Eftir eitt ryggleyst lív við alkoholi, andaðist írski sangarin og yrkjarin, Shane MacGowan, heima í Dublin, 65 ára gamal hin 30. novembur.
Í undirhaldsvinnuni er tað eitt vælkent uppáhald, at stjørnurnar, óansæð úttrykk, eru so bundnar av rúsevnum, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær tær syngja, skriva og spæla seg út av eggini. Alt fyri okkum.
Í nýggjari tíð minnist eg ongan, ið hóast góðan penn, valdi at skelta so týðuliga við drykkjuskapi, at tað kendist beinrakið, tá New York Times skrivaði í minnningarorðum, at Shane MacGowan hevði eina “titanically destructive personality”, men samstundis var “a master songsmith whose lyrics painted vivid portraits of the underbelly of Irish immigrant life.”
At hann av nevndu orsøk stygdi fólk frá sær, vita norsku Onkel Tuka alt um. Tá deyðsboðini komu, settu teir straks henda karga stubba fram á Facebook:
Meðan jóla- og veitsluslagarin Fairytale of New York enn ljómar, og árskiftið stendur fyri durum, er hugsunarsamt á tí beiskara bógnum at lesa lyfti og ætlanarboð um tað mótsætta - at liva eitt lív í edrúskapi, og at bekenna seg til Felagsskapin, tey rópa. Sindur fremmant, men tá eg lurti eftir hart roynda Nick Cave, til jarðarferðina hjá MacGowan í St. Mary of the Rosary kirkjuni í lítla miðírska býnum Nenagh, har hann fyri ein part vaks upp, sæst skilligari enn nakrantíð hin tvítvinnaða lindin í hesum fremsta kærleikssanginum hjá MacGowan.
Hvat er sangurin um? Hvør er hin elskaða ginger lady, sum hann vaknar upp við í fimta ørindi?
Sangurin stendur sterkur og skærur millum fremstu umboð fyri skaldskap á plátu í okkara tíð. Ja, hann rópar eftir eini umseting, meistarligi sangurin hjá Shane MacGowan, A Rainy Night in Soho.
Her er upprunateksturin til sangin, sum Nick Cave, omanfyri, lagar til, so hann ikki syngur fimta og sætta ørindi, tey bæði bestu, í írsku kirkjuni. Hugsið um hann, sangin og sangaran, næstu ferð tit óforpliktandi tríva í jólaslagaran Fairytale of New York. Lívið er hart undir nálini. Og plátan melur skjótt.