Á jólum savnast søgur og hava tað fyri, at koma upp í røkur, summar góðar, aðrar ikki, men koma kortini ígjøgnum, tí meskarnir víðkast á jólum, haldi eg, hóast mál og mið hjá mongu tulkingarfelagsskapunum kunnu verða so ymisk at lesa søgur, burturfrá øðrum, alt árið í kring, men serliga á jólum.
Morgunin byrjaði fyri mín part við góðu framhaldssøguni Jólabandið hjá Jákupi Veyhe fyri tey, sum fyrr vóru børn, og kortini megnar hann, teirra vegna, at skapa ein anarkistiskan dreingjatvist við Hobbex, video og kvøðuljómum sum snúningsási. Ótrúligt, at kunna flætta eina so hugvekjandi tíðarsøgu uppá tráð aftur nú. Og hóast fótnoturnar blíva so mangar, sum hjá Carli, so er endursenda søgan enn ein ljóðmynd av teim góðu, og setur javnt og samt ein standard fyri góðum útvarpi, har fremsta endamál ikki er at lesa kliniskt og keynsluleyst upp ta nýggjastu politiskt korrektu søguna, sum var tað eitt industriprodukt frá tí mest virkna og publiseraða høvundanum, sum dagurin kann bjóða, nú ljósið kámast, men tvørturímóti at fanga løtuna og fagna henni. Einki annað.
Verri var við moraliserandi sunnudagsskúlasøguni, ið síðani kom sum eitt ekkó frá fimtiárunum og øllum kataloginum hjá The Louvin Brothers hangandi uppvið. Strævið og løgið, at Kringvarpið hevur skapt hesa traditión fyri jólasøgu, sum neyvan hevur verið í útboði. Men hvørt til sína tíð, endamál og málbólk, og í heila taki tað, at lesa søgur hvør fyri seg, jól ella ikki.
Triða søgan var á filmi, hin nýggjasta hjá finska Aki Kaurismäki, Fallen Leaves, ikki hin besta, hóast karmurin er hin sami og vælkendi stórbýarblúsurin, vit kenna úr finska høvuðsstaðnum síðan fýrsini, har tvey einsamøll, ein maður og ein kona, hittast á barr. Sindur tugt tema, týðuligari enn nakrantíð sett fram sum tableau, ið dyrkar seg sjálvt, og tí ikki kemur um senukantin. Spell.
Fjórða søgan, Maestro, var hin mest óvæntaða. Bradley Cooper, hann barmi tú seg, sum á filmi ikki bara spælir og er kenslumenniskjað Leonard Bernstein (1918-1990), men eisini hevur skrivað og stjórnað sína egnu søgu um henda samansetta mann, ið stuðlar seg afturat konuni, Felicia Montealegre (1922-1978), sum er leikluturin hjá Carey Mulligan, hetjan í søguni, og hon, ið heldur kendasta amerikanska dirigentinum, ein klassisk celebrity, á floti í hvørjum tí einasta føri, eisini tá dóttirin hoyrir at pápin er til menn.
Ein hugvekjandi jólasøga, ið byrjar og endar sum ein sirkuler samtíðarsøga í sjónvarpslitum beint sum konan er deyð, og so fer á kav í svarthvítum, sum vóru tað savnsupptøkur, og ikki eftirgjørdar lýsingar av highlights í lívinum hjá Bernstein, har ein farri av søgum, sum vit onkuntíð tengja afturat jólum, so sum Sound of Music, treingja seg uppá, bara við tí muni, at her er vøran ikki simili, men ektað og við broddi, sum ikki bara avdúkar nevndu sambondini, men lýsir ótamda listamannin Bernstein, ið gamaní eisini er jødi, ið vit týðum fáa at vita í yvirstættarumhvørvinum, og sum tí setir finsku arbeiðarasøguna hjá Kaurismäki, eg sá beint áðrenn, í skammikrók. From Rags to Riches fyri at sitera ein Tony Bennett sang, sum Elvis eisini tók til sín, og neyvan hevði riggað uttan amerikanska vamp-undirhaldsídnaðin, sum til dømis í innganginum til filmin Goodfellas. Og just Martin Scorsese og Steven Spielberg hava produserað henda marglætisfilmin, Maestro, ið osar av Oscarsøgu og viljanum at siga søgur burturúr einum drúgvum samlívi, eftirgjørt og pallsett til bestu myndamenn at eygleiða í biografi, okkara vegna.
Ein av fáu klassisku plátum, eg eigi, er Onnur symfoni hjá Gustav Mahler. Tað var ein amerikanskur vinnulívsmaður, sum hevði sett sær fyri, bara at arbeiða helvtina av árinum, og so stjórna einum orkestri, sum spældi júst hesa symfoni, og onga aðra, hina helvtina av árinum. Tað fekk meg at samla uppá upptøkur við ymsum dirigentum av hesum verki, har Urlicht og Die Auferstehung eru kjarnar. Og her varð Bernstein hin fyrsti.
Giti, at hesin filmur, Maestro, sum fekk tveir dagar í biografunum og nú er á Netflix, fer at vinna fleiri Oscarvirðislønir, kanska sum besti filmur við bestu høvuðsleikarum, bestu fotografering, klæði, snið og allar tær smærru virðislønirnar. Tað er so mítt git.
A Star is Born var endurinnspældi filmurin, sum gjørdi Bradley Cooper kendan saman við Lady Gaga. Ikki hevði eg væntað at sæð ein so góðan film á Netflix á jólum, har Cooper er Bernstein, sum eg eisini hugsi at vit síggja veruliga í endanum. Og allan heiður til Løkshøll, sum hevði eygað fyri at seta henda filmin á skrá og skapa eina biografuppliving á stóra løriftinum har inni eisini. Gott mentanararbeiði!