28.1.12

Ársins miðlaavrik


So er avgerðin fallin, hvørji skulu fáa tær fimm heiðurslønirnar fyri miðlaavrik í undanfarna ári.

Tað er felagið Føroysk Miðlafólk, ið stendur fyri tiltakinum, sum Finnur Jensen hevur lagt til rættis. Fráfarandi formaður í felagnum er Georg L. Petersen og nývaldur formaður er Ingrid Bjarnastein.

Fyri jól valdi nevndin eina óhefta faknevnd at taka dagar ímillum innkomnu uppskotini: Enna Garðshorn Mikkelsen, Tróndur Djurhuus, Ingi Rasmussen og Birgir Kruse. Innan fyrstu handanina segði dómsnevndin soleiðis:

Ársins miðlaavrik er eitt praktfult tiltak, sum vit og helst tit øll eisini, vóna er komið fyri at vera. Í hesum fyrsta føri er Ársins miðlaavrik tengt at ræstkjøtaveitslu og tí eitt sindur óhátíðarligt. Tó, ikki minni avbjóðandi var uppleggið hjá Finni Jensen tá hann kom við einum heilum Fiskasølukassa við tilnevndum avrikum, tilsamans 117 býtt út á 5 bólkar. Finnur eigur at fáa eitt klapp fyri innsatsin.

Avrikini vóru úr øllum miðlum, prentaðum og luftbornum, í myndum og í teksti í undan farna ári. Hóast stóru undirtøkuna saknaðu vit í dómsnevndini okkurt avrik úr undanfarna ári og til næstu ferð vóna vit at redaktiónirnar vera enn miðvísari at fylgja við og melda til. Vit meta at hetta tiltak varpar ljós á nøkur faklig viðurskifti, og at Ársins miðlaavrik tí eisini hevur eina eggjandi og mennandi ávirkan, sum redaktiónirnar eiga at lofta.

Í sambandi við tær 5 bólkingarnar kundi okkurt uppskot verið sett í ein annan bólk og gjørt seg betri galdandi har. Eisini kundi verið spennandi at havt aðrar bólkar, sum til dømis klummur og oddagreinir, sum ofta vísa ein helt serligan førleika at skriva, tá best liggur fyri. Í dómsnevndararbeiðnum hava vit meir enn einaferð sannað, at ikki er hjúklað nóg mikið um tað reint skrivliga arbeiðið. Ov nógvir skrivifeilir bøta ikki um trúvirði, heldur ikki á føroyskum.

Men vit hava hildið okkum til tað, sum kom inn og tann yvirskipaða setning, vit hava fingið, sum ljóðar: Heiðurslønirnar verða latnir teimum, sum við serliga góðum journalistiskum handverki megna at lýsa viðkomandi viðurskifti, ið á serligan hátt hugtaka/øsa/røra/upplýsa móttakaran. Tilfarið skal vera publiserað í einum miðli.

Eftir hesi inngangandi orð, varð fyrsta heiðurslønin latin.


Ársins mynd

Hvør verður ársins mynd, sum hevur verið á prenti í einum føroyskum miðli, pappirsmiðli ella talgildum loftmiðli? Verður tað ein ítróttarmynd, sum mundi og kundi broytt føroyskan fótbólt og føroyska luttøku í altjóða fótbólti? Verður tað ein festivalmynd av einum hugfangaðum áskoðara, sum við nýggjum tjóðareyðkenni skal byggja land, har hin seinasti føroyingurin lat seg kristna? Verður tað ein sosialrealistisk og tó dynamisk mynd, sum fangar ein trongdan rektara niðri á jørðini, mitt millum ónøgdar næmingar? Ella verður tað ein mynd av tí tronga, sum er, hevur verið og fer at verða lívlínan og nervalagið út í heim og aftur, fyrr, nú og í komandi tíðum?

Fotografarnir, ið eiga hesar fýra tilnevndu pressumyndir í 2011 eru tveir: Jens Chr. Vang eigur tríggjar teirra og Jógvan Helgi Hansen eigur eina.

Og her kemur avgerðin:

Ársins mynd, ið fær Miðlaheiðurslønina 2011, varpar ljós á nýggjar tíðir á einum gomlum stað. Myndin er væl timað og væl vinklað. Hóast myndin er still og staðfestandi og ikki varpar ljós á nakað andlit ella andlitssbrá, elva stór amboð til dynamikk í myndini, bæði flatan og rundan. Hervið gerst myndin søgulig og lýsir tað, sum fer at verða knýtt at hesum stað, sum myndin í øllum einfeldni eygleiðir og í stórari styrki fevnir og lýsir.



