18.3.12

Vikuskifti yvir diskinum


Oftan verða miðlarnir, og kanska serliga bløðini, hartaðir fyri mangt og hvat. Fremst fyri er grafiska útsjóndin, myndir, yvirskriftir og uppseting. Síðani kemur sjálvur teksturin at lesa. Eru fyrstu viðurskiftini ikki í lagi, so verður lítið lisið inni í blaðnum og slettis ikki tað, sum stendur aftast.

Yvir diskinum í SMS komi eg í tankar um, at meðan bløðini dragast við skrift og rættstaving, er avbjóðingin hjá loftmiðlunum at fáa taluna at ganga natúrliga fyri opnari mikrofon og út í hvørja stovu. Sum um hon kom úr vælsmurdu kvørnini hjá Otto Reinert og ikki staccato og vakuumpakkað, hvørt fyri seg, sum í kliniska Hjallinum í SMS. Tað gognur ikki altíð so væl. Men vit eru so von við at hoyra kubbutan upplestur, ið ryggbrýtur rútmuna í móðirmálinum og bráddliga kann fara sum í skotriðum eftir døgurðaborðinum, ella sum rópt varð eftir einum hundi í túninum. Upplestur er ikki sum at skriva tað.

Fyrr helt eg bæði bløðini, Dimmu og Sosialin. Vøran og útberingin vóru í topp. So datt mest sum alt niðurfyri og nú eri eg so kargur, at eg keypi bara annað blaðið, einaferð um vikuna, tá eg keypi inn í Miklagarði, fríggjadag eftir arbeiðstíð. Oftast er tað Sosialurin fyri eina prangandi forsiðu. Sjáldan er tað Dimma, tí flaggskipið, Punktum.fo, hevur so púra mist flogið.

Hetta vikuskiftið hefti eg meg við eina smámynd, sum álinju orðabókin hjá Sprotanum sigur fyri tumbnail, á forsíðuni á Sosialinum. Ein púra verulig ævintýramynd, sum Høgni Heinesen hevur tikið av Rakel Helmsdal við marionettdukkum, sum sæst omanfyri. Og mín sann um tað ikki er starvsfelagin Dorit, ið hevur vitjað í Karavella Marionett-Teatur, sum er eitt einkvinnuleikhús við 13 marionettleikarum, sum Rakel hevur undir hond og fót.


Tað mest áhugaverda í samrøðuni er tó ikki ítøkiliga dukkusjónleikarahúsið, men íbygdi kritikkurin av skúlaskipanini, sum Rakel leggur á blik:

- Vit skulu fortelja tær góðu søgurnar, ikki bara greina tær og petta tær sundur. Og vit skulu loyva børnunum at fortelja teirra egnu søgur. Børn hava eitt innara ríkidømi, sum skúlin kann draga fram heldur enn køva, tí kreativiteturin er lívsneyðugur fyri bæði læringina og lívið, staðfestir Rakel Helmsdal.

Hin søgan í sama blaði er nýggj røð við nøkrum so sjáldsamum sum forteljandi granskarum av Fróðaskaparsetri Føroya. Hetta er fantastiskt. Ein heil opna við frásagnum av tí annars so afturlatna Setrinum. Undir heitinum Vitan & Vísindi lovar Sosialurin tíggju greinar, har vísindafólk nú skriva um evni, tey granska í. Fyrstur er havfrøðingurin og Eiðismaðurin Knud Simonsen, sum býr í Kvívík, og er lektari á Setrinum. Fyri fyrstu ferð í almenna rúminum síggja vit nákvæmar litmyndir av havbotninum kring Føroyar og fáa eins nákvæmar frásagnir um, hvussu hesar myndir blíva til. Tí tær verða ikki gjørdar sum snapshot, løtumyndir, ella skundmyndir.


Alt skal geva meingin, tað er mítt fyrsta krav til søgur og miðlar av øllum handa slag. At samfelagsligar tænastur sum skúli og gransking á henda hátt venda aftur til miðlarnar og kunnu vella upp úr blaðteigunum, er besta samfelagsliga afturbering, eg í løtuni kann hugsa mær. Tað er sum at lesa Halgubók:

- Kasta breyð títt út á vatnið; tí at langa tíð eftir skalt tú finna tað aftur. Prædikarin 11,1.
Takk fyri góða Vikuskiftistænastu, Sosialurin.