Skip to main content

Tjóðraði pallurin

Í morgun kom Bárður Persson á gátt og vit tóku nakrar myndir í túninum. Eins og sálmisturin er hann farin at telja dagar, nú filmurin "111 góðir dagar" verður frumsýndur í Havnar Bio í kvøld. Har hevur Bárður ein filmiskan leiklut. Í veruliga lívinum er sjónleikarin Bárður eisini farin at telja dagar, síðan seinasta framførsla var á Tjóðpallinum. Hann er komin til 171 dagar. Niðanfyri fær Bárður orðið:

Tjóðraði pallurin

“Um at vera menniskja” var seinasti leikur, ið varð settur upp á Tjóðpalli okkara. Síðani seinastu framførslu av nevnda leiki, hevur ikki eitt kis verið at hoyrt frá okkara Tjóðpalli. 

Hetta eru í skrivandi stund 171 dagar síðani!

Einsamalt er hetta eitt fullgott tekin um, at hóast okkara Tjóðpallur kann liva við somu leiðslu í 20 ár, so kann hann ikki virka uttan so, at tær fakkønu kreftirnar eru um hann eisini.

Og tað er júst hetta vit eru vitni til í dag! 

Allarstørsti parturin av leiklistarligu elituni her heima, er nú farin frá søkkandi skútini, tí hon ikki lon-gur vildi at arbeiða undir somu leiðslu aftaná 15 ár.

Setanarmyndugleikin bjóðaði hvørki áskoðarum ella starvsfólki nakra sum helst broyting, tá nýggjur skipari skuldi setast, hóast stórur partur av umhvørvinum í langa tíð hevði givið greið tekin um, at hetta var neyðugt, um framburður skuldi tryggjast. 

Nei, hann fylti sama leiðsluliga brennievni í Tjóðpallin, sum hann hevði gjørt tey undanfarnu 15 árini, við teirri avleiðing, at kumpasleysa skútan fullkomuliga er steðgað upp og tykist nú søkka longur og longur niður, fyri hvønn dag ið gongur. 

Sum ein niðursligin nevaleikari liggur Tjóðpallurin nú til háð og spott, og tykist ikki at hava evni, til at reisa seg uppaftur við egnari kraft. 

Skommin niðri á Tjóðpallinum er nú blivin almenn, og verður dagliga sýnd á sýnisglugganum “tjod-pallur.fo”. 

Leikurin ber heitið “Onki” og hevur í skrivandi stund vart í 171 dagar, og í hesum tíðarskeiðið hevur Tjóðpallurin fingið út við 3 milliónur krónur í almennari rakstrarjáttan.

Hvussu leingi afturat fer Tjóðpallurin at standa við opnari splittu og vísa leikin “Onki” fyri fullsettum almenningi?


Eg veit lítið um tað at vera menniskja

Enn minni um tað at vera Tjóðpallur í hesi løtu. Eg veit tó eitt. 

Tjóðpallurin er í dag úti fyri sínum størsta hóttafalli nakrantíð. Og meðan hetta fallið gálvar beint upp í andlitið á honum, eigur hann ongan vaksnan at ansa eftir sær. 

Hann er eins og eitt pinkubarn, sum er mist á gólvið áðrenn tað hevur lært at ganga. Og nú standa tess avvarandi hjálparleys og hyggja at, meðan tey inniliga vóna, at hetta barnið á onkran gand-akendan hátt kann koma upp á føtur sjálvt. Eins og útslidni nevaleikarin, sum roynur at finna eitt reip at hála seg upp við, hóast hann liggur niðursligin mitt í ringinum. 

Tjóðpallurin hevur v.ø.o. ikki longur nøkur vaksin menniskju við sína lið, ið kunna tryggja hansara framtíð og eksistens.

Hann er umsíður so nógv viknaður í tign og undirtøku, at teir politikkarar, sum altíð hava vilja sæð hann 6 føtur undir mold, nú væl kunnu finna dirvið at taka tann politiska bløggaran fram.

Ja, hetta ljóðar sum okkurt, sum bert kann henda í einum framtíðarfilmi. Men hinvegin, hvat skuldi kunna forða fyri tí í dag?

Um nóg stórur vilji er fyri at draga tann politiska knívin at barkanum hjá hesum slørandi nevaleikara, hvør fer tá at stilla seg í vegin? 

Ja, hvør hevði vart okkara Tjóðpall í dag? 