Ársins mynd er ‘Flogvøllurin: Flogfarið lendir, menn asfaltera’. Myndina hevur Jógvan Helgi Hansen tikið, og hon hevur staðið á Vágaportalinum 26. september 2011.


Ársins sending

Ársins sending, send í einum føroyskum loftmiðli, er óivað tann bólkurin í hesari heiðran, har dygdarbesta og mest heilbornað tilfarið er at finna. Her hevur handverkið fingið sømdir og stundir hava verið at kína og hjúkla um journalistisku vøruna, sum verður serverað.

Fýra sendingar frá Kringvarpinum eru millum finalistarnar, tríggjar úr sjónvarpinum og ein úr útvarpinum. Skal tað vera tann listarliga fullkomna um tónaskaldið av Sandi? Ella tann lívsklóka og hjartanívandi um deyðasjúku konuna og mammuna. Skal tað vera tann um faðirleysu grønlendingarnar, sum sakna sín føroyska pápa. Ella skal tað vera tann djarva útvarpssendingin, har tann særda stendur fram við fullum navni og vísur øllum síni sár?

Tað hevur verið trupult at velja ársins sending, millum hesar fýra, tí tær eru so ymiskar og hava sínar eyðsýndu dygdir á hvør sínum spori.

Ársins sending varpar ljós á skuggasíðuna á einari søgu, har føroyingar áður bara vóru lýstir sum hetjur. Teir tóku land og teir fingu stór virði til høldar, føroyskum framburði at frama. Men onkrir teirra tóku annað enn land; teir fingu børn, sum teir seinni ikki vildu kennast við. Sendingin byggir á klassiskar journalistiskar dygdir, vit kenna okkum aftur, sendingin er viðkomandi, hon rørir og órógvar, og hon reisir spurningin, um øll eiga nøkur grundleggjandi mannarættindi: Rættin at kenna og arva pápa sín!



Ársins sending eiga Dagmar Joensen-Næs og Johannes Danielsen: Faðirloysingarnir.

Ársins grein

Tilnevningarnar til ársins grein eru fýra. Tvær eru úr Dimmalætting: Einsamøll við tveimum børnum: Onkuntíð gangi eg svong og Landbúnaðarliga kollveltingin í Havnardali.  Og tvær greinar í Sosialinum: Sterilisering: Nevnd skal góðkenna Terja og greinin Abbin misbrúkti hana í sjey ár.

Vinnarin er greinin í Dimmalætting um landbúnaðarligu kolleveltingina, skrivað av Sveini Tróndarsyni!


Greinin verður kosin sum ársins grein 2011 fyri sínar klassisku journalistisku dygdir.

Sveinur Tróndarson lýsir væl og gjølla ta stóru landbúnaðarligu broytingina innan mjólkaframleiðslu í Føroyum frá fleiri smáum gørðum til færri og størri. Og journalisturin ger evnið bæði viðkomandi og skilligt fyri lesaran.

Her liggur eitt stórt og umfatandi jornalistiskt arbeiði aftan fyri greinina.

Landbúnaðarliga kollveltingin verður lýst bæði við, at tveir mjólkabøndur siga frá sínum arbeiðsumstøðum fyrr sum einsamallir framleiðarar og nú sum parteigarar í stórum felagsfjósi, við djóralæknanum, ið varpar ljós á djóravælferðina fyrr og nú, við landbúnaðarfrøðinginum, ið gevur tað størri perspektivið, við MBM sum endaliga liðið í framleiðsluni og við hagtølum frá hagstovuni.

Tað hevur verið ein fragd at lesa greinina, og tað er tí við stórari gleði, at dómsnevndin ynskir Sveini Tróndarsyni til lukku við ársins grein 2011!


Ársins innslag

Hvat er eitt innslag? Orðið sjálvt er so meiningsleyst, at tað einki líkinda svar gevur. ‘Inn-slag, at sláa inn?’ Kortini tosa vit um innsløg eins hissini, gerandisliga og sjálvsagt, sum vit tosa um vátasletting og makrel og Sonju Jógvansdóttir.

Vanligu fatanirnar av einum innslagi eru so ymiskar, at dómsnevndin hevur verið noydd til at taka dagar ímillum stutt tíðindabrot og sundur-pettað sound-bites til hin ótolna, drúgvari estetiskar upplivingar, sum næstan eru heilar sendingar, kaldan politikk til tey vaksnu, pedagogiskar snildir til tey smáu. Um enn fruktirnar eru frískar, so eru hetta súrepli, perur og bananir – hvørt um annað.

