Foto: Ole Wich
Einaferð, tá kreppan var í botni, og eg var á norðurlendskum samstarvsskeiði í Ebeltoft, tað mundi vera fyrrapartin í 1990’unum, fór eg á heimferðini, sum var um Keypmannahavn, til fótbóltsdyst í Parkini, har føroyska og danska fótbóltslandsliðið skuldi møtast á ein heilt nýggjan hátt, sum sjálvt eg ikki hevði sæð fyrr.
Í ølsteðginum, tílíkt hava tey í fótbólti, ein ølsteðg, var ein dani, sum í ovfarakæti vildi vísa mær, hvussu nógv hann helt við Føroyum. Hann hevði gjørt sær ein klapphatt við føroyskum navni og flaggi, sum hann manuelt kundi fjarstýra við einum enda á hvørjum vanga og klappa og vinka við flaggi og vøttum, so hvørt eitt tjóðskaparligt blunk skuldi gevast.
Kanska skilji eg ikki fótbóltsskemt, ella eg bara ikki vil vita av tí, tá tað kemur fyri dagin og tónar reint flagg, men eg helt als ikki at hetta var nakað at sláa upp í glens og at brúka til fólksligt fótatraðk soleiðis í eini fólkamongd við pylsum og øli. Eg minnist enn, hvussu illa eg bleiv við av at síggja, hvussu illa hann bleiv við. Hann flutti seg við pylsum og øli, og goymdi heimagjørda klapphattin, sum bara skuldi heilsa og hátíðarhalda okkum úr Føroyum. Einki annað. Hvørki hann ella eg kendu okkara vitjunartíð.
Men tey, ið hava sæð The Big Lebowski vita, at tað er ikki alt, mann skemtar við. So slettis ikki við heraldikki og tjóðskaparligum skildramerkjum, og so aldeilis ikki á 80 ára degnum fyri bretsku vinaherðsetingina av Føroyum í 1940, tá Danmark, sum nú var tikið av nazistum, enn ikki hevði góðkent føroyska Merkið, og vit máttu fáa ein heimsbardaga og eina fremmanda makt, bretar, at herseta okkum, bara fyri at sleppa at mála sama heraldikk á bógvin á fiskiskipum, so tey kundu frámerkjast sum vinir og ikki verða skotin í sor og søkt av vinum í ljósi ella myrkri.
Flaggsøgan, sum tá byrjaði, fekk Merkið góðkent, og alt annað vrakað, eisini eitt grønt flagg frá bretum. Í fólkamongdini á Tinghúsvøllinum var bara ein maður, sum rætti hondina upp at mótmæla nýggja flagginum. Tað var danin Ishoy, skrivar Niels Juel í Flagssøguni, sami Ishoy, sum Tongla Tummas yrkti um í "Ishoy in memoriam" í savninum Og Dansurin Gongur, sum hann fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri í 1959, tá Kirkjugarðskapellið varð tikið í brúk. Helst hevur Ishoy verið fyrsti at verða borin úr tí kapellinum og gravlagdur í kirkjugarðinum, sum eisini tá var nýggjari enn teir gomlu. Kanska fremsta føroyska yrking, í hvussu er eftir einum breiðum parametri, ikki minst í dag, tá søgan aftur tónar flagg, so reint at tað fer beint fram við køksglugganum sum antin ballónferðin hjá Andrée ella kanónkulan hjá Münchausen.
Ole Wich, sum áður hevur viðgjørt danskt-føroyska ríkisheraldikkin í savninum Ophav/Upphav sum Fannir góvu út í 1996, tók myndina og viðgjørdi hana. Høgra myndin er hin rætta. Í vinstru mynd eru fløggini býtt um.
Eftir hongur spurningurin: ber til at gera slíkt í einum siviliseraðum landi? Ella skulu vit lata tílíkar dreingjalótir hoyra til ølsteðgin í einum fótbóltsdysti og ikki sleppa út um tað gyrðingina? Hóast ørindini eru at heiðra Drotning Margrethu II á 80 ára degnum, sum eisini er í vikuni?
Nei, eg hugsi at summi mál eru av sovorðnum slag, at tú gert tey ikki til fótatraðk ella pylsuskemt.
Nú kirkjuhøgtíðin er farin aftur um bak, kunnu vit heilsa donsku marinuni við í minsta lagi tveimum skriftstøðum, sum bæði eru frá Lukasi:
Í Lukas 23,34 lesa vit: ”Faðir, fyrigev teimum; tí at teir vita ikki, hvat teir gera!”
Í Lukas 18,14, lesa vit heilt spesifikt og ikki yvirskipað, um ógrundað at ditta sær at seta eitt flagg yvir einum øðrum, at ”ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.”
Soleiðis er boðskapurin á fjørðinum, tá tyrlan pískar stemningin upp, tríggjar dagar fyri drotningaføðingardagin, og vit uttan eitt kis hildu ondini og lótu 80 ára dagin fyru bretsku hersetingina av Føroyum fara aftur við borðinum.
Tað eru ikki allar veitslur, vit fara í og enn færri, vit flagga fyri.
Neyvan er nakað álvarsamari enn eitt tjóðskapartekin, sum ber boð um, hvør samtykkir at savnast undir hesum merki.