Og er nakað eftir at verja?

Er hetta á nakran hátt eitt listarligt Notre Dame, sum fólk høvdu farið út á gøtuna fyri at vart? 

Neyvan! 

Hví?

Tí Tjóðpallurin gjørdist ongantíð tann leiklistarligi miðdepulin, sum so nógv av okkum høvdu vóna. 

Langt frá!! 


Dreymurin sum brast

Arrogantur politikkur, fyrisitingarlig lista-analfabetisma og í heila tikið inkompetent leiðsla, hevur m.a. havt við sær, at mann sjálvdan hevur evnað at spurt tey røttu um ráð í avgerandi løtum Tjóðpallsins.

Enn minni duga at tikið tey leiklistablindu vekk, tá hesi av onkrari, ja heldur margháttligari grund, hava staðið í avgerandi positiónum og uppá giss viðgjørt framtíðina hjá okkara Tjóðpalli.

Hetta við teirri avleiðing, at Tjóðpallurin ongantíð hevur eydnast í leiklutinum, sum eitt listarligt vaks-trarhús, ið gevur yrkisleiklistini tær vitugu veingir, sum eru garanturin fyri einum alsamt mennandi leiklistaumhvørvi í Føroyum.

Tað eru tó enn tey, ið ganga runt við einum spíðsborgarligum teaturkikara, hvørs fyrigyklaða sjón fortelur teimum, at Tjóðpallurin enn er og altíð hevur verið okkurt slag av hámentaðum ævintýri, har eingin betalur prísin fyri at halda skroypiligu facaduni uppi.

Um hesi taka kikaran niður, bert eina lítla løtu, eigur ikki at vera torført hjá teimum at síggja, at ok-kara Tjóðpallur ongantíð hevur verið nakað annað, enn ein dreymur, sum doyði longu í føðingini! 

Í veruleikanum er hann ikki annað, enn ein 20 ára gomul fyribilsloysn, sum í ein stóran mun hevur megnað at rokkið einum rímuliga høgum støði, og í løtum serstakliga høgum, tí har altíð hava verið nokk av undirbrotligum odda-listafólki, ið hava syrgt fyri at hildið honum flótandi. 

Eisini tá tey sjálvi hava stríðst undir vatnskorpuni!  

Hann hevur snøgt sagt ongantíð livað upp til ta visjón, tankar, vilja og leiðsustøði, sum lógin um Tjóðpallin legði upp til, tá hon á sinni bleiv smíðað, við listarondini sum verja.

Og hetta alt sæst best aftur í, at Tjóðpallurin í dag, mest av øllum, minnur um okkurt slag av hybridi-skum kryplingi, sum akkurát megnar at halda sær omanfyri listarliga frostmarkið, tí nøkur passaliga kroyst listafólk á sømiliga høgum støðið, við altsamt longri millumbili, velja at trína fram á tess for-søgdu fjølum.

Himmalrópandi sjónligt

Tað fyrisitingarliga, politiska og leiðsluliga forráðilsi mótvegis Tjóðpallinum, er nú vorðið so him-malrópandi sjónskt og oyðandi, at tað skríður kalt niðureftir bakinum á tí føroyska listatilvitinum.

Vit nýtast bert at seta okkum nakrar fáar grundleggjandi spurningar, fyri at síggja, hvussu ring støðan í veruleikanum er. Hesir spurningar kunna vera soljóðandi:

“Hvørjar eru visiónirnar hjá hesum stovni?”

“Hvar er í heila tikið framleiðslan blivin av?” 

“Hvørjar stovnar, fyritøkur, arbeiðspláss o.o. hevur Tjóðpallurin í dag eitt samstarv við?” 

“Hvar er tað kreativa forumið, sum kundi gjørt Tjóðpallin til ein savnandi depil?” 

“Hvar er skráin fyri komandi leikir og tiltøk annars?”  

Um ivin enn er til staðar, hygg so eftir, hvat í hendir uttanfyri Tjóðpallin júst nú.  

Meðan Tjóðpallurin er farin í sjálvboðið híð mitt í eini blómandi summarhálvu, stríðast ymisk yrkis-leiklistafólk við at halda føroysku leiklistaskútini flótandi, við at gera egnar verkætlanir og leikupp-setanir aðrastaðni.

