Skip to main content

Hvammurin reistur

 

Í dag var reisigildi í Hvamminum í Tórsbyrgi. Við Jón Kragesteen sum undangongumanni og stigtakara, hava fólk í Tórsbyrgi, sum er elsta eigarafelag í landinum, samstarvað við teir báðar grannarnar Lágargarð, omanfyri, og Boðanesheimið, niðanfyri, um eitt vakstrarhús, har grønmeti skal dyrkast á 120 innilokaðum fermetrum á staðnum har, sum teir tríggir matriklarnir møtast í gróðrarríku lagdini. 

Formaður í eigarafelagnum er Høgni í Stórustovu, sum hevur verið í hjallinum eftir flagginum og á mittastu myndini niðanfyri sæst ovastur í stiganum.

Elsti maður í Hvamminum, Gunleivur Dalsgarð, opnaði og skonkti skúmandi vínið. Børnini fingu sodavatn og gummibomm.

36 hús eru í Tórsbyrgi, har tey fyrstu fluttu inn í 1976. Gunnar Hoydal hevur teknað húsini, sum í mun til aðrar kommunalar byggiætlanir liggja sjáldsama væl í lendinum. Eftir kommunalu byggiætlanina Tórsbyrgi komu Berjabrekka, Inni á Gøtu og Millum Gilja.


At dyrka grønmeti til egið borð, er eitt rák, sum fer um allan heim, og nú eisini er komið til okkara í eysturbýnum í Havn. Her hava kvinnurnar við Janu Mikkelsen á odda longu havt plantukassar, sum síggjast til høgru á myndini niðanfyri, í eina tíð og við serligum hepni dyrkað hvítleyk og so gularøtur, pastinak, hvítamai, radisur, lollo bionda, grøntkál og brokkoli.


- Gudmund Nielsen, byggifrøðingur, hevur teknað vakstrarhúsið í Hvamminum út frá teirri fyritreyt, at tey skulu passa til vindeyguni frá Boðanesheiminum, og eisini verið fakligur vegleiðari. Janus Petersen, verkfrøðingur, hevur ráðgivið. Nú fara vit at gera eina ætlan um innrætting í nýreista vakstrarhúsinum við skilaveggum, har vit umframt plantur og produktión, eisini ætla at hava undulátar, sigur Jana, og fortelur mær, at ikki færri enn 18 undulátar eru í bara tveimum húsum her í býlinginum. 

- Umframt góðu royndirnar við grønmetiskassunum uttandura, ætla vit at fáa passiónsfrukt og jarðber at vaksa innandura, tá Hvammurin er innilokaður, sigur Jana og hyggur oman á Boðanesheimið, sum sæst í baksýni á myndunum niðanfyri.

- Týðandi og sjónligur partur av vakstarhúsinum verða vindeyguni í júst hesum næsta grannahúsi, Boðanesheminum, sum av einum konstruktiónsfeili verða skift út, og so koma her niðan í Hvammin, í staðin fyri at verða koyrd burtur, sigur Jón, og ger vart við, at hetta hugskot um nyttu og endurnýtslu í nærumhvørvinum kom frá Kemm Poulsen, tá hann var til umlætting á heiminum og sá niðan í brekkuna. 

- Nýggju vindeyguni eru komin til landið, sigur Jón, ikki sørt spentur um, hvussu veggirnir í Hvamminum endaliga fara at taka seg út tá vindeyguni eru sett í.

Bæði Tórshavnar kommuna og Búnaðargrunnurin hava stuðlað ætlanini við Hvamminum. Í umsóknini til Tórshavnar kommunu varð dentur lagdur á alivøkstur, aquaponics, sum er, at fáa plantur at vaksa í vatni, sum fiskur taðar. 

Í grundevingini fyri at stuðla ætlanini við Hvamminum í Tórsbyrgi, sigur Búnaðargrunnurin, at ”Tykkara umsókn leyk á sera góðan hátt ásetingina í reglugerðini um, at umsóknirnar skulu kunna metast at hava munandi týdning fyri menning av føroyskari grønmetisvelting og grønmetisframleiðslu. Eitt tungtvigandi atlit í metingini var tykkara ætlan um vitanaruppbygging og vitanarbýti, sum skal gerast av kønum fakfólki.”