4.11.12

Tveir høvuðsvinnarar í Lübeck

 

Tveir norðurlendskir filmar vunnu høvuðsvirðislønina, NDR virðislønina, sum Norddeutsche Rundfunk letur, á filmsstevnuni í Lübeck í ár. Teir vóru danski Jagten, sum 43 ára gamli Thomas Vinterberg leikstjórnaði og svenski Äta sova dö, sum 32 ára gamla Gabriela Pichler leikstjórnaði. Jagten vann eisini tvær aðrar virðislønir. Thomas Vinterberg, sum eg avmyndaði saman við dóttrini á jarnbreytarstøðini í Lübeck í morgun, hevur fyrr vunnið stórar virðislønir fyri filmarnar Festen (1998) og Submarino (2010). Filmurin hjá Gabriele Pchler, Äta sova dö, vann eisini áskoðaravirðislønina í Venezia í september í ár. Í enskum tíðindaskrivi sigur leiðslan fyri Nordische Filmtage í Lübeck soleiðis um filmsvirðislønirnar í ár:

The Danish director Thomas Vinterberg received a total of three prizes at the 54. Nordic Film Days Lübeck. His film “The Hunt” was awarded the NDR Film Prize (ex aequo) as well as the popular Audience Prize of the Lübecker Nachrichten, endowed with 5,000 euros, and the Baltic Film Prize.The film recounts the gripping tale of a man (played by Mads Mikkelsen) who must defend himself against false accusations and struggles for his reputation and his position in society. Thomas Vinterberg travelled to the Hanseatic City in person to accept the awards. He was joined by the young star of his film, Lasse Fogelstrøm. Altogether eight prizes were presented at the Film Prize Night of Europe’s largest festival for Nordic and Baltic films and filmmaking from northern Germany on 3. November 2012 at Theater Lübeck. Endowed with 12,500 euros, the NDR Film Prize went ex aequo to the Swedish director Gabriela Pichler for her film “Eat Sleep Die” and to Thomas Vinterberg’s “The Hunt”. Gabriela Pichler also travelled to Lübeck to accept her award in person. The NDR Film Prize jury’s motivation for choosing Pichler was based on the film’s “highly authentic and powerful manner, featuring lovingly narrated characters”. It applauded “The Hunt” for “mesmerizing its audience as it recounts the panic-fuelled reactions of a small-town community, resulting in the near devastation of a man’s life. The Baltic Film Prize jury decided on “The Hunt”, because the film “boldly explores a sensitive topic in society, using dramatically effective means and an engaging set of characters”.

11. desember kemur leiðarin á Nordische Filmtage Lubeck, Linde Frölich, til Føroya at verða til staðar, tá fyrstu føroysku filmsvirðisønirnar, Geytin, og Áskoðaravirðislønin, verða latnar í Norðurlandahúsinum. Frestin at lata inn føroyskar stuttfilmar at kappast um hesar virðirslønir er sett til 1. desember. Linde Frölich, sum er avmyndað niðanfyri, varð leygardagin sligin til riddara av fyrsta stigi eftir skipanini hjá norska Haraldi kongi fimta, Den kongelige norske fortjenstorden.