Skip to main content

Posts

Drive-in á Skálatrøð

Drive-in, video on demand og stroyming eru nýggj, men ikki minni neyðug orð í heimligu biograforðabókini beint nú. Hóast biografarnir, teir eru tveir í landinum, í einum høggi mistu alla inntøku, tá koronastungsilin varð settur í verk á grækarismessu, hava tey ikki sett seg at bína yvir einvegis útreiðslum og harvið falla í fátt. Nei, nú verður útibio í høvuðsstaðnum. Meðan tey í Søldarfirði nýliga hava lagt dygt støði undir gomlu hugsjónina um drive-in biograf, fer Havnar Bio um flaggdagsvikuskiftið, tað er í dag, í morgin og í ovurmorgin, at halda fram við útibio á Skálatrøð . Í tryggari frástøðu í egnum bili. - Tórshavnar kommuna hevur boðið okkum plássið, og vit hava tikið av, sigur Jákup Eli Jacobsen, sum dagliga rekur Havnar Bio, ið er partur av danska biografsamstarvinum Fokus Biograferne. Ljóðið fer Ljóðtøkni hjá Hjalmari Hvítklett at taka sær av, og ljóssterka stórskermin eigur AV-Lux hjá Hans Andor Johannesen. Ikki kann sigast annað, enn at teir báðir, sum nú ru

Føroyskur framleiðari í filmi úr Kabul

Jón Hammer er ein á liðnum hjá stjørnuframleiðaranum Katju Adomeit, nú filmurin Mítt barnaheim í Kabul verður stroymdur inn í stovur í danska ríkinum. Tað er biografurin Grand Teater, sum skipar fyri stroymingini, nú allir biografar eru stongdir. Grand byrjaði at vísa film í Keypmannahavn í 1913, og hevur undir koronastongsilinum lagt seg eftir at stroyma góðan nýggjan arthousefilm, sum júst er vørumerkið í hesum biografi, ið er besti samstarvsfelagi hjá Filmsfelagnum. Meðan vit bíða eftir, at vanliga biografvirksemið byrjar aftur - í Danmark, har tey hava virknan mentanarpolitikk, er uppskot um at halda frástøðu í biografinum, og at landið stuðlar við at keypa tómu sessirnar, sum eru ímillum - ber til fyri 49 krónur at síggja filmin úr Kabul heimastroymdan. Lukkutíð hevur eksotiski filmurin Parwareshghah danskan undirtekst, tí talaða málið er dari, hindi, urdu og russiskt. Í 2017 møtti eg framleiðaranum, Katja Adomait, sum sæst longst til vinstru omanfyri, og medframl

Er fótbólturin ein mafia?

Sum tilbúgvingarstovnur fær Kringvarpið seg roynt í hesum døgum við kreppusamskifti um, hvussu borgarin skal fyrihalda seg, og hvussu myndugleikin og fakkunnleikin velur at orða seg. Í stundini er mikrofonin og myndatólið har. Frálíkt avrik í sjálvum sær, ikki minst tá Barbara Holm í Degi og Viku mánakvøldið hevði boðið Bjarna Arge og Brynhild Thomsen í sendistovuna at skifta orð um samskiftið, hvør strategiska ætlanin hevur verið, hvør er sloppin framat, og hvussu samskiftið hevur hilnast. Ein hin best fyrireikaða samrøða og orðaskifti, eg havi hoyrt í føroyskum miðili, tað eg minnist, um júst hetta týdningarmikla evni. Men ítróttin og fótbólturin, sum hevur tiltuskað sær ein pall við ikki hissini makt, slapp ikki við í kjakið. Kanska varð evnið tómt og liðugt, tá tólv minuttir vóru farnir, tí tá endaði verturin góða prátið. Sindur ómotiverað, at runda klokkan skal praktiserast so fýrakantað. Men kanska var tað tí, at tá vildi fótbólturin eisini við, nú borgarstjórarnir eisini

