Skip to main content

Posts

Hann er í hvussu er ikki føroyingur

Politimyndirnar havi eg manipulerað, so hann ikki kennist aftur. Men hov, politiið sigur leygarmorgunin við Útvarpið, at listatjóvurin, sum í gjárkvøldið var útlendingur, er føroyingur og kann fáa upp í seks ára fongsulsrevsing. Hetta varð eitt ordiligt prik til heimligu sjálvsfatanina. Kanska eitt listaverk, ein happening, í sjálvum sær. Síðan kringvarpsmaðurin á fremmandamáli intervjúvaði stjóran á Listasavninum um innbrot og stuldur, hava svørthvítu høvuðstíðindini verið, at ein útlendingur er tikin red-handed í hvítum dýnujakka á svartastu nátt mitt í Havn.  Fyrsta eg hugsaði var, at hann er komin beint av Hvíldarheiminum, sum eru næstu grannahús, har mest selda krimisøga fer fram beint nú. Ella kann henda, at hetta er eitt prank um trygging og sjóngá, sum skeltið í Skálanum sigur?  Men nei, hetta er for real, vit skulu ansa okkum, tí við tunnlum, skjótum ferðaleiðum og ljóðleysum el-bilum, eiga vit øll, sum byggja Føroyar, at ansa okkum, tí sum í Sandoyarlýsingini hjá Umhvørvissto

Nú bíðar Havnin eftir tær, Gunnar!

Í ummæli av fyrstu sendingini av teim sjey í røðini Kulfaktor hjá Gunnari Nolsøe var eg so himmalsfegin um innihaldið og skipanina av útvarpssendingini.  Gamaní er hon visuell til innihalds, tí hon viðgerð í estetikki og funktionaliteti, hvussu vit velja at byggja okkara hús og skipa okkara býlingar, og skilmarka okkum burturfrá bilum og ferðslu, og tó kunna taka okkum aftur og fram til arbeiðis, uttan at leggja okkum skerfløt fyri vinnulívi.  Júst hetta seinasta forteljaramomentið í nýskapandi sendingini fekk borgarstjóran á Tvøroyri at fata alt øvut av allari skilvísi, so vit fyri opnara mikrofon kundu hoyra ótamda makt rulla seg út. Priceless og ikki hoyrt fyrr í føroyskum útvarpi. Tók sum givið, nú lok varð lagt á hetta nýskapandi útvarpsevni, at Havnin varð sett á skrá sum rosinan í pylsuendanum. Kanska Hoyvík burturav. Men gakk. Sum sligin á nevið má eg sanna, at her fall ikki eitt orð um Havnina. Hví? Er tað tí at hon varð ov trupul at lýsa, tí akademiski fakkunnleikin megnar i

William var í upskoti til Nobelvirðislønina

Í hálvtrýss ár hevur savnið við uppskotum at fáa Nobelvirðislønina í bókmentum verið hildið loyniligt, sekretessbelagad , sum skrivað verður á svenskum.  Úr fundarpappírunum, handlingarna , frá hesum ári, sum í dag eru løgd fram í tíðindaskrivi frá Svenska Akademien, síggjast nøvnini á øllum teim skrivandi fólkum, sum hava verið skotin upp til Nobelvirðislønina hetta árið, hvør hevur skotið upp og hvønn uppskotsstillarin umboðar.  Hundrað nøvn eru á listanum, nítjan fyrstu ferð, verður sagt í parantes í endanum, og nú er greitt, at William Heinesen var í uppskoti at fáa Nobelvirðislønina í bókmentum í 1973. Her sæst tann parturin av maskinskrivaðu fundarskjølunum, har William Heinesen er nevndur sum nummar 42, uttan at raðfylgjan tó hevur nakran týdning, tí Nobelvinnarin hetta árið var nummar 93: Nobelvirðislønin í bókmentum fór í 1973 til avstralska Patrick White ”for an epic and psycological narrative art which has introduced a new continent into literature”.

Prestur vitjar

Norski rokkpresturin, Bjørn Eidsvåg, vitjar Páll Patursson í Kirkjubø í 1990, tá Norrøna Felagið skipaði fyri konsertum við Bjørn og orkestri, fyrst í Norðurlandahúsinum saman við Cantabile og Paula í Sandagerði, síðan í Losjuni í Gøtu, og so eitt framúr akustiskt sett, tá elektronikkurin sveik í skúlanum á Toftum. Sjáldsama góð konsert eins og tær fyrru.  Tá vit júst ta kvøldið komu aftur til Havnar, vildu teir kenna angan í Kagganum, møttu Mass Inga og tosaðu um Jaco Pastorius, sum norski bassisturin, Ketil Saunes, var upptikin av.  - So var ein minni at kappast við, helt føroyski bassspælarin fyri, og førdi okkum allar oman í Jazzfelagið, har konsert var í kjallarahølunum hjá Marner Simonsen í smoguni aftanfyri LFÚ, har Hotel Havn er í dag.  Ørminnist, at Jan hjá Simma, sum las í Bergen, gjørdist stórliga bilsin at møta Bjørn Eidsvåg og hansara monnum í hesum náttartronganum mitt í Havn. Eftir lítlari løtu víktu heimligu tónleikararnir sess, og buðu norðmonnunum at taka yvir.  Spæli

