Skip to main content

Posts

Her er fútabannaða samrøðan

Erikur Lindenskov skrivar á in.fo í dag, at hetta er tað, sum Kringvarpið vegna fútabann ikki sleppur at fortelja um Huawei, men sum hann kortini kann endurgeva úr danska blaðnum Berlingske, sum í dag hevur kunngjørt útskrift av samrøðuni, sum Kringvarpið av tilvild fekk upp á band hin 15. november í ár, tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, og Herálvur Joensen, aðalstjóri, samskiftu um Huawei og hóttanina frá kinesiska sendiharranum í Danmark, Feng Tie. »Herálvur: Segði eg tær, at kinesararnir vóru her? Helgi: Ja, teir skuldu koma Herálvur: Teir høvdu fund við Jenis tíðliga um morgunini, tí Jenis skuldi av landinum. Og við Bárð og Jørgen. Hann hevði beinleiðis knýtt málini saman. Altso, um... um Føroya Tele undirskrivaði avtalu við Huawei, so stóðu allar dyr opnar fyri fríhandilsavtalu við Kina. Helgi: Okey Herálvur: Men Bárður hevði verið rættiliga kategoriskur og hevði sagt, at vit ikki kunnu blanda... at vit ongantíð blanda okkum í tílíkt. Vit ætla ikki at blanda o

Øll vita - uttan Føroyar!

Bæði Politiken og Berlingarin, sum eru stórar gamlar avísir og tíðindamiðlar í Danmark, hava seinastu dagarnar fortalt okkum heimalandsføroyingum alt um ein minutt á ljóði, har ein landstýrismaður fær turt uppá frá einum aðalstjóra - ella er tað øvugt - um 5G samstarvið við Huawei í Kina, annars missa vit kinesiska laksamarknaðin hjá Bakkafrost, sum eisini stuðlar karismatisku Kelduni, har landstýrismaðurin syngur í kóri, og annars er í sama politiska flokki sum føroyska handilsumboðið fyri Huawei, og báðir eru undir leiðslu av løgmanni, sum fyrr arbeiddi fyri konkurrerandi telefyritøkuna, sum eisini dúvaði uppá Huawei, og sum er úr sama politiska flokki, sum núverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum stillaði upp fyri. Og takk fyri tað! Tað er sum inngangurin til sjónvarpsrøðina Soap í fyrndini, tá sjónvarpsfeløgini vóru kring landið, síðst í 70’unum, og øll persónsambondini skuldu lýsast. - Eru tit forvirraði? Bíða bara til tú sært næsta partin av Soap , ljóðaði lýsingin. So ko

Nú mugu vit styrkja føroyskt

Tað er nú alment at vit duga ov illa føroyskt. Tað sigur PISA kanningin. Men hóast nógv átøk verða nevnd í nýggjastu PISA-frágreiðingini, at bøta um vánaligu støðuna í móðurmálinum, so halda vit - tað eru almennu Føroyar - fram, sum um einki var hent. Vit manna og kvinna týdningarmestu størv við persónum, sum ikki duga tað, sum tey í Føroyum kalla teirra móðurmál. Í dag er tað ein danskt-talandi persónur, sum bæði í skrift og talu, við ein eins danskt-talandi føroyskan journalist í Kringvarpinum, tosar danskt um ein skottilburð í føroyska Miðvági. Verri og meira lívshóttandi verður tað ikki. Og tá er samskiftisførleikin danskur. Minni lívshóttandi hevur prátið verið um lekar á okkara einasta føroyska listasavni. Hetta samskiftið hevur eisini verið á donskum, tí leiðarin er, eins og leiðarin undan henni, danskt-talandi. Nýggjur rektari er eisini settur á altjóða Fróðskaparsetrinum. Í allari neyðini kunnu vit siga, at hann er so ikki danskt-talandi, men enskt-talandi. Men tað

Keldukritikkur og PISA

Undir yvirskriftini Fæst koppseting fyri falstíðindi?  helt Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpinum, skeið fyri lærarum um falstíðindi, og vísti á týdningin av virknum keldukritikki í skúlanum. Skeiðið, sum varð hildið í Námi 20. november, hevði til endamáls at geva lærarum kunning um og íblástur til at læra næmingin at lesa og brúka aktuellar miðlar við kritiskum eygum. Lærarar vóru serstakliga væl nøgdir við skeiðið og søgdu í skrásettum eftirmetingum millum annað: sera væl fyrireikað, áhugavert, viðkomandi fyri meg sum undirvísara, gott at fáa innlit í hendan heimin við tíðindum og falstíðindum frá dugnaligum og pasioneraðum fólki innan yrkið, at branda digitalu dannilsislæruna sum umhvørvisátak var genialt, eg komi fegin til uppfylgjandi skeið, Fake News vol. 2. Venda vit okkum nú til nýkomnu PISA-kanningina við hesum somu brillum og leitorðinum keldukritikkur , so renna vit okkum fimm ferðir í hetta hugtakið. Undir yvirskriftini ”Spurningar í málførleika í fráf

