Skip to main content

Fríar teymar frá størstu fyritøku


Í gjár løgdu journalistarnir, Jógvan Hugo Gardar og Grækaris Djurhuus Magnussen, fram bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" á Bakka á Glyvrum, har opið hús var.

Orsøkin er, at Bakkafrost herfyri rundaði tey fimmti árini, sum forstjórin, Regin Jacobsen, sigur heldur lítillátin fremst í bókini, ið telur 200 síður og eisini finst í enskari útgávu.
  
- Tit eru báðir journalistar, Jógvan Hugo og Grækaris. Hvussu fyrihalda tit tykkum til tað, at skriva um eina fyritøku, tað allar størstu, uttan at ganga uppá kompromis við journalistikkin sum so? Hvussu hava tit siglt og stýrt um tey skerini?

- Sum fríyrkisjournalistar eru vit noyddir at hugsa gjølla um ein og hvørja uppgávu, samstundis sum vit noyðast at hugsa um, at vit skulu hava eina inntøku at liva av. Í hesum førinum kom spurningurin, um at gera eitthvørt burturúr, at Bakkafrost í 2018 varð 50 ár, samstundis sum tað í ár eru tíggju ár síðani fyritøkan gjørdi tað stóra lopið og fór á Oslo Børs, sigur Jógvan Hugo, sum er úr Klaksvík, útbúgvin journalistur og býr í Noregi.

- Avtalan, sum er millum Bakkafrost og meg, er púra greið. Mín uppgáva hevur verið at skriva eina bók, har eg við mínum eygum sum journalistur skuldi lýsa søguna hjá fyritøkuni. Avtalað varð, at eg millum annað kundi fáa innlit í skjalasavnið hjá fyritøkuni, sum lýsir serligar hendingar í søguni.
 
- Eg havi havt fríar teymar at seta bókina saman, og leiðslan í Bakkafrosti hevur ikki blandað seg uppí, hvussu hon er bygd upp, og hvussu innihaldið er sett fram. Tilgongdin hevur verið sum við øllum journalistiskum uppgávum. Tilfar er leitað upp, og keldur eru spurdar og eftirkannaðar. Leiðslan hjá Bakkafrosti hevur havt sama møguleika sum onnur, at lesa tilfarið ígjøgnum, fyri at tryggja, at sitatir og faktaupplýsningar eru í lagi, sigur Jógvan Hugo eftir framløguna.
 
Hann sigur eisini, at sum keypari av uppgávuni kundi Bakkafrost gera av, um bókin skuldi gevast út ella ikki. 

- Tað eru somu treytir, sum allir fríyrkisjouralistar liva undir, tá teir lata frá sær bílagdar uppgávur. Er keyparin ikki nøgdur, so verður tilfarið ikki brúkt. Í hesum førinum hevur keyparin góðtikið tað, sum er latið frá mær og Grækaris. Parturin hjá Grækarisi hevur serliga verið at gera samrøðurnar til flestu vangamyndirnar, sum eru í bókini, og at skriva teir út. Hann hevur eisini rættlisið.
 
- Fyri meg, sum eri tann, ið hevur serliga drúgvar royndir at skriva um alivinnu, og kanska serliga føroyska alivinnu, so hevur uppgávan gjørt, at eg ikki havi kunna skrivað um alivinnu meðan henda ætlanin hevur verið í gongd. Tað merkir, at eg havi ikki skrivað fyri norskar ella føroyskar miðlar um Bakkafrost ella føroyska alivinnu í umleið trý ár, sigur Jógvan Hugo.
 
- Tað hevur altíð verið grundleggjandi hjá mær, at lesarin skal vita, at eg fari undir uppgávur við opnum sinni, og at objektivitetur er nakað, sum eg eftir bestu sannføring skal royna at gjøgnumføra. Opinleiki er eisini grundleggjandi. Tað merkir, at lesarin skal vita, hvussu eg arbeiði. Til dømis er tað óhugsandi fyri meg, at gerast partapolitiskt virkin, arbeiða fyri ávísan flokk, ella politikkara, ella at stilla upp til eitt kommunu- og ella løgtingsval. Í hesum førinum hevur ein fyritøka rinda fyri uppgávuna, og míni bond til fyritøkuna eru bara knýtt til hesa ítøkiligu uppgávuna. Um eg nakrantíð komi at skriva um alivinnu í einum miðli aftur, tað vil tíðin vísa, sigur Jógvan Hugo Gardar, journalistur, eftir at hava lagt bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" fram á Bakka.