Foto: Ole Wich Einaferð, tá kreppan var í botni, og eg var á norðurlendskum samstarvsskeiði í Ebeltoft, tað mundi vera fyrrapartin í 1990’unum, fór eg á heimferðini, sum var um Keypmannahavn, til fótbóltsdyst í Parkini, har føroyska og danska fótbóltslandsliðið skuldi møtast á ein heilt nýggjan hátt, sum sjálvt eg ikki hevði sæð fyrr. Í ølsteðginum, tílíkt hava tey í fótbólti, ein ølsteðg, var ein dani, sum í ovfarakæti vildi vísa mær, hvussu nógv hann helt við Føroyum. Hann hevði gjørt sær ein klapphatt við føroyskum navni og flaggi, sum hann manuelt kundi fjarstýra við einum enda á hvørjum vanga og klappa og vinka við flaggi og vøttum, so hvørt eitt tjóðskaparligt blunk skuldi gevast. Kanska skilji eg ikki fótbóltsskemt, ella eg bara ikki vil vita av tí, tá tað kemur fyri dagin og tónar reint flagg, men eg helt als ikki at hetta var nakað at sláa upp í glens og at brúka til fólksligt fótatraðk soleiðis í eini fólkamongd við pylsum og øli. Eg minnist enn, hvussu illa eg bleiv