Dómsnevndin hevur kortini nominerað fýra innsløg – og so er bert eftir at gera av, hvat teirra skal hava heiðurin sum ársins innslag 2011.

Skal tað vera tað estetiskt filmaða og gjøgnumkomponeraða sjónvarpsinnslagið um føðingardagin hjá hvíldarheiminum Nainu? Ella húðleyst erliga – næstan ræðandi – nærmyndin av Ingrid Heystoy, sum bíðar eftir at sleppa á økisdepilin fyri sinnisveik? Kanska eyeopener-upplivilsið heima hjá fimm ára gamla Benjamin, sum við ergoterapi finnur størri meining við gerandisdegnum? Ella skulu vit velja hjartanemandi tvístøðuna, Eilin Tróndheim og gomlu foreldur hennara eru í, tí hon av spariávum ikki sleppur á stovn? 

Dómsnevndin hevur valt

- eitt innslag í teirri sera týdningarmiklu genruni, sum vit nevna ‘konsekvensjournalistikkur’ – og sum umskapar lítiðsigandi hagtalið ‘umleið hundrað við einum serligum tørvi’ til verulig menniskju og medborgarar við kenslum og egnum gerandisdegi...

- eitt innslag, sum er atfinningarsamt uttan at vera agressivt móti einum óhepnum boðskapi frá einum strongdum landsstýrismanni – og sum minnir okkum á, at vit øll bráddliga kunnu gerast partur av einum minniluta, sum hevur eitt væl umhugsað politiskt forstailsi fyri neyðini.

Innslagið er aktivt, og tað er serliga genialt, tí tað júst er bygt upp um eitt gerandisvirksemi, sum óhepni landsstýrismaðurin – helst ótilætlað, men alment – er komin at halda hánt um.


Ársins innslag 2011 er Dag &Viku-innslagið hjá Rógva Rasmussen um fimm ára gamla Benjamin og ergoterapiina til børn.

Ársins dekningur

Og hvat er so ein “dekningur” – enn eitt vánaligt orð, sum hevur vunnið sær fast pláss í journalistiska orðafeinginum. Orðabókin veit ikki reiðiliga, hvussu hon skal lýsa hetta fyribrigdi. Har snýr tað seg um lívd, skjól, skuld, tryggingar ella enntá borðreiðing.

Herinni munnu øll vita nøkunlunda, hvat tað fevnir um. Eg loyvi mær at allýsa: Ein jøvn viðgerð av einum ávísum evni yvir longri tíðarskeið, har eitt blað ella ein loftmiðil dag um dag letur upp, lýsir, víðkar, perspektiverar, analyserar, dregur til svars og kemur afturum eitt evni við einum greiðum planløgdum málsetningi – og lay-outi.

Spurningurin er, um nakað livir fult og heilt upp til hetta av tí, sum er innsent til Ársins dekning. Vit síggja nógvar greinar, ella hoyra fleiri innsløg, um eitt evni,  sum vísa ymsar síður av somu søk, men tað tykist ikki, sum nøkur ætlan er løgd frá byrjan, ið vinklað, skrivað og redigerað er eftir. Spell, tí hetta er størsta potentialið í føroyskari blaðskriving.

Tá ið alt hetta er sagt, so vil dómsnevndin kortini taka fram, at Dimmalætting roynir seg mest og best av føroysku miðlunum í hesum bólki. Dimma hevur miðvíst og áhaldandi fylgt málum, blaðið hevur sett sína egnu dagsskrá og er ikki givist á hondum, hóast valdshavarar ella aðrir sterkir áhugabólkar hava roynt at leggja fótonglar í vegin.

Millum tey síðstu fýra, sum dómsnevndin sat eftir við millum tey tilnevndu, vóru tríggjar greinarøðir frá Dimmalætting og ein frá Sosialinum. Tey vóru:

-        Eik-kanningin í Dimmalætting.
-        Flatskattur og pensjón í Dimmalætting
-        TF-dekningurin í Dimmalætting
-        Bygdalív í Sosialinum (greinarøð hjá Snorra Brend í Oyggjablaðnum)

Vinnandi greinarøðin í “Ársins dekningur” nart við øll kriteriini fyri, hvat góður journalistikkur er – her var identifikatión, relevansur, aktutalitetur, konflikt og ein broddur av sensatión - og blaðið megnaði eisini við útgreiningum at seta dagsskránna í einum máli, sum øll annars tosaðu um:


Ársins dekningur er: “Flatskattur og pensjón” hjá Dimmalætting!