Føroyskur filmur komin á Amazon

Í dag fæst filmurin hjá Sakaris Stórá Dreymar við havið á Amazon, sum ikki bara er bókahandil á netinum, men eisini stroymingartænasta, ið varpar og veitir film beint inn í stovuna, hvar tú so situr og hyggur og lurtar, ella bara slotar í eini koronakeddari kringlupausu frá Kina til Kolumbia og alla klótuna í kring. Dreams by the sea  er heitið á fyrstu føroysktmæltu filmsvøruni, sum í nýggjari tíð er gjørd til altjóða marknaðin í spælifilmslongd, ikki bara til gamla og viðurkenda biografin, har fólk møtast í felag, men nú eisini til heimabiografin, har tú sjálv situr. Eitt kærkomið høvið at stytta sær um stundir, nú koronasmittan hevur bundið okkum heima. Hóast filmurin lýsir eitt evarska lítið samfelag, og er á einum máli, sum fey fæstu vita um og neyvan nakrantíð raka við, var tað ikki fyri talgildu tøknina, so er hann lættari enn nakrantíð at síggja. Fish&Film, sum framleiddi, er hervið fyrsta føroyska fyritøka, sum selur film á Amazon. Tað upplýsa filmsframleiðararn

Tykisturistur í fjarstýrdari ferðavinnu

Bretski ferðabókahøvundurin, Tim Ecott, skrivar í dag í avísini The Guardian um at ferðast í Føroyum á ein heilt nýggjan hátt, sum var tað eitt fjarstýrt telduspæl. Vit kundu kalla ferðafólkið ein tykisturist. Tú kanst sita á eini sofu í London og umvegis remote-tourism.com fáa samband við ein føroyskan ferðaleiðara, har tú gert av, hvar hann ella hon fara við myndatólinum. Á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands byrjaðu tey við at seta spurningin: - Hugsa tær, um vit kundu bjóðað fólki úr hvørjum króki í heiminum at uppliva oyggjarnar sum tykisturistar gjøgnum eyguni á einum lokalum ferðaleiðara? Ella enn betri, um tykisturisturin sjálvur kundi stýra og gera av, hvar ferðaleiðarin fer, nær og hvussu leingi? Á enskum sigur heimasíðan hjá Visit Faroe Islands í dag, at "We have created a new remote tourism tool, the first of its kind. Via a mobile, tablet or PC, you can explore the Faroes’ rugged mountains, see close-up its cascading waterfalls and spot the tradit

Margretha, fyrigev teimum!

Foto: Ole Wich Einaferð, tá kreppan var í botni, og eg var á norðurlendskum samstarvsskeiði í Ebeltoft, tað mundi vera fyrrapartin í 1990’unum, fór eg á heimferðini, sum var um Keypmannahavn, til fótbóltsdyst í Parkini, har føroyska og danska fótbóltslandsliðið skuldi møtast á ein heilt nýggjan hátt, sum sjálvt eg ikki hevði sæð fyrr. Í ølsteðginum, tílíkt hava tey í fótbólti, ein ølsteðg, var ein dani, sum í ovfarakæti vildi vísa mær, hvussu nógv hann helt við Føroyum. Hann hevði gjørt sær ein klapphatt við føroyskum navni og flaggi, sum hann manuelt kundi fjarstýra við einum enda á hvørjum vanga og klappa og vinka við flaggi og vøttum, so hvørt eitt tjóðskaparligt blunk skuldi gevast. Kanska skilji eg ikki fótbóltsskemt, ella eg bara ikki vil vita av tí, tá tað kemur fyri dagin og tónar reint flagg, men eg helt als ikki at hetta var nakað at sláa upp í glens og at brúka til fólksligt fótatraðk soleiðis í eini fólkamongd við pylsum og øli. Eg minnist enn, hvussu illa eg bleiv

