Foto: Jens Kristian Vang
- Her verður søgan søgd um eitt ógvuliga týðandi skeið í okkara nýggju vinnusøgu, sum fulkomuliga hevur broytt okkara samfelag, og útlitini fyri framtíðar menning, segði Líggjas í Bø, tá bókin "Av føroyskum firðum út í stóru verð" varð løgd fram á Bakka í gjár.
Eftir at hava ynskt høvundunum til lukku við bókini, helt Líggjas í Bø hesa kveiktu røðu undir yvirskriftini:
Hugburðurin til nýggjar vinnur
Ídnaðargerðin av samfelagnum í farnu øld hevði við sær, at nógv fólk fluttu av bygdunum til stórplássini.
Hetta merkti, at stórur partur av fólkinum á størru plássunum, høvdu sínar røtur í bygdunum, sum avfólkaðust meira og meira. Hesi fyrrverandi bygdafólk harmaðust um hesa gongdina.
Ivaleyst hevur hugsjónin um bygdamenning sín uppruna í hesum fyribrigdi, og bygdamenning fekk stóra undirtøku í 60- og 70-árunum. Ein avleiðing av hesum var herrópið “Flakavirki á hvørjum tanga.”
Og tá ið so prátið um laksaaling í Føroyum tók seg upp, gjørdi sama grundhugsan seg galdandi, um alarar sum eitt slag av traðarmonnum á føroysku firðunum.
Tá ið stóra alikreppan kom, mátti ásannast, at hugnaligi dreymurin um ali-traðarmenn, ikki hevði hald í veruleikanum - ja var beinleiðis skaðiligur.
Egnar royndir
Tá ið prátið um laksaaling í Føroyum tók seg upp, helt eg hetta vera sera spennandi. Og saman við nøkrum øðrum klakksvíkingum var eg við til at stovna fyrstu vinnuligu alifyritøkuna í Føroyum: p/f á Strond. Forsprákari var ein ungur verkfrøðingur, sum æt Jógvan Hansen. Í fyrsta umfarið settu menn kr. 50.000 í part í sum partapening. Tað mundu vera einir 5-6 partaeigarar at byrja við, men tað komu nakrir afturat seinni.
Tíverri gjørdist neyðugt at hækka partapeningin fleiri ferðir.
Tað vóru fleiri, ymsastaðni í landinum, sum hugsaðu tað sama, m.a. Bakkafrost, men tað var, eftir øllum at døma, p/f á Strond, sum fekk tað fyrsta loyvið.
Tað var ógvuliga spennandi. Royndirnar vóru ongar, og vitanin sera lítil.
Vit høvdu samband við Dag Múller, stjóra á norska Havforskningsinstituttet, og hann skipaði fyri, at stjóri okkara slapp til Noregs at kunna seg eitt sindur um laksaaling.
Men strilti gekst. Í 1982 vóru tó tikin 45 tons, sum vóru seld fyri 1,5 mill kr, t.e. góðar 30 krónur fyri kg.. Men hallið hetta árið var yvir 2 mill.!
Í november árið eftir vóru 26.000 fiskar í 6 ringum - hetta var eftir at 18,000 fiskar vóru slopnir til rýmingar!
Eg haldi, at vit høvdu eitt slag av vátfóðri at fóðra við. Men so kom hugskotið um at nýta vanligt fiskaslógv av Kósini. Tað fekst ókeypis og bleiv so tveitt út í ringarnar.
Stjórin var sum nevnt verkfrøðingur. Hann fann so uppá at umbyggja eina vanliga betong blandimaskinu til at skræða slógvið sundur, áðrenn tað var tveitt í ringarnar. Hetta kendist sum eitt risa framstig.
Tað var vónleyst at fáa raksturin at hanga saman, hóast partapeningurin varð øktur 3 ferðir.
Í 1984 var eingin annar útvegur, uttan at fara í likvidasjón. Og oman á tað heila hingu nakrir av stovnarunum uppá eina stóra kausjón í Sjóvinnubankanum!
Stundum verður sagt, at “av skaða verður tú klókur, men sjáldan ríkur”. Og tað kann vera nakað um tað.
Eg misti í hvussu er ikki heilt mótið, tí nøkur ár seinni hevði eg hug at royna aftur.
Í 1990 keyptu javnaldri og vinmaður mín, Grímur Rasmussen, Símun Pauli Konoy og eg sjálvur alifyritøkuna hjá Trygva Laksafoss, í Hvannasundi, við smoltstøð á Norðtoftum.
