11.6.16

The Clipperton Project


Luli Noriega Pons, sum er í bláum skóm mitt fyri í myndini, er úr Meksiko og býr í risastóra høvuðsstaðnum Meksikobýi.

Eg hitti ferðaliðið hjá henni, The Clipperton Project, á Kafé Kaspar. Tey vóru komin við bussi úr Miðvági, har tey høvdu hugt eftir plantum og urtagørðum. Nú skuldu tey út á Fróðskaparsetrið.

Tey eru úr Meksiko, Avstralia, USA, Skotlandi og Svøríki.

- Tað var hin bretski Jon Bonfiglio, sum nú býr í Meksiko, ið stovnaði The Clipperton Project, sigur Luli Noriega Pons aftur við einum kaffikoppi.

- Grundsjónarmiðið var og er enn at lýsa samanhangin, analogiina, sum er millum hugsanina um, hvussu ein fjar og óbygd oyggj við ongum menniskjansligum sambandi skuldi havt verið, og hvussu sama oyggin í veruleikan sær út, tá vit møta henni. Jon Bonfiglio, og tey sum grundaðu henda tanka, fóru at vitja fronsku Kyrrahavsoynna Clipperton, sum sæst á blaðsíðu 161 í atlasinum hjá Námi. Spanska navnið á óbygdu oynni er Isla de la Pasión.


- Á oynni gjørdu tey ein film, sum vísti, hvussu ávirkað, impacted, lítla og fjara oyggin var av mannahond, hóast eingin búi her. Á filminum sóust fuglar, sum vóru deyðir á oynni við fullum maga av plastikklutum. Soleiðis byrjaði The Clipperton Project, sigur Luli úr Meksiko.

- Nú hava vit víðkað verkætlanina við ferðum til fjarlagd støð, helst við nógvum vatni, fyrst og fremst oyggjar við áum og sjógvi. Hvør einstakur ferðandi hevur eina persónliga verkætlan, sum hann ella hon mennir, alt eftir egnum áhuga og støði. Okkum dámar allar best at verða við í átøkum, og vilja fegin hjálpa, um tað ber til og tit ynskja tað, sigur Luli.

- So tað, sum vit mest gera, at náa okkara máli, sum í roynd og veru er at víðka sjónarringin, er at tosa við fólk. Samrøður. Vit eru sannførd um, at opnir spurningar leiða okkum til ókend svar. (Hatta ljóðaði so gott, at eg má seta ensku orðini hjá Luli inn her: We believe that open questions lead us to unknown answers.) So heldur enn at leita eftir einum heilt ávísum fyribrigdi, leita vit við einum breiðari sýni.

- Okkum dámar at møta fólki og so netverka í einum vilja at skilja, at aðrar og líknandi støður og viðurskifti ávirka onnur støð í heiminum, har vit kenna fólk ella støð og kunnu hava eina ábending um eitt svar. Kanska, sigur Luli hugsunarsom.

Ferðaliðið lýsir hon sum eitt interdisciplinary multicultural team, ið arbeiðir fyri at skilja mentan, náttúru og tey viðurskifti, sum eru millum hesi bæði fyribrigdi.

- Leygardagin fara vit til Suðuroyar at sigla við sluppini Jóhonnu, so sum veðrið loyvir tí. - In search of people willing to talk and share their culture, sigur Luli Noriega Pons úr Meksiko. - So if there is any person from any other place in your country willing to talk or needs a hand with a project, let us know.

Luli er at hitta á telduposti: lulinp@icloud.com