Skip to main content

Posts

Korona fer ikki at taka lívið av biografinum

- Nei, korona skal ikki sleppa at taka lívið av biografinum, sigur Jákup Eli Jakobsen í Havnar Bio, tá hann verður spurdur um gongdina í løtuni og komandi filmar. Í hesum koronatíðum hava allir heimsins biografar verið stongdir. Í dag eru bara fáir biografar í Føroyum, ein í Havn og ein í Klaksvík, og helst hevur biografvirksemið verið tað virksemið, sum harðast hevur kent sviðan av koronakreppuni. Samstundis eru størstu íløgufeløgini, ið fyrst hava fíggjað filmarnar og síðan leiga teir út, farin at stroyma filmarnar á egnum pallum til hvønn einstakan keypara heima í stovuni, nú biografarnir hava ligið deyðir og ikki geva nakra inntøku, tí fólk sleppa ikki at síggja film.  Við áheitan um at brúka munnbind, fer Filmsfelagið at stuðla Havnar Bio við at vísa nýggja danska filmin ”Vores mand i Amerika” mikudagin.  Filmurin er um sendiharran Henrik Kaufmann, sum ikki vildi samstarva við nasistisku samstarvsstjórnina í Danmark undir krígnum. Hans Andrias Sølvará, professari í søgu á Fróðskap

Hvammurin reistur

  Í dag var reisigildi í Hvamminum í Tórsbyrgi. Við Jón Kragesteen sum undangongumanni og stigtakara, hava fólk í Tórsbyrgi, sum er elsta eigarafelag í landinum, samstarvað við teir báðar grannarnar Lágargarð, omanfyri, og Boðanesheimið, niðanfyri, um eitt vakstrarhús, har grønmeti skal dyrkast á 120 innilokaðum fermetrum á staðnum har, sum teir tríggir matriklarnir møtast í gróðrarríku lagdini.  Formaður í eigarafelagnum er Høgni í Stórustovu, sum hevur verið í hjallinum eftir flagginum og á mittastu myndini niðanfyri sæst ovastur í stiganum. Elsti maður í Hvamminum, Gunleivur Dalsgarð, opnaði og skonkti skúmandi vínið. Børnini fingu sodavatn og gummibomm. 36 hús eru í Tórsbyrgi, har tey fyrstu fluttu inn í 1976. Gunnar Hoydal hevur teknað húsini, sum í mun til aðrar kommunalar byggiætlanir liggja sjáldsama væl í lendinum. Eftir kommunalu byggiætlanina Tórsbyrgi komu Berjabrekka, Inni á Gøtu og Millum Gilja. At dyrka grønmeti til egið borð, er eitt rák, sum fer um allan heim, og nú ei

Ræst í ein fart

Nýggi føroyski køkurin hevur ikki bara gjørt tað vanligt at fara út at eta á høgum matlistarligum støði, men eisini enduruppfunnið gamlar rættir og matgerð. Ræstur fiskur er eitt øki og støði, sum tykist rúma nógvum, eisini við garnatálg, sum ivaleyst er ein stór avbjóðing, tá umræður at finna markið fyri, hvat býarbúgvin vil rinda fyri og njóta, tá hann ella hon, eins og útlendsk ferðafólk, fara á kafé mitt á degi í miðbýnum.  Tað royndi eg henda dagin í Bitanum, sum er við Steinatún í hølunum, har ikki bara Simme Musikkhús einaferð var, men eisini barberurin og rithøvundurin Valdemar Poulsen, og seinni bilstøð og sjónvarpsleiga. Setir tú teg við vindeygað omaneftir, sært tú oman á ístandsettu handilshølini hjá kommununi, har S.H.J. Radiohandil einaferð var við grammofonplátum innan tey fluttu oman í handilshølini hjá Ebbu, har Basalt og Landskrona eru í dag, og Guðrun & Guðrun aftur eru komnar inn, eftir at hava hildið til hjá gamla Ælaboganum omanfyri Kissa í Tórsgøtu. Og meðan

Trælaskip í koronatíð

Jógvan Hugo Gardar tók myndina í Ánunum Korona leggur nógv á blik. Tá hugsi eg ikki bara um uppstandilsið á arbeiðsplássum, tá onkur hevur ferðast, sum eg sjálvur gjørd síðst í februar, men heldur um russiska flotan, sum fiskar á okkara leiðum, og so liggur í føroyskari havn og umskipar veiðuna í teirra egnu móðurskip, innan næsta túr. Og tað eru ikki hissini skip. Í fólkatali eru tey sum øll fólkini í Kirkjubø, ella øll fólkini í Famjin, ella øll fólkini í Sandvík, ella øll fólkini í Lopra, umsett til menn, bara menn, sum í arbeiðsførum aldri, forvinna til alla bygdina. Nú varð so staðfest, at fleiri av manningini í tveimum av hesi flótandi russisku fjarstøðubygdum høvdu korona. Hvussu føroyski kanningarmyndugleikin varð sloppin umborð at kanna veit eg ikki, men tá eg frætti at skipini fóru avstað, annað norðureftir at fiska meir og hitt suðureftir í hitan at selja, fekk eg tann tanka, at hetta var eitt upplagt stað at filma eina framtíðardystopi, sæð við føroyskum millumtjóðaeygum, u

Hásummar

Nú er hásummar. Hvørki sýnið ella sólin gera av, nær hásummar er, men heldur nær kampingplássið yviri við Strond í Havn er fult ella ikki. Tað er ýtið, sum útróðarmenn søgdu fyrr, ella Benchmark og Vergleichstest, sum vinnulívið og týskarar siga í dag. Í gjárkvøldið um midnáttarleitið kom Norrøna á Havnina og alt varð fylt upp, bilar og kampingvognar í øllum líki. Fyri endanum longst burturi hava nakrir longu í farnu viku stúvað seg saman, helst fyri at halda ólavsøku, so tætt, festligt og minniligt, sum til ber í ár.