Vit kallaðu felagið fyri Eyst-Lax. Grímur, sum hevði verið skipari, var stjóri og eg tók mær av tí fíggjarliga.
Alingin var ógvuliga nógv broytt, bara hesi fáu árini síðani Strond helt uppat. Men tað var framhaldandi nógv og strævið arbeiði.
Vit royndu at spenna okkum út. Vit bygdu brunnbátin “Tjørnunes” til at flyta laksin til Klakksvíkar við, at kryvja. Báturin varð bygdur í Fuglafirði í krepputíðini í 90-árunum, og var einasti nýbygningur, sum kom í flotan í fleiri ár.
Eyst-Lax innrættaði sær kryvjivirki í hølum hjá fyrrverandi Dáva-virkinum á vestursíðini í Klakksvík. Seinni bygdi Eyst-Lax saman við Faroe Salmon eitt stórt nútímans kryvjivirki á kajini í Klakksvík, fyri meira enn 50 mill kr.
Í Eyst-Lax høvdu menn eisini ein dreym um at góðska fiskin meira, og hesin dreymur varð framdur í verki: vit innrættaðu eitt porsjónsvirki, ikki ólíkt tí hjá Bakkafrost, í leigaðum hølum í Fuglafirði.
Hetta varð gjørt í samstarvi við Fiskasøluna, sum tók sær av søluni.
Sum tíðin leið hevði Eyst-lax eitt rættiliga spjatt og fjølbroytt virksemi, sum eisini var ónáttúrliga spennandi at fáast við.
Eyst-Lax hevði, sum teir flestu, bæði góð og minni góð ár. Og mátti - eins og allar hinar alifyritøkurnar - lúta, tá ið stóra alikreppan kom, aftaná aldarskifið.
Alikreppan
Alt fór meira ella minni av knóranum. Tað vóru so nógvir tættir í alingini, Allir sótu hvør í sínum lagi, hvør við sínari vitan og orku - og fingu einki gjørt.
Alararnir vistu nógv um aling, bankamenninir alt um fígging, grannskoðararnir komu við sínum íkasti, og serfrøðingarnir á Heilsufrøðiligu starvsstovu vistu um lívfrøði, fiskaheilsu og sjúkufyribyrging.
Her skuldi ein samskipan til. “Neyðin lærir nakna kvinnu at spinna.” Sigur eitt orðatak.
Tað var júst neyðin, sum rak partarnar saman, og tað kom eitt tíðarskeið við tjaki og støðugum fundarvirksemi, har allir lærdu av hvørjum øðrum.
Føroya Banki og Havsbrún áttu stóran part av alingini, og høvdu sjálvandi ein lykla leiklut í øllum tí, sum tá fór fram.
Eg síggi fyri mær tað stóra fundarborðið í Føroya Banka, har allir luttakarnir sótu kvøld eftir kvøld og míktu støðuna.
Og nógv virksemi var eisini umframt teir stóru felagsfundirnar.
Endurreisingin
Smátt um smátt hómaðist ein heildarloysn, sum allir partar kundu kennast við. Og hon er stórt sæð tann aliskipanin, sum vit hava livað við síðani.
Samstarvið ímillum allar partar hevur verið fyrimyndarligt. Og neyvan hevur nakar eina betri skipan enn vit. Seinastu 15 árini hevur tað gingið støðugt framá
Nýggja Bakkafrost
Tíðin hjá “traðarmanna alibrúkunum” var farin, alingin skuldi skipast í størri eindir, og norðanfyri varð loysnin, at allar alifyritøkurnar vórðu lagdar saman við Bakkafrost.
Men so skuldu pengar á borðið. Tað var nógvur kapitalur til í landinum, men alivinnan var komin í so ringt orð, at ongin droymdi um, at seta sínar pengar har.
Eg var tá stjóri á Tjaldri, og vit høvdu nakað av tøkum peningi. Eg hevði luttikið í fyrireikingararbeiðinum og trúði veruliga uppá verkætlanina. Sum teir fyrstu buðu vit okkum til at seta 20 mill. í. Og so kom glið á.
Sum ein avleiðing bleiv eg nevndarformaður í “nýggja” Bakkafrost í nøkur ár.
Tað var ein góð og spennandi tíð. Tað var ein frægd at samstarva við Hans og Regin og leiðsluna annars. Eg havi bara góð minnir um hetta skeiðið.
