Skip to main content

Posts

Showing posts with the label podcast

Rúni og Harrapoddurin

Mikudagin var Rúni Nielsen á vitjan í køkinum við tveimum mikrofonum frá Harrapoddinum . Tær eru smærri enn rullupylsurnar, ið vanliga verða settar á borðið hjá poddkastarum, sum vóru vit til altars hjá Al Capone og Marconi í tretivunum.  Hesar hjá Rúna eru frá avstralska Røde og mest sum ósjónligar og gloymdar, tá tær verða klipsaðar á flippuna.  Upptakarin er fartelefonin, og so starta vit og verða avbrotnir, tá kaffimaskinan larmar við boðum um, at nú eru tveir tímar farnir, og hon lukkar demonstrativt. Uttan at vit nakra løtu tendraðu ella kannaðu eftir í teldu og telefon, tí tær eru slettis við í borðprátinum um Náttarravnar, Bankatosk í Áarstovu, Whiskysmakking í gamla Seglhúsinum og tað undarliga, at tíma at geva seg undir arbeiði hjá øðrum, alt meðan fjørðurin reisir seg og regnið setir niður og dukar á gluggan.  Stikkorðini, Rúni hevur sent mær í messenger, eru: gastronomi, náttarravnar, filmur, at ferðast, at smakka uppá orðini…poddkastmentan + bloggamentan. For...