Føroyar millum dreym og vøku

- Eg havi altíð verið hugtikin av Norðurlondum. Seinastu árini havi eg vitjað Ísland, Noreg, Finnland og Grønland. So Føroyar komu natúrliga eisini á mín ynskilista, my bucket list, sigur Stéphane Ridard úr París á páskum, nú hansara poetiski stuttfilmur Føroyar er sleptur á Vimeo. - Tað er nakað, ið er so serstakt har norðuri hjá tykkum, sum tú ikki finnur ella sært aðrastaðni, tá tú arbeiðir sum fotografur og filmsleikstjóri, sum í báðum førum eru míni professionellu øki, my playground, sigur Stéphane. - Til hetta høvið vórðu Føroyar hin fullkomni staðurin at filma, tí veðrið skifti alla tíðina. Ein og sama dag kanst tú filma púra ymsar kenslur, hugløg og atmosferur yvirhøvur. It’s crazy, sigur Stépane, púra hugtikin. - Vit spurdu nøkur lokal fólk, hvar vit kundu finna og filma, these beautiful spots, hesi vøkru føroysku støðini. Heilt nágreiniliga var tað okkara AirBnb vertur, Maryanne, sum av einslistum var um okkum og gav okkum góð ráð um støðini. - Tað kann tykj

Har vildi eg fegin búð

Meðan dunið frá eysturevropeiskum skipum rullar inn móti føroyskum langafríggjadagslandi, dagar hesin skjøldur upp úr bakkanum. Har vildi eg fegin búð, er mín fyrsti tanki. Geri up við meg sjálvan, at omanaftur skal gongutúrurin leggjast fram við hesum húsum. Tað er í fyrsta lagi eyðsýnda útsiktin og síðan byggisniðið í lendinum, sum fangar mín áhuga. Tílíkt sæst ikki í íbúðabygging í høvuðsstaðnum, sum er mesta at líkna við eitt klondike. Fremmandu risaskipini á fjørðinum, fiskiskip og móttøkuskip, duna allan vegin tá tú gongur úti við Strond. Summstaðni slær eystandunið aftur og tú verður mintur á filmin "Breaking the Waves" (1996), har fremsti kvinnuligi offursleikarin er umborð á rustaðum skipum, sum skotar kallaðu klondikers. Langafríggjadagsminnið um siglandi klondikers er langt síðan skolað upp á land og hevur heft seg alla staðni í býnum. Grefligast, tey árini Glasir varð í gerð, og alt uttan um fór at liva eitt nýtt lív, sum ikki var sæð fyrr, lívið hjá klo

Tað subtila

Í hesi koronatíð, har heilsumyndugleikarnir hava tikið leiðsluna, meðan sosiala samfelagsfunktiónin er sett á standby, er at finna sær okkurt at ganga upp í. Nærliggjandi er Weekendavísin. Nýkomin á telduni. Hana helt eg í pappírsformi meðan postútbering enn var leygardag. Fyrr var tað soleiðis at týsdagur var Dimmudagur og so gekk vikan, mikudagur við ymsum temabløðum, sum ikki riggaðu, og so kom Sosialurin eisini fyri seg, modernaður, við fleiri útgávum og eini framúr vikuskiftisútgávu. Tað blaðið hevur enn ein góðan redaktionellan standard, kann henda við subtilum yvirskriftum á síðu tvey. Temablaðið hjá Dimmu, haldi tað æt Punktum alla tíðina, kanska Krydd ella Skái eina tíð, var eisini framúr, hvat subtiliteti viðvíkti. Bloggurnar vóru stuttligar inntil tær púra mistu jørðforbindilsi og blivu lallandi fjollutar. Eisini tekningarnar, gjørdar spesifikt til ávísu útgávuna, vóru framúr í eitt stutt tíðarbil. Tá var zenith í føroyskari blaðútgávu. Hetta afturhorvandi i

