Skip to main content

Hetta var ikki gott nokk


Havi verið framúr fegin um formidlingina av og um koronasmittuna í Degi og Viku seinastu tíðina. Men í gjárkvøldið gekk av skriðuni. Ein fakmaður tosaði um talvur og frymlar, men fotografurin á vaktini fangaði ikki talvurnar. Hvussu verturin so vildi, so krøkti faktalan ikki í myndirnar, tí tær vóru ikki har. Tá tær eina løtuni kortini vóru har, so var alt farið framvið og hevði fingið nýggjar útleggingar, tilsipingar og fótnotur, sum bara tey kønu í matametikk skilja, so vítt eg hoyrdi, fyri yvirhøvur at kunna skilja innslagið og fylgja við í fólksins almannamiðili.

Í morgun hoyrdi eg tíðindaleiðaran í Pressuni í Kringvarpinum undirstrika, hvussu fegin hann var um innslagið, og hvussu redaktiónin hevði arbeitt við evninum allan dagin.

Eg bleiv illa við og fór at hyggja aftur, um eg hevði hugt skeivt, misskilt, ella okkurt annað hevur forstýrað og ávirkað fakligu formdlingina úr tilbúgvingarvarpinum. Nei, eg dugdi ikki at síggja, at ein tíðindaredaktión kann verða nøgd við hetta avrikið. Hetta innslagið, hvussu álvarsligt tað enn kann fatast av teim, sum longu vistu um og kendu til matematisku prinsippini og grafarnar frammanundan, var ikki nóg væl frágingið.

Skilji eisini á tíðindafundinum hjá landstýrismanninum, fútanum og læknanum i Kringvarpinum klokkan ellivu í morgun, at tey hava tosað um framløguna av grafinum, og eru so pínliga berørd, at hann varð nevndur upp í saman av øllum trimum.

Hetta er tað sum hendir, tá man velur at prædika til kórið. Kórið, tey longu frelstu, eru matematikarar, sum vita, at tað krevst vitan um og kunnleiki til egna matematikk, annars sleppur tú ikki í henda eksklusiva klubba av vitandi vitinskapi.

Sjálvsagda avleiðingin er, at fólkið, næstan øll, standa uttanfyri fílabeinstornið og undrast avkrøkt, hvat hesir klóku persónar havast at, nú landið er um at fara um koll og smittan er um næsta horn.

Tað er tað mest óhepna, ið kann henda í eini støðu, sum vit eru í nú. Miðsavnandi kunning, hon sum fútin og læknin stóðu fyri í morgun, tað er tað, sum skal til. Landstýrismaðurin er deiliga jovialur, og tað skal ikki liggja hon til læst. Hann er eitt politiskt kosið menniskja, hinir eru vælfunderaðir embætismenn við greiðum tankum um formidling.

Teir tankarnir ráddu ikki á redaktiónin á Degi og Viku í gjárkvøldið. Í hesum tíðum eiga vit ikki at hava rúm fyri tílíkum mishappum. Og á hesum sinni ikki eitt orð um búskaparmannin, sum vildi opna allar slúsir, so vit fyrst av øllum fáa ein útbygdan flogvøll. Sálarfrøðingurin var eitt gott breyk, men hann burdi fingið betri mediterandi rúm og stundir saman við vertinum. Tá tað ikki hendir, kenst tað sum uppáklistra ífylla.

Tí er tað ein vælsignaður lætti at sleppa at lurta eftir Bob Dylan við einum nýggjum sangi í átta ár. Tendra og blunda og lata seg føra av besta formidlara í okkara orðalagstíð, nú eingin sigst lesa. Seytjan minuttir, ein messa og eg síggi alt fyri mær. Tað er formidling. Púra isi, beint í oyrað. Undir eygnalokunum síggi eg alt fyri mær. Tað er formidling. Í egnum biografi.