26.3.11

Leygardagur í Havn









Ovast sæst leysi kletturin í Havn, á Krákusteini, sum skal styrkjast, har gulu strípurnar eru teknaðar. Síðani síggjast nøkur av smáu húsunum úti á Reyni, Regin W. Dalsgaard, sum sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík, ein ketta í glugganum, bókatilboð hjá Reyða Krossi undir Bakka , kokkar á Hotel Hafnia sum halda frí, hølini hjá Atlantic Petroleum og ein bátur, sum verður tikin upp (Myndir: Birgir Kruse)

Sólin stavar hvøss á Havnina, nú vit fara frá vetrartíð til summartíð. Hóast sól og stilli, er kalt. Nakað av fólki sæst ganga inn og út úr handlunum, men annars er eingin úti. Havnin hevur ikki slept vetrinum, og er enn ikki klár at fagna summarinum. So langt frá. Men Regin W. Dalsgaard hevur latið dyrnar upp í fjálgu Smiðjuni í Lítluvík. Har sýnir hann fram fotomyndir, sum eru blástar upp á lørift. Undir heitinum 2 minuttir sýnir Regin 19 grindadrápsmyndir, tiknar av grindamonnum og áskoðarum. Flestu rímiligvís blóðsprænandi reyðar, men summar stiliseraðar og púra uttan blóð, onkur monumental við áskoðarum, átøkir steinmyndum av Páskaoynni. Ein spennandi dynamikkur móti tí steinrunna. Eina myndin, har vit síggja svungna ryggin á grindamanninum, sum er í móreyðari troyggju og akkurát hevur drigið knívin til sín, meðan ein fín rípa av blóði sprænir úr svart-reyða sárinum, kundi eins væl verið ein mytologisk lýsing av Orminum á Glitraheiði, sum stolti riddarin, kanska Sjúrður, júst hevur dripið og nú er í holtur við at klúgva høvdið frá kroppinum. Ein onnur mynd, har fleiri grindamenn vaða upp undir miðju, minnir um amerikansku hermenninar, ið reisa flaggið á Iwo Jima. Ein einsrætta framdrift, drápið og dýrið. Umframt kúlu-sóknarongulin, sæst mønustingarin í brúki. Dripna dýrið bløðir og sveitin ger bylgjandi havið skúmandi droyrreytt. Men besta myndaevnið er helst Marner, koyrirlærarin, sum kennir eftir blaðnum á knívinum, beint eftir at hann hevur skorðið hvalin á háls. Spennandi og dynamiskt myndaevni, sum í ferðini, 2 minuttir, sigur okkum nógv og skapar nógvar sterkar og illustrativar komposisjónir. Ikki er vist, at útlendingurin skilir framsýningina eins og vit. Kundi verið spennandi at endurtikið hesa framsýning á hásumri, tá nógv ferðafólk vitja. Samanumtikið er hetta ein av einfaldastu og tó effektivastu framsýningum, eg havi sæð í hesum hølum. Frálíkt og nógv at tosa um, meðan tað enn er loyvt og politiskt korrekt. Tað er ikki ein vanlig sjón at mynda slakt og blóð, hvørki Halal, Kosher ella hvussu tey nú rópa tað. Hetta við at drepa dýr, púra uttan sentimentalitet, bara fyri at fáa mat á borðið, helt eg einaferð røðu um á norskum í Tromsø og á enskum í Lerwick. Eitt spennandi evni, ikki minst at endurgeva og avmynda. Opið er til 30. mars.