyktust tey sett sum vartekin fyri mansins binding til havið og ta úrtøku, sum ein heil bygd hevur fingið og enn roynir at knógvast við. Alt tað, sum er úr havinum og knýtt er at tí. Havinum. Bleiv so mikið forvitin um hesi bæði stýrihúsini, at eg fór at spyrja meg fyri, hvat hetta var. Møtti Katrin Margretu Næs, sum er úr Havn, og manninum, Palla Simonsen, sum er higani úr Hvannasundi, har tey búgv

Stigabilur fyri vindeygað

Hetta havi eg ikki sæð fyrr úr køksvindeyganum. Eftir at hava skimast eina løtu við kikara og myndatóli, síggi eg, at hetta er ikki ein nýggjur zombie filmur hjá Jónfinni, men Hans David úr Hósvík, sum er varasløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu. Úr einum høgum stiga filmar hann í allar ættir, eisini móti Tórsbyrgi. Í fjørð skrivaði kommunan á Facebook, at nú fór Brandstøðin skjótt at fáa nýggjan stigabil. Um orsøkina verður sagt, at hesin verandi stigabilur hjá Brandstøðini verður 20 ára gamal í ár, og skal til 20 ára eftirlit, um hann framhaldandi skal kunna brúkast. Eftirlitið kostar minst eina miljón, og hóast tað, so klárar verandi stigabilur ikki at nøkta tørvin, sum nú er í Tórshavnar kommunu. Sagt verður eisini, at Glasir er nýggjasta dømið, har verandi stigabilur ikki klárar at loysa tær uppgávur, sum krevjast av tí kommunalu tilbúgvingini. Bilurin røkkur ikki teimum bjargingaropum, sum krevjast til persónbjarging, og røkkur ikki inn yvir takið á Glasir, sum kann ger

"Verkir" er sjáldsama væleydnaður filmur

Í fulsettum hølum frumsýndi Filmsfelagið í Havnar Bio í kvøld heimildarfilmin Verkir , sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um føðingar í Føroyum seinastu hálvt hundrað árini ella so. Filmurin byrjaði vælupplagdur við mammuni, Jytte Joensen, sum sjálv er ljósmóðir, ið pápin, Jákup Pauli Joensen, hevði filmað spillnaka eitt summar við strondina í Grikkalandi í sjeytiárunum. Ein frálíkur inngangur til kvinnukroppin og tær føðingar, sum filmurin setur sær fyri at lýsa í trimum pørtum. Fyrst, tá vanligt var at kvinnur áttu heima, so til at ordri kemur úr einum ódefinerligum erva, at allar føðingar skulu vera á sjúkrahúsi, og so at enda ein triði partur, sum varpar ljós á seinastu tvey árini, har tað ikki er óvanligt at eiga heima, og at páparnir aftur eru við og filma tað heila. Júst hetta við at filma og deila privatastu upptøkur í verðini við onnur, ber filmin, so hann verður upplýsandi og undirhaldandi, og saman við ótilgjørdu frásøgnunum frá ljósmøðrunum, fy