26.7.09

Havnarløg


Ólavur Olsen og Eirikur Skála hava samskipað tiltakið 'Havnarløg'. Í miðjuni sæst kapellmeistarin Magnus Johannesen. Niðast er Martin Joensen fangaður í mannamúgvuni meðan Sólvá Ford syngur 'Mánalýsið Gylt' (Myndir: Birgir Kruse)

Í dag vóru Havnarløg framførd á útipalli í Tórsgøtu, har Tórshavnar Stórband spældi undir leiðslu av Magnusi Johannesen. Hann hevði gjørt allar útsetingarnar og eisini tvey nýggj løg.

Gomlu løgini vóru klassikarar úr Havn. - Deiliga Havnasligt, segði Finnur Jensen, ið var ein av fýra sangsolistum. Hinir vóru Anna Nygaard, Sølvá Ford og James Olsen. Frásøgumaður var Robert McBirnie. Og eg kann ikki annað enn at geva Finni rætt. Hetta var deiliga Havnasligt.

Ógvuliga presissar, men stak væl svingandi útsetingar. Ljóðið, sum fylti langt niðan í mentanargøtuna í miðbýnum, var breitt við góðari fyllu og væl blandað. Ein deilig løta. Tórshavnar Stórband er í góðum formi og vónandi verður tað afturvendandi táttur at verk verða skrivað til orkestrið.

Tey bæði nýggju Havnarløgini, Mánalýsið Gylt, sum Sólvá Ford sang og Havnarlagið, sum James Olsen sang, høvdu tekst eftir Martin Joensen.


Mánalýsið Gylt
Lag: Magnus Johannessen / Orð: Martin Joensen

Mánalýsið gylt - kyssir kinn og hár
nú náttin hon nærkast
og Havnin skal leggja seg.
Mánin veit, eg elski teg
so innarligt,
júst sum hann,
- tað veit hann væl.

Vágin glitrar still - durvar dovislig
og Tinganes tyngist
nú klokkan er nærum nógv
Vágin veit, eg elski teg
so innarligt,
júst sum hon,
- tað veit hon væl.

hygg, sært tú mjørkan leita sær upp hús
og luftin er reyðagull ...

Skansin skimast runt – heldur vakt í kvøld,
- hann ansar væl eftir
at einki tær henda skal.
Skansin veit, eg elski teg
so innarligt,
júst sum hann,
- tað veit hann væl.

Havnin steðgar á – mann hon hoyra teg
og kennur hon lagið
tú kvøður so kært fyri mær.
Hoyr, suðan og tutlan i Havn
øll mutla nú í náttini títt navn:
Mánin, sum sær á havnarvág.
Skansin, sum passar væl uppá.
Tinganes hoyrist teska: áh,
- tú ert tað fittasta, eg sá!


Havnarlagið
Lag: Magnus Johannessen / Orð: Martin Joensen

alt í lagi
hoyr mítt kvæði

legg í vaðið
havnarlagið

eg spáki omaneftir áarvegnum, heilsi uppá øll, sum eg hitti – og lagið er í topp

sakin staðið
býur frægi

legg í vaðið
havnarlagið

og sólin murrar eina havnarvísu, sigur hey við øll, sum hon kennir – og skínur sum ein sól

kondittaríið
eg stígi inn og eg keypi

kaffi
og hitti vinirnar

saman
vit loysa heimsins kreppur

hey tú
eg bjóði tær eitt lagkøkustykki og eina sodavatn

---------------------------

vit hava sitið
og reypa eina løtu

onkur
er vorðin gruggutur

men skjótt
eru vit vinir aftur

hey tú
eg bjóði tær eitt lagkøkustykki og eina sodavatn


alt i lagi
hoyr mítt kvæði

legg í vaðið
havnarlagið

eg spáki omaneftir áarvegnum, heilsi uppá øll, sum eg hitti – og lagið er í topp!

sakin staðið
býur frægi

legg í vaðið
havnarlagið

og sólin murrar eina havnarvísu, sigur hey við øll, sum hon hittur – og eisini við teg!

kondittaríið
eg stígi inn og eg keypi

kaffi
og hitti vinirnar

saman
vit loysa heimsins kreppur

hoyr tú
eg bjóði tær eitt lagkøkustykki og eina sodavatn, tí at Havnin fyllir jú hundrað ár!

hundrað ár!