The measure of my dreams

Nick Cave syngur brot úr A Rainy Night in Soho  til jarðarferðina hjá  Shane MacGowan Eftir eitt ryggleyst lív við alkoholi, andaðist írski sangarin og yrkjarin, Shane MacGowan, heima í Dublin, 65 ára gamal hin 30. novembur.  Í undirhaldsvinnuni er tað eitt vælkent uppáhald, at stjørnurnar, óansæð úttrykk, eru so bundnar av rúsevnum, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær tær syngja, skriva og spæla seg út av eggini. Alt fyri okkum. Í nýggjari tíð minnist eg ongan, ið hóast góðan penn, valdi at skelta so týðuliga við drykkjuskapi, at tað kendist beinrakið, tá New York Times skrivaði í minnningarorðum, at Shane MacGowan hevði eina “titanically destructive personality”, men samstundis var “a master songsmith whose lyrics painted vivid portraits of the underbelly of Irish immigrant life.” At hann av nevndu orsøk stygdi fólk frá sær, vita norsku Onkel Tuka alt um. Tá deyðsboðini komu, settu teir straks henda karga stubba fram á Facebook: Meðan jóla- og veitsluslagarin Fairytale of New

Mentanarligt forpliktilsi

Eftir at hava víst ein óforsvarliga vánaligan film, sum næsti grannapallur, hin størsti í landinum, eisini hevði víst, fingu vit í gjárkvøldið á fyrimyndarligan hátt høvið at fylgja Tórði Mikkelsen í Kringvarpinum, tá hann við fotografinum og klipparanum, Jakob Jørgensen, undir heitinum Innanveggja við Vegghamar , vitjaði 86 ára gamla listamannin Arnhold Vegghamar í egnum húsum á Viðareiði í góð trý korter. Umframt tað beint fram fortróliga í innleiðandi samrøðuni um sigling og fiskiskap í Íslandi og Grønlandi, fáa vit persónligt innlit í manglandi svøvn, og at listamaðurin við avmáldum men beinraknum orðum sigur frá um elektrosjokk á Statshospitalinum við Nykøbing Sjælland. Tað havi eg ikki hoyrt ella sæð fyrr í føroyskari miðling, hóast viðgerðin, elektrosjokk, tvær ferðir verður nevnd í  Søguni um hini , sum Doris Hansen skrivaði og Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1996. Fortalt verður í filminum um, at síðst í fimmtiárunum fekk Vegghamar listaliga vegleiðing frá undangongumonnunum

Maestro og góðar søgur á jólum

Á jólum savnast søgur og hava tað fyri, at koma upp í røkur, summar góðar, aðrar ikki, men koma kortini ígjøgnum, tí meskarnir víðkast á jólum, haldi eg, hóast mál og mið hjá mongu tulkingarfelagsskapunum kunnu verða so ymisk at lesa søgur, burturfrá øðrum, alt árið í kring, men serliga á jólum.  Morgunin byrjaði fyri mín part við góðu framhaldssøguni Jólabandið hjá Jákupi Veyhe fyri tey, sum fyrr vóru børn, og kortini megnar hann, teirra vegna, at skapa ein anarkistiskan dreingjatvist við Hobbex, video og kvøðuljómum sum snúningsási. Ótrúligt, at kunna flætta eina so hugvekjandi tíðarsøgu uppá tráð aftur nú. Og hóast fótnoturnar blíva so mangar, sum hjá Carli, so er endursenda søgan enn ein ljóðmynd av teim góðu, og setur javnt og samt ein standard fyri góðum útvarpi, har fremsta endamál ikki er at lesa kliniskt og keynsluleyst upp ta nýggjastu politiskt korrektu søguna, sum var tað eitt industriprodukt frá tí mest virkna og publiseraða høvundanum, sum dagurin kann bjóða, nú ljósið k

Tríggir turrir tímar á ólavsøku

 - Heilsan frá fyrrverandi grannanum, skrivar fotojournalisturin, Tróndur Dalsgarð, á titulblaðið á stóru myndskrýddu bókini, Føroysk klæðir ríki og livandi siðarvurin , sum Sansir og Kvinna geva út.  Hon telur 280 blaðsíður og á køksvektini vigar hon meir enn fýra kilo, er prentað í Hadsten og bundin inn við reyðum og bláum tráði í stívari permu við løriftsryggi, har langi titulin stendur á.   - Tað byrjaði við, at vit tóku myndir til summarútgávuna hjá Kvinnu av Æsu Tróndardóttir og Emilju Sonne Djurhuus í Hans Andriasar Garði undir Pisuvarða og inni í Hans Andriasar Húsi.  Tað bleiv ein ordiliga væl eydnað myndatøka, nokk ein góð blanding av at hava akkurát nóg leysar teymar til at eksperimentera við ymiskum bakgrundum og stoffi, góðum summarljósi og at modellirnar skuldu víðari í húgvuveitslu aftan á myndatøkuna, so tær smápimpaðu, sigur Tróndur Dasgarð, sum er útbúgvin fotojournalistur á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole 2017. Longu í 2012 vann hann Miðlaheiðurslønina, sum tá