- Nei, korona skal ikki sleppa at taka lívið av biografinum, sigur Jákup Eli Jakobsen í Havnar Bio, tá hann verður spurdur um gongdina í løtuni og komandi filmar.
Í hesum koronatíðum hava allir heimsins biografar verið stongdir. Í dag eru bara fáir biografar í Føroyum, ein í Havn og ein í Klaksvík, og helst hevur biografvirksemið verið tað virksemið, sum harðast hevur kent sviðan av koronakreppuni.
Samstundis eru størstu íløgufeløgini, ið fyrst hava fíggjað filmarnar og síðan leiga teir út, farin at stroyma filmarnar á egnum pallum til hvønn einstakan keypara heima í stovuni, nú biografarnir hava ligið deyðir og ikki geva nakra inntøku, tí fólk sleppa ikki at síggja film.
Við áheitan um at brúka munnbind, fer Filmsfelagið at stuðla Havnar Bio við at vísa nýggja danska filmin ”Vores mand i Amerika” mikudagin.
Filmurin er um sendiharran Henrik Kaufmann, sum ikki vildi samstarva við nasistisku samstarvsstjórnina í Danmark undir krígnum. Hans Andrias Sølvará, professari í søgu á Fróðskaparsetrinum, fer at innleiða sýningina mikukvøldið. Leikstjóri er Christina Rosendahl, sum eisini gjørdi ”Idealisten”, ið lýsti kanningararbeiðið hjá danska journalistinum Poul Brink av amerikansku hernaðarstøðini í Thule. Filmsfelagið vísti ”Idealisten” tá hann kom fram í 2015.
Slagorð og herróp hjá Filmsfelagnum hevur altíð verið at síggja film í felag. Hóast tøknin sum aldri áður letur upp fyri tí, vil Filmsfelagið mæla frá at stroyma í einsemi heima á sofuni. Kom heldur í biograf og síggj ein film í felag, til dømis í Filmsfelagnum, sum sýnir film mikukvøld í Havnar Bio. Sýningarskráin verður kunngjørd á Facebook og á heimasíðuni hjá Havnar Bio.
Ein av stóru og mest nýskapandi leikstjórunum í Hollywood í dag er Christopher Nolan, omanfyri, sum er aktuellur við ellivta filminum ”Tenet”, ið Havnar Bio vísur 26. august. Nolan gongur egnar leiðir tá hann skapar sjáldsamar biografsøgur sum ”Inception”, og í hesum aktuella føri sæst sum tað fyrsta, at heitið ”Tenet” er eitt palindrom.
Ummælarar meta, at ”Tenet” verður størsti biograffilmur í ár, størri enn James Bond filmurin ”No time to die”, sum verður frumsýndur 12. november.
Christopher Nolan, sum eisini hevur verið í Oslo og Rødbyhavn og filmað, tvíheldur eins og Filmsfelagið um stóra løriftið og serstøku upplivingina at síggja film í felag - í einum biografi, sum er gjørdur og innrættaður til júst tað endamálið, at vísa filmin, sum hann hevur gjørt.
Stroymingtænasturnar eru altíð opnar og tøkar at vísa film á sunnudagssofuni. Alt gott um tað. Men ”Tenet” er hugsaður og gjørdur til biograf, sigur Nolan við altjóða filmspressuna.
Her heima er næsti filmur í felag ”Vores mand i Amerika” mikukvøldið, tá heitt verður á biografgangarar at hava munnbind og virða allar ásetingar um frástøðu og hondreinføri meðan koronasmittan ger um seg.