Skip to main content

Hann er í hvussu er ikki føroyingur


Politimyndirnar havi eg manipulerað, so hann ikki kennist aftur. Men hov, politiið sigur leygarmorgunin við Útvarpið, at listatjóvurin, sum í gjárkvøldið var útlendingur, er føroyingur og kann fáa upp í seks ára fongsulsrevsing. Hetta varð eitt ordiligt prik til heimligu sjálvsfatanina. Kanska eitt listaverk, ein happening, í sjálvum sær.

Síðan kringvarpsmaðurin á fremmandamáli intervjúvaði stjóran á Listasavninum um innbrot og stuldur, hava svørthvítu høvuðstíðindini verið, at ein útlendingur er tikin red-handed í hvítum dýnujakka á svartastu nátt mitt í Havn. 

Fyrsta eg hugsaði var, at hann er komin beint av Hvíldarheiminum, sum eru næstu grannahús, har mest selda krimisøga fer fram beint nú. Ella kann henda, at hetta er eitt prank um trygging og sjóngá, sum skeltið í Skálanum sigur? 

Men nei, hetta er for real, vit skulu ansa okkum, tí við tunnlum, skjótum ferðaleiðum og ljóðleysum el-bilum, eiga vit øll, sum byggja Føroyar, at ansa okkum, tí sum í Sandoyarlýsingini hjá Umhvørvisstovuni, eru óbodnir gestir eisini komnir umborð. Rottur kunnu koma í Oynna. 

Tað er at vera uppá vakt, sigur politiið. Innan næstu fráferð. Vit eru mitt í havsins hjarta.

Almenningurin í almenna rúminum, síðsta bastiónin og garanturin fyri rættvísi, vit sjálvi - sum fyri størsta partin eru burturi og spæla hondbólt á útivøll og ikki hava tryggjað okkum í nærumhvørvinum - mugu hjálpa at fanga tjóvin og búra hann inni, nú hann ætlaði at seta seg á eina føroyska fedralandsmynd av Tjóðsavninum. Ella var tað ein móðirmynd, hann hevði sett klára at taka út við í Plantasjuna, tá hann skar seg? 

Tað segði listasøgan einki um, nú almenningurin fekk neyðsynjarørindi frá løgregluni og fann tjóvin tann vegin. 

Gott at vita, at hann ikki er føroyingur, og at vit kundu gera borgaranyttu í rættarstatinum.

Á DR er Lone Theils frammi við krimisøguni um Genturnar umborð á Onglandsbátinum. Har verða nógv løg lisin inn í søguna, mest skakandi tá løgreglan tekur skjøl úr málinum, tí hin mistonkti er farin í ein fráhaldsfelagskap, har kanningarleiðarin eisini gongur.

Excuse me, men onkuntíð fært tú ta fatan, at tú ert í eini krimisøgu, sum onnur skriva um okkara egna veruleika, so realistisk er hon. Og á fólksins almenni, Facebook, fer hon at liva sítt egna lív, søgan, tá fólk vilja hava aðrar forbrydarar navngivnar og avmyndaðar fyri nógv verri gerðir, kanska framman fyri Gamla bókahandli.

Eri eg drigin uppá tráð? Er krimisjangran flutt inn í mitt lítið dulda vit og hevur sett seg á framlepan, so eg einki síggi, uttan tað, sum verður hildið upp fyri eygað?

Seti meg afturá fyri sjónvarpinum, faldið hendurnar og signi meg við orðunum: ”Gott, hann ikki er føroyingur!” 


Politimyndirnar havi eg manipulerað, so hann ikki kennist aftur. Men hov, politiið sigur leygarmorgunin við Útvarpið, at listatjóvurin, sum í gjárkvøldið var útlendingur, er føroyingur og kann fáa upp í seks ára fongsulsrevsing. Hetta varð eitt ordiligt prik til heimligu sjálvsfatanina. Kanska eitt listaverk, ein happening, í sjálvum sær.