- Nú er tann lagaliga løtan at enda komin!

Foto: Jens Kristian Vang - Her verður søgan søgd um eitt ógvuliga týðandi skeið í okkara nýggju vinnusøgu, sum fulkomuliga hevur broytt okkara samfelag, og útlitini fyri framtíðar menning, segði Líggjas í Bø, tá bókin "Av føroyskum firðum út í stóru verð" varð løgd fram á Bakka í gjár. Eftir at hava ynskt høvundunum til lukku við bókini, helt Líggjas í Bø hesa kveiktu røðu undir yvirskriftini: Hugburðurin til nýggjar vinnur Ídnaðargerðin av samfelagnum í farnu øld hevði við sær, at nógv fólk fluttu av bygdunum til stórplássini. Hetta merkti, at stórur partur av fólkinum á størru plássunum, høvdu sínar røtur í bygdunum, sum avfólkaðust meira og meira. Hesi fyrrverandi bygdafólk harmaðust um hesa gongdina. Ivaleyst hevur hugsjónin um bygdamenning sín uppruna í hesum fyribrigdi, og bygdamenning  fekk stóra undirtøku í 60- og 70-árunum. Ein avleiðing av hesum var herrópið “Flakavirki á hvørjum tanga.” Og tá ið so prátið um laksaaling í Føroyum tók seg upp,

Ein roynd at lýsa risan í reportasjuformi

- Bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi, sigur Jógvan Hugo Gaardar, sum í gjár legði bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" fram á Bakka, har opið hús var. Jógvan Hugo er úr Klaksvík, útbúgvin journalistur og býr í Oslo. Tað er saman við Grækarisi Djurhuus Magnussen, journalisti, at hann hevur skrivað bókina um Bakkafrost. - Sum útiseti og journalistur við bústaði í Oslo havi eg fylgt gongdini hjá føroysku alivinnuni og fiskivinnuni gjøgnum nógv ár. Serliga frá seinnu helvt av 90’unum. Úr míni eygleiðarastøðu í Oslo - langt burturfrá føroyska gerandisdegnum - so er gjørligt at fylgja við, tí eg skilji føroyskt og fylgi væl við sum eygleiðari. Samstundis hitti eg norskarar alarar, íleggjarar og greinarar, sum fylgja við í alingini í Noregi, Skottlandi, Hetlandi, Írlandi, Kanada, Kili, Føroyum - og nú eisini Íslandi. Tað er áhugavert at síggja hvussu stórur áhugin er fyri føroysku alivinnuni, sigur Jógvan Hugo. - Bakkafr

Fríar teymar frá størstu fyritøku

Í gjár løgdu journalistarnir, Jógvan Hugo Gardar og Grækaris Djurhuus Magnussen, fram bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" á Bakka á Glyvrum, har opið hús var. Orsøkin er, at Bakkafrost herfyri rundaði tey fimmti árini, sum forstjórin, Regin Jacobsen, sigur heldur lítillátin fremst í bókini, ið telur 200 síður og eisini finst í enskari útgávu.    - Tit eru báðir journalistar, Jógvan Hugo og Grækaris. Hvussu fyrihalda tit tykkum til tað, at skriva um eina fyritøku, tað allar størstu, uttan at ganga uppá kompromis við journalistikkin sum so? Hvussu hava tit siglt og stýrt um tey skerini? - Sum fríyrkisjournalistar eru vit noyddir at hugsa gjølla um ein og hvørja uppgávu, samstundis sum vit noyðast at hugsa um, at vit skulu hava eina inntøku at liva av. Í hesum førinum kom spurningurin, um at gera eitthvørt burturúr, at Bakkafrost í 2018 varð 50 ár, samstundis sum tað í ár eru tíggju ár síðani fyritøkan gjørdi tað stóra lopið og fór á Oslo Børs, sigur Jógvan Hugo, sum er

Panoramaføroyar

Krúnan á verkið, tá tú hevur ferðast í egnum landi, er at seta seg til háborðs við panoramaútsikt á sættu hædd, omaná Parnassinum, mitt í høvuðsstaðnum. Her bjóðar kokkurin Andrew Crooks, sum er úr Dumfries í Skotlandi, men hevur arbeitt nógv í Aberdeen, eina sanna trikoloru av føroyskum mati, ið er tillagaður altjóða góman, sum Martin Dam, tænari, setur á borðið og greiðir frá so hvørt. Eg havi lokkað teir báðar, Andrew og Martin, út á svalan á sættu hædd, har ein stólur er settur, helst fyri at halda hurðini opnari í summarhitanum, so hon ikki stendur og glintar. Men her er eingin, ið forðar tær fyri at seta teg eina løtu at njóta uppgangandi ljóðið úr býnum. Ikki tí, meditativi roykikrókurin er hinumegin á somu hædd, har tú sært yvir kirkjuna og Gamla Bókahandil. Meðan tú hoyrir ferðafólk samskifta á fremmandum málum um dagin, smakkin og útsýnið, kennir tú teg lyftan upp úr gerandisdegnum. Tú verður sjálvur eitt ferðafólk. Í egnum landi. Og tó við nýggjum tilgongdum.