Skip to main content

Posts

Brunafongda stríðið um ein lækna í Klaksvík

Meðan evsti mentanarligi fyrisitingarmyndugleikin í hesi vikuni av Tingsins røðarapalli segði, at hann við í mesta lagi einum dagsvarsli vildi leggja niður alt Kringvarpið, soleiðis sum vit higartil hava kent tað, ber samstundis til at síggja eitt framúr danskt dømi um ein ferðandi fríyrkisjournalist, Teddy Bruslund, sum hevur vitjað her og gjørt fýra danskar sjónvarpssendingar um brunafongda læknastríðið í Klaksvík í 1953-1955. Klaksvíkar kommuna hevur játtað 300.000 krónur til sendingarnar . Tað er ein fjórðingur av, hvat verkætlanin kostar.  Nú sýnir danska sjónvarpið teir fyrstu fýra partarnar við frámerkinum ”sæson 1” og allir kunnu síggjast í føroyskum stovum út í eitt á heimasíðuni hjá stovninum.  Um røðin heldur fram, veit eg ikki, men her er tilfar til nógv meir, serliga um verturin, Lars Løkke Rasmussen, framhaldandi verður í aktivari vinnu við Føroyum sum ferðamáli. So verður tað tann reina product placement, ið fær meg at hugsa um uppáhaldið hjá Knud Vilby um ein ferðandi

Eg eri portrið og vegurin

Í dag, seinasta feriudag, tók eg tað djørvu avgerð at fara norður til Saksunar, hóast eg hevði lovað mær sjálvum aldri at gera tað aftur í portursins tíð, ganga oman við ánni, hóast pengaportrið og improviseraða vegin, sum kommunan hevur gjørt fram við áarbakkanum so langt, vit síggja, tí einaferð høvdu tey tørv á at gera júst hetta inntriv í náttúruna, helst uttan at spyrja nakran friðingarmyndugleika, eins og tá portrið varð sett upp.  Her er trongt, fult av bilum, og eg nái at fáa seinasta parkeringsplássið við Svartá, meðan eins nógvir bilar daga undan á bakkanum hinumegin Gjógvará við kirkjuna og Dúvugarðar, har sum almenni farvegurin verður steðgaður við leiðina móti Hvíggjarhamri.  Umframt snurrandi motorsúklurnar og lokalu lendisakførini, sum børn koyra á, goyr ein hundur har yviri, so tað smellir eftir niðri í Pollinum og slær upp í klettarnar og niðan gjøgnum dalin. Tað er nógv, tey átta, sum privacy skeltið sigur búgva her, skulu slúka úr heimsins hornum. Júst hesa ársins t

Frásøgugleði úr fløkta gerandisdegnum - mitt í ævigu Havnini

Hóast øll tykjast samd um at hata biografin, var fult av fólki møtt til frumsýning í Havnar Bio, har nýggi føroyski spælifilmurin hjá Trygva Danielsen ”111 góðir dagar” varð frumsýndur fríggjadagin. Tvær ferðir. Við sjampanju og reyðum løbara, sum Rannvá Jónsdóttir, medframleiðari, skonkti og rullaði út. Filmsframleiðari er Pætur M. Dahl og Andrias Høgenni er eisini við í filmsarbeiðnum hjá Trygva.   Her er fyrst ein spoiler-alert til lesaran av hesum ummæli Hetta er ein coming of age søga úr Havn í dag, eftir øllum at døma við persónligum støði í leitandi og samansetta leikstjóranum sjálvum, og annars við almennum høvuðsdenti á ungdóm og fyrstu tilveruligu royndir at standa á egnum beinum, definera vinarløg og arbeiðsfelagsskapir og ikki minst tað kyns- og paraliga.  Í samrøðu við Aldu Nielsdóttir í Vikuskiftisblaðnum hjá Portalinum, sigur Trygvi Danielsen fyri jól, at hann hevur ”skrivað filmin útfrá egnari kenslu av, hvussu tað følist at búgva í Havnini, í Føroyum sum heild, men ser

Hvar er at ferðast tá eingin ferðast?

Havi ikki ferðast síðan eg kom heim við Atlantsflogi úr París í mars í fjør. Tá hevði eg fotograferað studentauppreistur, ið er eitt automatiserað franskt fyribrigdi síðan 68, eitt alvápnað løgreglulið, ið fylgir teimum sum Gøg og Gokke, og so aktuellu permuna á Charlie Hebdo , sum í blaðkioskini hevði maskur til eitt hvørt politiskt høvi á permuni, og bráddliga varð eg innilæstur av einum antiterrorliðið á torginum, har eg búði á Hôtel Mercure Paris La Sorbonne Saint-Germain-des-Prés. Tók eina rúgvu av myndum og skrivaði ein eins langan tekst og hotellnavnið um at basa býarsmittuni, so andast kundi frítt, sum tvítýðuga franska pressan, ið hevur eina drúgva hjálandasøgu og eitt bládjúpt stættarsamfelag, skrivaði um. Eg strikaði bæði orð og myndir, tá eg skilti, hvussu hysterisk heimafólk vóru um tey, sum komu uttan úr heimi, og hugsaðu alt inn í ein koronakontekst, tey óferðaðu og heimasitandi. Alt lat seg aftur og snørdi seg saman um seg sjálvan og sítt egna beint her og nú. Koronastø

Tjóðraði pallurin

Í morgun kom Bárður Persson á gátt og vit tóku nakrar myndir í túninum. Eins og sálmisturin er hann farin at telja dagar, nú filmurin "111 góðir dagar" verður frumsýndur í Havnar Bio í kvøld. Har hevur Bárður ein filmiskan leiklut. Í veruliga lívinum er sjónleikarin Bárður eisini farin at telja dagar, síðan seinasta framførsla var á Tjóðpallinum. Hann er komin til 171 dagar. Niðanfyri fær Bárður orðið: Tjóðraði pallurin “Um at vera menniskja” var seinasti leikur, ið varð settur upp á Tjóðpalli okkara. Síðani seinastu framførslu av nevnda leiki, hevur ikki eitt kis verið at hoyrt frá okkara Tjóðpalli.  Hetta eru í skrivandi stund 171 dagar síðani! Einsamalt er hetta eitt fullgott tekin um, at hóast okkara Tjóðpallur kann liva við somu leiðslu í 20 ár, so kann hann ikki virka uttan so, at tær fakkønu kreftirnar eru um hann eisini. Og tað er júst hetta vit eru vitni til í dag!  Allarstørsti parturin av leiklistarligu elituni her heima, er nú farin frá søkkandi skútini, tí hon ik