Botnurin er lyftur upp móti miðjuni

Fyri tjúgu árum síðan, setti Samstarvs- og Menningarstovnurin OECD sær fyri at bera saman førleikarnar hjá 15 ára gomlum næmingum í ymsu londunum. Hetta var byrjanin til PISA-kanningarnar, sum er stytting fyri Programme for International Student Assessment. Triðja hvørt ár skal kannast, um tey 15 ára gomlu hava fingið tað burtur úr skúlagongdini, sum stovnurin krevur, til tess at næmingarnir til fulnar skulu megna at luttaka í sosialum og fíggjarligum høpi. Í 2005 gjørdi føroyska Mentamálaráðið av, at Føroyar skuldu vera við í PISA-verkætlanini. Síðan hava Føroyar verið við í fimm kanningum: í 2006, 2009, 2012, 2015 og 2018. Í innganginium í nýggju PISA frágreiðingini , sum varð løgd fram á Hotel Føroyum í morgun, verður víst á, at PISA kanningarnar fevna um lesing, støddfrøði og náttúruvísindi. Onnur evni verða eisini viðgjørd, so sum kreativar problemloysnir (2012), samstarvandi problemloysnir (2015), alheimsførleikar (2018) og kreativ hugsan (2021). Kanningarna

Broytingar í miðlalandslagnum

Í kvøld fer heimsins størsti bókahandil, Amazon, at senda fótbólt í Bretlandi. Tað skrivar fótbóltsmiðilin FourFourTwo , og vísir til tær broytingar, sum Premiere League dystir hava verið fyri tey 30 árini Sky Sports hevur sent fótbólt. Nú hevur Amazon rindað 90 milliónir bretsk pund fyri rættindini at senda 20 dystir hvørt kappingarár, trý ár á rað. “That’s certainly not the limit of Jeff Bezos’ financial reach and, most likely, it’s not the extent of his company’s ambitions in the market either. So this is a signposting moment,” skrivar fótbóltsmiðilin . Meðan Útvarp Føroya fyrr var einasti sendari við fótbólti og guðstænastu, og tú ikki kundi koyra gjøgnum eina føroyska bygd meðan kappróður var uttan at betala, so eru hesi viðurskifti heldur ikki so einstreingjaði longur. Veit ikki, um aktørarnir eru vorðnir fleiri, men tað er pengastreymurin í hvussu er, tá umræður fótbólt í pengakappingum á kommunalt bygdum spæliplássum við atgongumerkjasølu, sum fer í lummarnar hjá vertsfe

Bach í kertiljósi

Tað eru ikki bara svartir fríggjadagar, nú heimligu handilsjólini eru í hondum. Hóskvøldið 12. desember verður triðja versiónin av Bach í kertuljósi framførd í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Tiltakið er eins og áður alment og ókeypis. Í ár er tað bratsjspælarin Jón Festirstein, mitt fyri í myndini ovast, sum er kvartettstrúkarameastro og skipar fyri tiltakinum. Ovast á manningarlistanum hjá Jón eru sopranin Cinthia Parada, sum er kilensk operasanagarinna, ið býr á Strondum og Dávur Birgisson, sum er úr Hoyvík, og fer at spæla á gittar. Cinthia sæst til høgru og Dávur til vinstru á lýsingamyndini ovast. Strúkaramanningin hjá Jón Festirstein er annars Sámal Petersen, violin, Ragnar Andreasen, violin og Tóri Restorff Jacobsen, cello. Afturvendandi Bach serfrøðingurin, Meinhard Bjartalíð, sum er sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi, fer eins og undanfarin ár at hugleiða, nú tiltakið verður aftur í Ólavskirkjuni, sum rúmar 120 fólkum. Aftaná konsertina verður hugnaløta í Stokkastov

Tríggir filmar vinna virðisløn frá Námi

Gilli frá 18u á Glasir, Sanna, Randi og Beinta úr 8. a  í skúlanum á Argjahamri Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum í kvøld. Tað sigur heimasíðani hjá Námi . Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er sjey minuttir langur. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er. Allir filmarnir síggjast í einum spælilista á Facebookprofilinum hjá Nám og Snar. Tríggir vinnarar vórðu funnir, sum allir deildu eitt fyrstapláss. Teir fingu sostatt ein triðing av virðislønini, tað er 10.000 krónur í part, av teim tilsamans 30.000 krónunum, sum Nám sponsoreraði. Grundgevingar hjá dómsnevndini vóru hesar: ”Gang ein túr” T1 Tekniski skúli, Klaksvík (2:34): Vit síggja eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur í stop motion, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og góðan

Kreativur háskúli

Í dag bjóðaði Pernille Mejslov okkum í Námi til framsýning á Føroya Fólkaháskúla, har hon undirvísir í kreativari skriving og tekning. Hon er úr Lejre kommunu við Roskildefjørðin. Samstundis løgdu hon og Rigmor Dam seinastu hond á næmingablaðið Tjaldrið, sum er eins gamalt og háskúlin, 120 ár. Næmingarnir hava sjálvir gjørt alt blaðið og myndprýtt við tekningum og fotomyndum. Á baksíðuni er fotomynd av eini instalatión við eini song og slóð til tónleikastykkið Sovi Bara hjá Jónas Langgaard. Eftir gongini hava næmingarnir á heystskeiðnum gjørt ein stóran máling, har tey eiga eitt petti í part. Næsta ár er málninguri ein annar, sigur Pernille. Permuna á søguliga Tjaldursblaðnum hava teir tríggjar Ýr Ákadóttir, Paulina Joensen og Annika á Fløtum Rasmussen gjørt. So ganga vit gjøgnum túnið, heilsa uppá nýggja stjóran, Hedvig Weserlund Kapnas, og ganga yvir í Hansastovu, sum er kreatva húsið, har eisini kjallari er. Fyrst fyri eru litfagrir fuglamálningar hjá Anniku, su e