28.9.16

Barcelona - reinur býur!


Skalt tú halda frí og ætlar tær av landinum, er einki sum at seta seg í flúgvaran í Vágum, og fara beina leið, akkurát har, tú ætlar tær, til dømis til katalanska høvuðsstaðin, Barcelona, sum er næststørsti býur í Spania. Omanfyri sæst terrassan oman á íbúðini, vit funnu á Tripadvisor í gamla býarpartinum, el Barrio Gótico. Fimm hæddir longur niðri fjalir íbúðin seg aftanfyri hesar dyr í eini trongari smogu.


Nú er hurðin á glopp, og vit síggja nøkur av teim 72 trapputrinunum upp til íbúðina. Banktskúraði og angandi av sápu, øll somul hvønn dag.


Ikki er vist, at øll halda, at einar tílíkar dyr eru passandi at hava sum karm um eina frítíðarviku í tí fremmanda. Men hugsa vit sum so, at ein ferðaskrivastova hevði tilboð um gisting á fyrstafloks hotelli í stóru grannagøtuni í somu viku, og tú í staðin velur hesa annanfloks íbúð í trongu smoguni, so eru 9000 krónur at spara. Og tað er ikki so lítið í einum fyrstafloks býi. Supermarked, uttandura marknaður og bakarí eru við næstu dyr, og undir fríum lofti kann terrassan omaná íbúðini vera góður morgunmatarkarmur.


Á tekjuni á næstu húsum eru tvær klokkur, ið ringja eftir eini skipan, sum eg ikki fái hilling á. Men eg síggi at húsafasadan er hin best hildna, so onkur katólsk lunnindi fylgja við hesi uppgávu.


Upp úr bakgarðinum angar av nývaskaðum seingjarklæðum, sum fær meg at varnast reinleikan í hesum stórbýi.


Hetta við reinleikanum haldi eg upp móti øðrum miðjarðarhavsbýum, sum til dømis Genova í Italia, ið gamaní er ein nógv minni býur, men í trongu gøtunum niðri við havnina líkist Barcelona. Munurin er bara at Genova er ein skitin og tungur ídnaðarbýur, meðan Barcelona er reinur og lættur, og tykist lata seg upp, so hvørt tú gongur gjøgnum smogur og stræti. Og alla staðni hanga dúkar og vaskiklæði.


Seint á kvøldið og tíðliga á morgni sært tú gøtusóparar av báðum kynum. Tey sópa og spula hvønn krók, so hvørki pappír, fløskur, sigarettir ella hundalortar síggjast. Í gamla stórbýnum er alt reint.



Rísastóra kirkjan, Sagrada Familia, sum Antonio Gaudí (1852-1926) fór undir fyri 133 árum síðani, er enn í gerð, og onkur sigur at hon verður liðug í 2030. Síggja vit hana millum mongu ferðafólkabussarnar, er hon ein góð ímynd av reina býnum. Bjørt og litrík sum ein reinvaskað Disney-kulissa. Hetta er fremsta ferðamál í øllum Spania.


Uppi á Montjuic fjallinum er Miró savnið, sum er eins spælandi og litríkt.


Árliga stevnan Le Mercé er í býnum, so ókeypis er at sleppa inn. Á eina vegginum er ein talva, har Joan Miró (1893-1983) úr Barcelona er settur í eina skipan, har Salvador Dalí (1904-1989) hómast við evarska smáum stavum undir surrealismuni. Interessant at lesa um hesar báðar katalonsku mótsetningar, Miro og Dali, og teirra ógvuliga ymsu tilgongd til list.


Niðri á strondin blæsa tey sápubløðrur. Í skýmingini verða vit aftur mint á reina stórbýin, Barcelona. Tú skuldi roynt hann, reina stórbýin!