Tað var frá byrjan ætlanin at fara á keypsskálan í Oslo við felagnum og tá ið tað kom til tað, segði eg formansstarvið frá mær, tí eg metti ikki, at eg hevði teir neyðugu førleikarnar til tað uppgávuna. Rúni tók so tann leiklutin á seg - og hann hevur røkt hann aldeilis fyrimyndarliga síðani.
Føroyska alivinnan - ein sólskinssøga
Einhvør vinna skal hava ávísar positivar fyritreytir, fyri at kunna virka.
Vit eru so hepnir, at onga aðrastaðni í heimi eru so góðar umstøður at ala laks.
Betri fóður enn tað, sum vit gera honum úr rávøru úr sama øki, fæst neyvan.
Vitannarstøðið hjá manningini er høgt - og tað er neyðugt.
Ongar alistøðir í heiminum eru so væl útgjørdar við allari hugsanligari útgerð.
Sjúku- og smittuváðin er minni enn áður, og nú hevur fyritøkan útgerð, sum ger tað møguligt at taka ovurstórar nøgdir, skuldi tað gjørst neyðugt.
Bakkafrost er heimsmeistari í laksaaling! Tað er tað full semja um, og hesin heiður styrkir umdømi Føroya uttanlands.
Fiskivinna og alivinna
Hesar vinnurnar eru høvuðsgrundarlagið undir búskapi okkara.
Tað er ikki so lætt at gera forsagnir um fiskivinnuna fram eftir. Tí fiskastovnarnir kunnu broytast nógv frá ári til árs; tí eru forsagnirnar rættiliga óvissar.
Forsagnirnar um alivinnuna eru munandi meira álítandi. Kennir tú íløguætlanirnar komandi árini, kanst tú altíð rokna rættiliga neyvt, hvussu stór framleiðslan verður.
Er framtíðin bjørt?
Tað er fyrst og fremst alivinnan, sum er upphavið til tann ótrúliga vælstandin, vit hava fingið her í landinum seinastu árini.
Bakkafrost kunngerð sínar íløguætlanir fleiri ár fram í tíðina, og útrokningarnar av ætlaðu framleiðsluni.
“Alt annað líka” gongur føroyski búskapurin eini ljósari framtíð á møti.
Eru eingir vandar? Sjálvandi kunnu fiskasjúkur aftur gera um seg. Men vit eru nú nógv betri útgjørdir til at forða tí - ella steðga tí. Eisini hesin váðin er nógv minni enn áður.
Ein høvuðsfortreyt fyri, at vit fáa sum mest burtur úr, er marknaðar atgongdin.
Í hesari øldini hevur spenningurin millum heimsins lond verið lítil, og danir hava loyvt okkum at spæla eitt sindur meira “fólk í húsi” enn heimastýrislógin heimilar. Tað hevur verið tolt, at vit í ávísum førum hava ført øðrvísi uttanríkispolitikk enn teir, og á tann hátt kunnað handlað við lond, sum Danmark boycottaði.
Nú veksur spenningurin millum stórveldini støðugt, og nú er tann “lagaliga løtan” at enda komin. Danir tala um at yvirtaka økið “samskifti” aftur frá føroyingum. Eitt øki, sum føroyingar yvirtóku fyri eini 70 árum síðani! Danskir ráðharrar úttala, at nú skulu vit ganga meira í takt!
Tað er ein óreingiligur veruleiki, at Føroyar og Danmark hava ikki altíð somu áhugamál. Tað vita vit av royndum. Danir siga nú, at tað ber ikki til, at eitt ríki hevur fleiri støður. Annaðhvørt Danmark ella Føroyar má bakka, um áhugamálini ganga ímóti hvørjum øðrum. Hvør man tað fara at verða??
Danir látast fittir og bjóða Jenisi og grønlendska starvsbróðrinum at heilsa uppá amerikanska uttanríkisráðharran, áðrenn veruligu samráðingarnar fóru fram.
Hetta eru alt teir beru kávalótir!
Nú spenningurin í heiminum veksur, fara danir at stytta um okkara tjóður, og tað kann koma at kosta okkum dýrt.
Stóra hóttanin ímóti alivinnuni og vælferð okkara yvirhøvur frameftir er sokallaði RÍKISFELAGSSKAPURIN
takk fyri
(Líggjas í Bø 25/7 2020)