Skip to main content

Viðareiðismálarin í Listaskálanum

Arnold Vegghamar signerar nýggju bókina, sum Bodil Varming hevur skrivað. Millum mongu gestirnar var Amariel Norðoy. Niðri undir eru nakrir málningar avmyndaðir (Myndir: Birgir Kruse)

Í dag lat upp myndlistaframsýning við málningum hjá Arnoldi Vegghamar (f.1937). Hann er av Viðareiði og systkinabarnið, Líggjas í Bø, setti framsýningina við eini sjáldsama góðari røðu. Alment hevur hann ikki latið hoyrt frá sær síðani yrkingasavnið Til Lívið í 1964. Røðarin nevndi Mikinesmálaran, Nólsoyarmálaran, Mikladalsmálaran - og Viðareiðismálaran, sum hann mest sum í spølni kallaði Arnold Vegghamar. Í hugfarsligu røðuni, har greitt varð frá um lívsleið listarmansins og útbúgving hansara sum gullsmiður, var eisini rúm fyri hvøssum atfinningum. Nýggj bók um Arnold Vegghamar, sum Bodil Varming hevur skrivað á donskum, varð løgd fram. - Men føroyska týðingin ber álvarslig brek, segði sáttligi røðarin og krossfesti føroysku týðingina. Eg trúi ikki mínum egnu oyrum, at ein røðari í almenna rúminum dittar sær at hava eina meining. Í okkara egna dunnuhyli og uttan at hevja røddina. Tað er sjáldsamt. Hanus Johansen sang og eftir at Helgi Fossadal hevði takkað Øssuri Johannessen og Eyðuni Húsgarð fyri hjálpsemi, lat framsýningin upp. Fleiri nýggir málningar, klettar í strammari striku, og so teir vælkendu hallusinerandi landslagsmálningarnir av Viðareiði í lilla, grønum og gulum, sum skapa eina rúmd, sum eru teir pointelistisk hologram í 3D. Eitt njótilsi at síggja, tí teir, burtursæð frá sjálvum myndaevninum, eru so fulkomuliga leysir av heimligari hevd. Framsýningin kundi eins væl verið sett upp í Haight Ashbury í San Fransisco við Greatful Dead í oyrunum og eini Sierra Nevada í hondini. Ein sjáldsama litdjúp framsýning í Listaskálanum. Opið er til 24. oktober 2010.