Meistarlig ljósseting

Undir heitinum Einki eitur klokka førdi hóskvøldsdokumentarurin í Kringvarpinum okkum út til Kirkju og Hattarvík í Fugloynni og inn í tilveruna hjá trimum fólkum, Mikkjal Peturi, Emmu og Amaliu. Tvey tey fyrstu havi eg sæð á filmi fyrr og minnst serliga útisiglaran, Mikkjal Petur, úr frálíka filminum hjá Teiti Árnasyni Dahl, Burturhugur , sum varð frumsýndur á Listastevnuni í 2001. Fyrsta føroyska listaátak, sum veruliga gjørdi mun, og skapti líkindi fyri listaligum upplivingum í landinum. Men aftur til hóskvøldið. Umframt túnini millum tøttu húsini, takpláturnar, skotini niðan og oman, vindeyguni úr ymsum tíðum og improviseraðu pláturnar upp við húsaveggjunum, so útsýnið varð sum inn í allar málningarnar hjá Steffan Danielsen upp á eingang, so hefti eg meg aftur og aftur við ljóssetingina hjá fotografinum, tá hann var inni í teim trimum húsunum. Handverk, sum ikki bara stuðlar upp undir eina hissini útferð, men gongur í eitt við væl tilrættisløgdu søguna, ið heldur ikki bara

Sangur sum kúgan í konturleysum koronadøgum

Fríggjakvøldið vann filmurin Songs of Repression , Sangir sum kúga, altjóða virðislønina Dox:Award og Politiken:Danish:Dox Award í Keypmannahavn. Filmurin, sum er um eina anakronistiska týska niðursetubygd og restirnar av eini evangeliskari samkomu undir Andesfjøllum í Kili beint nú, sæst á cphdox.dk/online til og við 5. apríl. Tað er tey bæði Estephan Wagner úr Kili og Marianne Hougen-Moraga úr Danmark, sum hava gjørt filmin, ið er hálvan annan tíma til longdar. The Act of Killing og The Look of Silence eru millum mongu heimildarfilmarnar, sum sama danska framleiðslufelagið Final Cut For Real longu hevur gjørt, og bygnaðurin er stórt sæð hin sami, at fáa bøðil og offur at møtast, í stillum, men meðan upptøkutólið melur. Á einum slætta undir Andesfjøllum í Kili er ein hugfarslig bygd, sum klipt úr søguni um Heidi og fjallabban. Niðursetubygdin er týsk útí odd og egg, tey tala týskt og foredla alt, ið týskt er, ikki minst evangeliskan sálmasang til innvortisbrúk og oktobu

Hetta var ikki gott nokk

Havi verið framúr fegin um formidlingina av og um koronasmittuna í Degi og Viku seinastu tíðina. Men í gjárkvøldið gekk av skriðuni. Ein fakmaður tosaði um talvur og frymlar, men fotografurin á vaktini fangaði ikki talvurnar. Hvussu verturin so vildi, so krøkti faktalan ikki í myndirnar, tí tær vóru ikki har. Tá tær eina løtuni kortini vóru har, so var alt farið framvið og hevði fingið nýggjar útleggingar, tilsipingar og fótnotur, sum bara tey kønu í matametikk skilja, so vítt eg hoyrdi, fyri yvirhøvur at kunna skilja innslagið og fylgja við í fólksins almannamiðili. Í morgun hoyrdi eg tíðindaleiðaran í Pressuni í Kringvarpinum undirstrika, hvussu fegin hann var um innslagið, og hvussu redaktiónin hevði arbeitt við evninum allan dagin. Eg bleiv illa við og fór at hyggja aftur, um eg hevði hugt skeivt, misskilt, ella okkurt annað hevur forstýrað og ávirkað fakligu formdlingina úr tilbúgvingarvarpinum. Nei, eg dugdi ikki at síggja, at ein tíðindaredaktión kann verða nøgd við hett