Fyri tær relativt fáu krónurnar, ið ymisk fríyrkisleikfólk fáa skavað saman aðrastaðni frá, megna hesi at skapa tann størsta partin av tí, ið verður skapt innan yrkisleiklistaøkið í dag. Nógv tann størsta partin!   

Og hetta er fullkomuliga paradoksalt, tá havt verður í huga, at tað jú er Tjóðpallurin, sum situr á tí veruliga kassanum, og fær uml. 6 milliónir av almennum krónum um árið. 

Okkara Tjóðpallur flaggar í dag á hálvari stong. 

Tað, ið hevur togað flaggið niður, er eitt leiklistarligt gáaloysi, sum frá fyrsta degi av, hevur verið blástemplað frá hægsta myndugleika. 

Sami blástemplandi myndugleiki, sum nú vil hava eitt Tjóðleikahús fyri út við 1/2 milliard upp at standa, uttan á nakran hátt at tryggja, hvussu ein professionel arbeiðsmentan kann verða klár til ta tíð, og virka í somu løtu, sum flutt verður inn.  

Og trúgv mær; tað verður hetta, sum verður tann avgerandi munurin ímillum eina succes og eina fiasko hjá einum komandi Tjóðleikahúsi.

Hevði tað gingið í føroyskum landsliðsfótbólti?

Eins og í landsliðsfótbólti, tørvar okkara elituleiklist ta allarbestu leiðsluna og umstøður, sum fáast kunnu.

Hví halda flestu politikarar, at tað er í lagi at hava eina leiðslu og hartil hoyrandi umstøður á okkara Tjóðarinnar palli, sum okkara landsliðsfótbóltur sannlíkt ikki hevði vágað sær at virka undir, við ótta fyri at ligið sum ein niðursligin nevaleikari aftaná hvønn dyst?

Hvussu kann tað bera til, at mann heldur, at tað er í lagið at fara við okkara mest innovativu yrkis-leiklistafólkum uppá ein so mannminkandi hátt?

Hava vit ikki betri uppiborði? 

Vit, ið hava barst hart fyri at koma hartil, sum vit eru, og har summi av okkum komu inn á skúlar, sum bara 1 av 100 koma inn á.

Hetta einsamalt mátti verði grund nokk til, at vit yrkisleikarar hava uppiborðið tær bestu umstøðurnar og dugnaligastu leiðsluna afturat okkum, so vit aftur og aftur kunnu brilliera á einum palli. 

Tí, tað er hóast alt tað, sum vit verða goldin fyri at gera!! 

Til øll tykkum, sum onkusvegna kunna gera okkurt!

Tað finnast løtur í lívinum, tá ein stendur í valinum ímillum at gera tað, ein hevur rætt til og tað rætta. Altso ímillum tað, sum jurain loyvir og tað, sum etikkurin loyvir.

Avgerðin at seta núsitandi stjóra fyri 4. ferð kann við stórum jurasnildni “møguliga” forsvarast juri-diskt.

Tó so, reint etiskt var og er avgerðin so blóðskeiv, sum hon kann verða. Lat ongan iva vera um tað. 

Hetta sæst best aftur í teimum sorandi avleiðingum, sum hendan avgerðin hevur havt fyri nærum alt leiklistaumhvørvið í Føroyum

Eg fari tískil innliga at heita á tykkum, sum á nakran hátt kunna verða við til at gera ein mun her, um at hjálpa Tjóðpallinum uppá føtur aftur.  

Hetta fæst einans við, at fáa avgerðina um seinastu stjórasetanina hja Tjóðpallinum úr gildi aftur og síðani lýsa stjórastarvið leyst av nýggjum, soleiðis, at ein tíðarhóskandi leiðsla, kann stíga fótin inn um gáttina hjá hesum potentiella mentanarrisa í Føroyum.

Vit hava ikki ráð til at lata tann djarvasta og mest skapandi partin av yrkisleiklistini vála úti í kulda-num longur. Tí, so leingi tey eru heimleys, er yrkisleiklistin heimleys.

Um vit skulu gera okkum eina vón um, at flyta inn í eitt komandi Tjóðleikahús, við einum innihaldi, sum vit bara nøkulunda kunna vera errin av, muga vit geva yrkisleiklistini tær sømdir og umstøður, sum hon kann kenna seg heima í.

Og jú longri vit bíða, við at taka djarvar avgerðir á hesum økinum, jú longri eru vit burtur frá einum veruligum Tjóðleikhúsi.

Bárður Persson