Skip to main content

Føroyar millum dreym og vøku


- Eg havi altíð verið hugtikin av Norðurlondum. Seinastu árini havi eg vitjað Ísland, Noreg, Finnland og Grønland. So Føroyar komu natúrliga eisini á mín ynskilista, my bucket list, sigur Stéphane Ridard úr París á páskum, nú hansara poetiski stuttfilmur Føroyar er sleptur á Vimeo.


- Tað er nakað, ið er so serstakt har norðuri hjá tykkum, sum tú ikki finnur ella sært aðrastaðni, tá tú arbeiðir sum fotografur og filmsleikstjóri, sum í báðum førum eru míni professionellu øki, my playground, sigur Stéphane.

- Til hetta høvið vórðu Føroyar hin fullkomni staðurin at filma, tí veðrið skifti alla tíðina. Ein og sama dag kanst tú filma púra ymsar kenslur, hugløg og atmosferur yvirhøvur. It’s crazy, sigur Stépane, púra hugtikin.


- Vit spurdu nøkur lokal fólk, hvar vit kundu finna og filma, these beautiful spots, hesi vøkru føroysku støðini. Heilt nágreiniliga var tað okkara AirBnb vertur, Maryanne, sum av einslistum var um okkum og gav okkum góð ráð um støðini.

- Tað kann tykjast løgi at siga so, tá eg arbeiði við filmi, men høvuðsinspiratiónin hjá mær kemur úr tónleiki. Eg lurti nógv eftir tónleiki, serliga tá eg ferðist. Tað skapar eina serliga kenslu, og har byrja allar mínar filmisku verkætlanir. Við tónleiki. Meðan eg var í Føroyum lurtaði eg eftir nýggjastu útgávuni hjá donsku Agnes Obel, føroyska Marius Ziska og amerikanska Conner Youngblood.

- Vit komu aftur úr Føroyum eina viku innan franska samfelagið varð latið aftur av Covid-19 smittuni. Tí noyddust vit at arbeiða heimifrá og heilt annarleiðis enn ætlað. Tiernan Piroué, sum gjørdi tónleikin, hevði nøkur ljóðføri heima og gjørdi upptøkurnar har. Liah O’Prey, sum í fjør var við í filminum Mary Queen of Scots, skuldi lesa tekstin, sum Martin Laugery hevði skrivað til filmin, og vit gjørdu av at senda henni eina mikrofon við postinum, so hon lesur upp í íbúðini har, sum hon býr. Alt er heimagjørt.

- Næsti filmur eg arbeiði við er fiktión og fer eftir ætlan fram á Svalbarð næsta ár. Eg eri ikki liðugur við Norðurlond enn, sigur Stéphane, sum í løtuni á Instagramvanganum eisini hevur Jordan, Madagaskar, Dolomittafjøll og Indonesia ovast á breddanum.

- Kundi hugsað mær at komið aftur til Føroya, kanska um summarið, og roynt nakað annað, serliga at læra føroyingar betri at kenna. Og so segði onkur mær um G! festivalin og føroyska tónleikapallin, sum eg eri serstakliga spentur at hoyra meira um.

Martin Laugery, ið arbeiðir saman við Stéphan, hevur skrivað tekstin, sum Liah O’Prey lesur í filminum. Spurdur um inspiratiónskeldur til arbeiðið við teksti á filmi, sum hesum um Føroyar, nevnir hann fyrst og fremst storytelling, at skapa ein søgutráð, og so vísur hann til 69 ára gamla franska høvundan Philippe Derlerm, sum fremstu fronsku listarligu inspiratiónskeldu.

- Eg hefti meg við ymsu tíðarskeiðini í lívinum, skiftið millum hesi og so at venda aftur til byrjanina, sigur Martin Laugery.

Føroyar er ein sjáldsama poetiskur stuttfilmur, sum millum dreym og vøku er bæði effektivur og kensluborin at lýsa eitt fremmant stað, kanska við enda jarðarinnar, har bert fá av meginlandinum hava verið, tí her er so fjarskotið. Tað er vetur, so ítøkiligi visuelli karmurin er kavi í stormi og logn, serliga væl eygleiddur við dronu og í brimi. Henda harðbalna lýsing verður borin fram við einføldum men dramatiskum filmstónleiki og eini himmalskari kvinnurødd, sum á páskum nemur við frumsøgu og uppruna, ja uppreisn. Føroyar eru fýra fullløddir minuttir, skaldabornir við briljantum teknikki.