- Heilsan frá fyrrverandi grannanum, skrivar fotojournalisturin, Tróndur Dalsgarð, á titulblaðið á stóru myndskrýddu bókini, Føroysk klæðir ríki og livandi siðarvurin, sum Sansir og Kvinna geva út.
Hon telur 280 blaðsíður og á køksvektini vigar hon meir enn fýra kilo, er prentað í Hadsten og bundin inn við reyðum og bláum tráði í stívari permu við løriftsryggi, har langi titulin stendur á.
- Tað byrjaði við, at vit tóku myndir til summarútgávuna hjá Kvinnu av Æsu Tróndardóttir og Emilju Sonne Djurhuus í Hans Andriasar Garði undir Pisuvarða og inni í Hans Andriasar Húsi.
Tað bleiv ein ordiliga væl eydnað myndatøka, nokk ein góð blanding av at hava akkurát nóg leysar teymar til at eksperimentera við ymiskum bakgrundum og stoffi, góðum summarljósi og at modellirnar skuldu víðari í húgvuveitslu aftan á myndatøkuna, so tær smápimpaðu, sigur Tróndur Dasgarð, sum er útbúgvin fotojournalistur á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole 2017.
Longu í 2012 vann hann Miðlaheiðurslønina, sum tá var og í dag er nógv saknað. Dómsnevndin, sum handaði Tróndi virðislønina í januar 2013, grundgav soleiðis:
- Ársins pressumynd er í fyrsta føri vald, tí hon uttan óðviðkomandi ørindi stuðlar væl upp undir tekstin, sum hon er knýtt at. Pressumyndin sigur eina greiða søgu um tey viðurskifti, sum verða tikin fram í greinini. Samstundis er myndin so mikið góð, at hon eisini sigur eina sjálvstøðuga søgu um eitt samfelagsligt evni, sum alt árið hevur verið frammi í pressuni. Lesirætningurin í myndini varpar so greitt ljós á evnið, at vit á ein ikki sørt skemtiligan hátt beinanvegin síggja, hvør støðan er og hvat myndamaðurin vil siga. Myndatøknin er framúr og fangar allar smálutir, hóast eingin leflandi tøkni verður brúkt at seta støðuna í átuligt ljós. Gerandisstøðan tænir tekstinum. Myndin, sum ikki er stilla upp ella á nakran hátt tilgjørd, er svørt og hvít. Myndin lýsir brúkaraprísir, sum eru so høgir, at hyggjast má uppeftir. Virðisløn fyri Ársins Pressumynd fær Tróndur Dalsgarð fyri mynd til greinina Eitt afturstig at flyta heimaftur á blaðsíðu 56 í bókini Exit Føroyar (2012).
- Eg haldi ofta at tað er tað, man skal sikta eftir - at seta rammurnar so væl upp fyri seg sjálvan, at man sleppur undan at hugsa um myndatólið og bara kann hyggja og vera í støðuni. Vit fingu so nógv gott tilfar, sum ikki passar í eina einkulta útgávu av Kvinnu, so ritstjórin, Tóra Effersøe Mortensen, høvundurin Annika Kunoy Im og sniðgevin Heidi Andreasen, fóru at spæla við tankan um, hvussu ein bókaútgáva hevði sæð út. Eg haldi at tað varð greitt beinan vegin, at vit øll hugsaðu í sama bana. At saman við tilfari frá Tjóðsavninum, reportasju frá ólavsøkuni og tí áhuganum, sum er fyri føroyska búnanum, so vildu vit gjarna fara í holt við eina bók, ið er meira ein kensla av hesari tjóðarmentanini og eitt mood, heldur enn ein uppskriftsbók, altso ein ordiliga myndatung coffee table book, sigur fotojournalistiski grannin Tróndur, meðan hann leggur tungu bókini á borðið.
- Man kann planleggja so galið man vil, men har er ikki so nógv at gera, tá man liggur undir einum tjúkkum brúgvalagi í Havn í juli. Eg haldi ikki, eg minnist eina vátari ólavsøku, enn hesa. Ætlanin var at brúka einar fimm tímar bæði 28. og 29. juli at avmynda fólk í býnum, og fáa tær portrettmyndirnar, sum eru myndarligi grundarsteinurin í bókini. Tað bleiv so til akkurát undir tríggjar tímar tann turrara dagin. Men aftur har - so leingi man hevur sett rammurnar væl upp, og man veit, hvat tað er, man fer eftir, so eydnast tað allíkavæl. Tað merkti so eisini, at vit máttu gera avtalur við fólk um, at tey fóru aftur í búnan dagin eftir ólavsøku - tá í besta summarveðri, sjálvandi - so vit kundu avmynda tey, fyri at fáa ta fylluna, okkum tørvaði, sigur Tróndur um tilgongdina at taka allar ólavsøkumyndirnar.
- So var stamman í bókini sett, og eg fotograferaði restina av teimum søgunum og reportsjunum, sum vóru eftir, út frá tí stílinum ella moodinum, sum vit løgdu á ólavsøku, til dømis í eini vevstovu og á einum silvurverkstaði.
Tróndur brúkti tvey myndatól hesa løtu á ólavsøku, tá turt varð í knappar tríggjar tímar.
Annað var eitt gamalt point and shoot Ricoh GR myndatól, sum hann brúkti til tær intimu myndirnar. Hitt var eitt millumformat Fuji GFX myndatól.
Samlaða myndaúrslitið er framúr.
Og tað er fyrstu ferð, at eg í eini føroyskari bók við teksti havi sæð navnið á einum myndamanni krediterað á titulblaðunum, fremst í bókini.
Til lukku við tí!