Í hálvtrýss ár hevur savnið við uppskotum at fáa Nobelvirðislønina í bókmentum verið hildið loyniligt, sekretessbelagad, sum skrivað verður á svenskum.
Úr fundarpappírunum, handlingarna, frá hesum ári, sum í dag eru løgd fram í tíðindaskrivi frá Svenska Akademien, síggjast nøvnini á øllum teim skrivandi fólkum, sum hava verið skotin upp til Nobelvirðislønina hetta árið, hvør hevur skotið upp og hvønn uppskotsstillarin umboðar.
Hundrað nøvn eru á listanum, nítjan fyrstu ferð, verður sagt í parantes í endanum, og nú er greitt, at William Heinesen var í uppskoti at fáa Nobelvirðislønina í bókmentum í 1973.
Her sæst tann parturin av maskinskrivaðu fundarskjølunum, har William Heinesen er nevndur sum nummar 42, uttan at raðfylgjan tó hevur nakran týdning, tí Nobelvinnarin hetta árið var nummar 93:
Nobelvirðislønin í bókmentum fór í 1973 til avstralska Patrick White ”for an epic and psycological narrative art which has introduced a new continent into literature”.