Skip to main content

Ravnur - føroyski talukennarin


Ein føroysk teldutala av tekst-til-talu slagnum varð ment í 2005. Teldutalan hevur verið virkin í mong ár og semja er um, at hon hevur verið til stóra nyttu hjá blindum, sjónveikum, lesiveikum og orðblindum. Teldutalan varð eisini roynd við tekstum á hesum bloggi.

- Tað er serliga frá hesum brúkarabólkum at ynski hevur verið frammi um, at vit nú eisini fáa ein føroyskan talukennara, tala-til-tekst, sum tey siga, har tosað verður á føroyskum, og at hetta kemur á skrift. Tað vil siga, at vit her tosa um teldu, telefon ella aðrar pallar, har hugsandi er at samskifta, siga málfrøðingarnir Annika Simonsen, Sandra Saxov Lamhauge og Iben Nyholm Debess.

Heitið á verkætlanini er Ravnur. Teksturin á hesum bloggi verður framhaldandi eitt støði í arbeiðnum við nýggja føroyska talukennaranum.

Í fjør summar savnaðist arbeiðsbólkurin at seta sjøtul á tankan um ein føroyskan talukennara.


- Við teldutaluni, sum lesur allan skrivaðan tekst upp, og nú við talukennaranum, kunnu bæði blind, sjónveik, lesiveik og onnur gerast sjálvbjargin, nema sær útbúgving, vera við í almenna kjakinum, arbeiða og hava eitt virðiligt lív á jøvnum føti við onnur.

Her sæst, hvussu tey á Fróðskaparsetrinum gera ljóðupptøkur av fólki og hvussu tey aftaná skriva røddirnar á telduna.


- Vit eiga øll okkara móðurmál, og vit ynskja jú øll, at vit klára at menna og varðveita okkara málsliga samleika í tíðum, har máltøknin tekur yvir nógvar tænastur. Givið er, at um vit ikki menna ein slíkan talukennara, so er vansin, at føroyingar fara at nýta annað mál til hesar tænastur, siga stigtakararnir.

Verkætlanin Ravnur, sum er at menna ein føroyskan talukennara, byrjaði í januar 2019. Íverksetari er sami persónur, sum menti gomlu teldutaluna, Karin Kass, ið aftur virkar sum fyrisitingar- og fíggjarleiðari. Verkætlanarleiðari er Peter Juel Henrichsen, sum hevur verið við í líknandi ætlanum í Danmark og hevur holla vitan um tøkni og málfrøði.

- Annars eru vit tríggir lingvistar: Sandra Saxov Lamhauge, Iben Nyholm Debess og Annika Simonsen. Aftrat okkum hava vit fimm lesandi hjálparfólk, ein KT-hjálpara og tveir ráðgevar. Politiski myndugleikin hevur tikið væl undir við arbeiðinum við eini góðari játtan frá Mentamálaráðnum á fíggjarlógini. Tó er neyðugt at fara út við umsóknum til ymiskar grunnar, virkir og onnur hugsandi støð, at fáa stuðul. Hetta er alneyðugt, um arbeiðið kann halda fram ótarnað, sigur Karin Kass.

- Tá arbeiðið er liðugt, sum eftir ætlan er í seinnu helvt av 2021, er talukennarin ogn hjá øllum Føroya fólki, sigur Karin og leggur afturat, at tey hava valt at gera talukennaran frítt atkomuligan í open source til almenna nýtslu og til víðari gransking og menning av aðrari máltøkni.

Talukennarin fer at kunna nýtast í nógvum ymiskum tænastum og tólum.

- Uppgávan í verkætlanini er fyrst og fremst at talgilda føroyska málið, so tað kann brúkast bæði til talukennaran, men eisini til aðra máltøkni, tí um onkur hevur hug at menna aðra máltøkni, so kunnu tey frítt brúka tað tilfar, sum vit hava ment og savnað saman. Vit menna sum so ikki ein lidnan talukennara, sum kann brúkast í øllum støðum, men vit menna alt tað tilfar, ið skal til fyri at gera ein ítøkiligan talukennara. Talukennarin skal lagast til hvørja funktión, hann skal virka í. Hetta merkir, at øll kunnu taka okkara tilfar niður og menna tað víðari til eitt nú eina Siri, diktering hjá læknum, hjálpitól hjá blindum, orðblindum og øðrum, sigur arbeiðsbólkurin, ið hevur Egil Hofgaard sum kt-fólk.

Arbeiðsbólkurin hevur fingurin á pulsinum og fylgir við í, hvat tilfar longu er ment, hvat av hesum kann brúkast, og hvør annar er í gongd, ella hevur verið í gongd við at menna føroyska máltøkni.

- Á hendan hátt kunnu vit deila tilfar og vitan okkara millum og harvið spara arbeiðsorku, siga tey.

Ein áhugabólkur fyri føroyska máltøkni er gjørdur í hesum sambandi.

- Meiningin var, at vit øll í hesum áhugabólki skuldu hittast til ein netverksfund og kjakast um máltøkni í Føroyum, men beint nú er hesin fundur avlýstur - sum alt annað - vegna korona. Nýggjur fundur verður ásettur, so skjótt støðan við kornasmittuni er broytt og alt hevur lagt seg, siga Annika og Sandra í dag.

Vega arbeiðsbólkin hava tær hesa almennu áheitan um at fáa fólk at lesa fyri verkætlanina:

- Í sambandi við okkara verkætlan at menna føroyska talukennaran, gera vit nógvar ljóðupptøkur av fólki, sum skulu lesa nakrar styttri tekstir upp. Vit hava støðugt tørv á fólki, sum vilja verða tikin upp, so um onkur er, ið vil hjálpa okkum við hesum, mugu tey gjarna senda okkum ein teldupost á annika.simonsen@hotmail.com. Vit miða eftir at fáa bæði kvinnur og menn úr øllum dialektøkjum í allum aldri við. Sum nú er, manglar okkum flest fólk úr Sandoynni, Vágum og Norðuroyggjum, men vit mangla eisini fólk frá 36 árum og uppeftir frá øllum dialektøkjum, men serliga manglar okkum fólk yvir 60 ár. Vit hoyra hjartans fegin frá øllum, ið hava áhuga í at hjálpa okkum við hesum!

Og við heilsan til ídnu íverksetararnar, sum brúka útgangsorðini “nógvir løkir smáir gera stóra áir”, fer Birkblog at ynskja verkætlanini alt tað besta og at leggja allan tekstin opnan at brúka. Góða eydnu!