Skip to main content

Frásøgugleði úr fløkta gerandisdegnum - mitt í ævigu Havnini

Hóast øll tykjast samd um at hata biografin, var fult av fólki møtt til frumsýning í Havnar Bio, har nýggi føroyski spælifilmurin hjá Trygva Danielsen ”111 góðir dagar” varð frumsýndur fríggjadagin. Tvær ferðir. Við sjampanju og reyðum løbara, sum Rannvá Jónsdóttir, medframleiðari, skonkti og rullaði út. Filmsframleiðari er Pætur M. Dahl og Andrias Høgenni er eisini við í filmsarbeiðnum hjá Trygva.  


Her er fyrst ein spoiler-alert til lesaran av hesum ummæli

Hetta er ein coming of age søga úr Havn í dag, eftir øllum at døma við persónligum støði í leitandi og samansetta leikstjóranum sjálvum, og annars við almennum høvuðsdenti á ungdóm og fyrstu tilveruligu royndir at standa á egnum beinum, definera vinarløg og arbeiðsfelagsskapir og ikki minst tað kyns- og paraliga. 

Í samrøðu við Aldu Nielsdóttir í Vikuskiftisblaðnum hjá Portalinum, sigur Trygvi Danielsen fyri jól, at hann hevur ”skrivað filmin útfrá egnari kenslu av, hvussu tað følist at búgva í Havnini, í Føroyum sum heild, men serliga í Havn, tí tað er har eg eri frá. Eisini havi eg skrivað filmin útfrá, hvussu tað kenst at vera í 20unum og at koma inn í seinnu helvt av 20unum. Hvussu einsligt tað verður, bæði tí at har eru fá fólk, sum tú kennir í tí aldursbólkinum, men eisini tí tað er einsligt at blíva vaksin, at skula taka ábyrgd og alt tað, sum hoyrir við. Tað er eitt sindur ein granskan av mínari uppliving av Havnini,” sigur Trygvi í samrøðuni.

Og lat tað verða sagt beinanvegin, nú frumsýningin í Havnar Bio er av: hesin filmur, sum er bæði slektningur og verdugur arvingi hjá kaleidoskopiska klassikaranum ”Atlantic Rhapsody” (Katrin Ottarsdóttir 1989), fer at liva eitt eins langt filmslív á stóra løriftinum bæði innan- og uttanlands og tann filmurin, ið var hin fyrsti føroyski. Hjá dedikeraðu áskoðarunum á Nordische Filmtage í Lübeck fara ”111 góðir dagar” heilt vist at standa seg væl. Tað er okkara avmálda screening rapport og varisliga git til allar biografar, og samstundis áheitan um at seta hann á skrá.

Á ferð í bussi

Tað er í býarbussinum í filmsbyrjanini at samanrenningin byrjar. Teitur (Torkil Tórgarð) maktar ikki longur at forða Balduri (Búi Dam) at seta seg á sama setur. Trekur at samskifta við hetta nýggja superego, svarar Teitur fornermaður og happandi, at hann er astronautur. ”Tað rindar rokningarnar”. ”Gongur tú so vaktir?” spyr hin eldri Yvirbaldur. 

Við einum sitati frá Gunnari Hoydal um tað stóra í tí lítla verður endaleysa rúmdin og einsamalli astronauturin tema, sum annan vegin tekur støði í animatiónum hjá Atla Brix Kamban við sipingum til “Rúmdarferðina 2001” hjá Stanley Kubrick og lítla sandkornið á Guds dansigólvi hjá Williami Heinesen í “Torninum á heimsins enda”.

Endaleysa meiningsloysið

Evnið, ið filmurin longu frá byrjan setur sær fyri at loysa, er Teitur og hugsan hansara um endaleysa meiningsloysið, meðan Baldur heldur talu um at fara inn í innara menniskjað og har finna tað sanna og guddomliga. 

