Skip to main content

Meistarlig ljósseting


Undir heitinum Einki eitur klokka førdi hóskvøldsdokumentarurin í Kringvarpinum okkum út til Kirkju og Hattarvík í Fugloynni og inn í tilveruna hjá trimum fólkum, Mikkjal Peturi, Emmu og Amaliu. Tvey tey fyrstu havi eg sæð á filmi fyrr og minnst serliga útisiglaran, Mikkjal Petur, úr frálíka filminum hjá Teiti Árnasyni Dahl, Burturhugur, sum varð frumsýndur á Listastevnuni í 2001. Fyrsta føroyska listaátak, sum veruliga gjørdi mun, og skapti líkindi fyri listaligum upplivingum í landinum.

Men aftur til hóskvøldið.

Umframt túnini millum tøttu húsini, takpláturnar, skotini niðan og oman, vindeyguni úr ymsum tíðum og improviseraðu pláturnar upp við húsaveggjunum, so útsýnið varð sum inn í allar málningarnar hjá Steffan Danielsen upp á eingang, so hefti eg meg aftur og aftur við ljóssetingina hjá fotografinum, tá hann var inni í teim trimum húsunum.

Handverk, sum ikki bara stuðlar upp undir eina hissini útferð, men gongur í eitt við væl tilrættisløgdu søguna, ið heldur ikki bara er ein snapshot reportasja av tí, sum kom fyri linsuna ein tilvildarligan dag á útoyggj, nei, eitt samantvunnið og avbalanserað verk, sum letur okkum anda lívið, lagið og luftina á útoyggj.


Fýra frystiboksir í kjallaranum, tapet úr 1800’talinum, urtapottur og loftsmáling, ið eru hundrað ára gomul, og so tey bæði, sum í myrkrinum hyggja um ljós er, men aldri fara á gátt hjá hvørjum øðrum.

Søgur úr okkara egna umhvørvi, sum millum vanliga prátið eru so væl eygleiddar, fangaðar og frambornar, at eg eri púra paff.

Samlaða avrikið í filminum fær meg at hugsa um teir búskaparligu bjargingarpakkar, sum politikarar nú í tveimum umførum fara at seta í verk.


Við hesum filmi sum hondgrípiligum dømi, er mín fyrsti tanki, at fáa tryggjað føroyskari filmsgerð eina munandi játtan til heimildarfilm á høgum støði, beint nú. Hvørki meir ella minni. Ein pakka at tryggja heimildarfilmi professionella liðugtgerð, týðing og marknaðarføring, so lidni filmurin kann verða ein útflutningsvøra til filmstevnur, sjónvarpsstøðir og stroymingartænastur fyrst og fremst á evropeiska meginlandinum, har áhugin er ovurhondsstórur. Meldar ein føroyskur filmur seg til, so er hann á skránni beinavegin. Treytað av at hann hevur so høgt støði sum hesin filmur.

Takk, Dagmar og Jónfinn, og Brian og Jón, fyri eina totalt avslappandi løtu á bygd, helt nágreiniliga í ein tíma, hóast klokkan ikki varð brúkt og nettupp ongan týdning hevði hesa avmáldu lukkuløtu í okkara egna landi beint nú.

Til lukku við avrikinum!