”111 góðir dagar” lýsir unga mannin, ið møðist av øllum hugsanum og ætlanum, ið øll onnur hava hansara vegna, og sum hann ikki vil eiga lut í. Mitt í hesum meiningsloysi er bara eitt at gera - at flippa út í einum rusi, við eitt sindur av sex, tá høvið býðst.

Baldur, sum er eins lítið rótfestur í tilveruni og Teitur, kann lættliga fatast sum eitt yvirego, serliga í endanum, tá teir tykjast renna saman og verða eitt, samrunnir, hóast báðir fyri áskoðaranum eru rættuliga fucked up.

Samanrenning og ábyrgd

Tá Teitur so verður fangaður í eini tilveruligari tilvild - hann hevur gjørt gentuna uppá vegin - fer hann til læknan, sum eftir avtalu gjørdi hann lívssøran. Men her slepst ikki undan, hann má taka ábyrgd. Sum ein vilstur rock’n’rollari fer hann til Mutti (Annika Hoydal) at fáa styrki í drugs & sex, so alt kann halda fram, sum fyrr. 

Men eftir ferjuferðina um sundið sær hann komandi mammuna, ið deytar ein annan. Í fyrstuni var tað hetta hann ynskti, at sleppa undan øllum, men so slær tað klikk fyri honum, og hann verður noyddur at góðtaka sítt yvireg.

Senan við seinastu bussferðini í filminum, tá Baldur/Teitur spyr, um hann kann seta seg hjá mammuni at barninum, verður ein ímynd av tí komandi, eins og í endanum á ”Modern Times” (Charlie Chaplin 1936). Nú smílast persónarnir og vit fáa bæði samhuga og áhuga fyri teimum/honum. Klassiskt evni í filmi er, at ferðast í bussi. Umframt at fólk møtast, eru tey á ferð móti einum máli. 

Geytavinnari

Fyrsti filmurin hjá Trygva Danielsen er forloysandi og, hóast syrutur og flipputur í støðum, við eini greiðari søgugongd. Á Facebook síðuni hjá filminum verður sagt, at ”111 góðir dagar er ein spælifilmur á 93 minuttir. Hann snýr seg um tvær vilstar sálir, sum hittast ferð eftir ferð undir margháttligum umstøðum í Havn. Tað vísir seg, at teir eru samantvinnaðir av onkrari størri megi.”

Í 2018 vann leikstjórin og handritahøvundurin, Trygvi Danielsen, sum tá var 27 ára gamal, Geytan fyri eitt pilotprojekt, ið var ein stuttfilmur við sama heiti í knappan hálvan tíma, so sum kappingartreytirnar fyri Geytan siga. 

Í grundgevingini segði dómsnevndin tá, at ”Vinnarafilmurin peikar í ymsa ættir. Hann fylgir ikki klassiskari frásøguhevd, men eksperimenterar og gongur nýggjar leiðir við drúgvum tankum, sum eru ikki sørt revsandi mótvegis samfelagnum og tí kjaki, sum er í almenna rúminum beint nú. At síggja til undarliga og villingarsama filmsroyndin, loysir upp fyri eini orku, sum sprettir úr filminum, ið heldur enn langur, tykist merktur av frásøgugleði. Filmurin er erligur mótvegis sær sjálvum. Leikmyndir eru, ið standa reinar, skarar og sterkar.”

Pilotprojektið, sum er fyrsti av fýra kapitlum, er nú floygt og búgvið til stóra løriftið. Í Havnar Bio kunnu vit fara umborð í søguna og fylgja og spegla okkum í aktørunum, leikarunum, lagnunum, ið eru so gerandisligar, at vit beinanvegin verða góð við tey øll. Tey eru vit og tey eru her, speglaði um løriftið. Soleiðis definera vit eina tjóð. Takk fyri løtuna, Trygvi og tit øll, sum skaptu hetta heilrunnað og kollektiva verk.


Ummæli: Ole Wich og Birgir Kruse