21.4.17

Lívið er júst tað, sum tað er


Í kvøld opnaði Skjólið í nýumvaldu húsunum hjá Bláa Krossi í Kongagøtu í Havn. Í kamari nummar eitt býr hin produktivi gøtumaðurin Tummas Jákup Thomsen (f.1962).

Tummas Jákup er hin fyrsti at sýna fram í Skjólinum. Hann gekk í realskúla í Fuglafirði, er útbúgvin bygningssnikkari í 1984 og hevur smíðað alla møguliga staðni, sum hann skrivar á Facebookprofilinum. 

Tummas Jákup er sjálvlærdur listamaður og stillaði fyrstu ferð út í 1976. Um tað tíðina mundu nógv leggja til merkis fyrsta fjallabilin, ein Toyota Corolla, sum hann málaði fjøll og landsløg á. 

Í øllum húsunum í Kongagøtu eru nákvæmar tusj og blýantstekningar, í køkinum næstan sum dekkserviettar, men eisini verk úr øðrum tilfari, sum til dømis ein heilur veggur við fotomyndum, ið hava verið á Arken.

Niðanfyri tosar hann við Petur Prent um ymsu fjallabilarnar, og hvar onkur teirra endaði.


Í kjallarnum er rúmlig kaffistova við palli í horninum og køki aftanfyri. Úr køkinum ber til at fara útum, ganga trappurnar uppá, og síggja ein autentiskan bakgarð í Havn.


Á portrinum eru tveir postkassar, annar til sjálvt Skjólið og hin til búfólkini. Umframt hesi húsini, eigur Blái Krossur eisini grannahúsini. Sjónvarpsbilurin stendur uttafyri, tí Dagmar og Jónfinn gera film um Tummas Jákup.


Uppiá eru kømur, køkur og stova, har sýnast kann fram á veggunum. Jørgen setur brillurnar á nøsina, festir í og lesur á vegginum, at fyrsti málningurin innanfyri hurðina í gongini eitur Hetta er ikki Nólsoy.


Her síggjast Sólvit Emilsson Nolsø, landsnevndarlimur, og Alfred Petersen í stovuni uppiá.

Tummas Jákup hevur, saman við Bláa Krossi, staðið fyri umvælingini av gomlu húsunum, sum vóru heilt illa farin, ja uppgivin, sum Magni Højgaard av Toftum sigur. Men nú eru tey blivin sera hugnalig, og anda av søgu, inni og úti, mitt í Havn.

Magni sigur, at hetta er fyrsta av mongum spennandi tiltøkum, sum verða í Skjólinum komandi tíðina.

Skjólið er nýggjur partur av sosialu eindini hjá Bláa Krossi Føroya, har Magni er leiðari. Eindin fevnir eisini um umsorganarheim og búfelagsskap.


Til ferniseringina, har foreldrini, Jóna og Helgi og systrarnar úr Norðragøtu, eisini vóru við, sang Kári Sverrisson fýra vælvaldar sangir, har serliga Lívið er júst tað, sum tað er við orðum eftir Jóanesi Nielsen, hekk leingi í rúminum og skapti eitt autentiskt og beinrakið huglag.


Yrkingin stóð í savninum "Pentur", sum kom í 1998.

Stóra blýantstekningin, sum fer um allan endaveggin, er eisini partur av framsýningini, sum er opin í ein mánað, hvønn dag frá 14 til 17 og 19 til 22.

Klikk her og síggj, hvussu opið er í Skjólinum.

Sólvit Emilsson Nolsø, landsnevndarlimur, greiddi frá um drúgvu søguna hjá Bláa Krossi í Føroyum. Formaður er Sverri Steinhólm, sum í løtuni er í Íslandi. Myndina av honum tók eg á Húsabrúgv beint fyri ólavsøku í fjør.

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, helt eina stutta, men framúr góða og hjartanemandi røðu um at fóta sær, og blíva listaliga virkin aftur eftir rúsdrekkatrupulleikar.


Nýggi aðalskrivarin í Bláa Krossi, Petur Jákup Petersen, Dakku nevndur, handaði Tummas Jákupi blómur, og Solveig Hanusardóttir Olsen, sum er savnsumsjónarfólk í Listasavni Føroya, heilsaði við hesum orðum:

Góði Tummas Jákup, fyrstu ferð eg sá listina hjá tær, var í søvnunum “Tankastrok X” og “Y”, sum tú og beiggi tín, Óla Jákup góvu út í 2005. Hann yrkti og tú teknaði. Hesar fangandi yrkingarnar og tekningarnar eru einfaldar, stuttligar og viðgera stórar spurningar á ein eitt sindur absurdan hátt, sum væntandi hava fingið nógv fólk at smílast og hugsa við.

Tú hevur verið virkin listamaður í nógv ár, og tú hevur arbeitt í fleiri miðlum: máling á lørift, installatión, foto og tekning. Og eitt sindur av hvørjum verður sýnt fram á hesi framsýningini, sum opnar her í dag. Verk frá tú ert 16 ára gamalur heilt fram til í dag. 

Á veggunum her síggja vit eyðkendu og sermerktu tekningarnar hjá tær. Reiðskapurin er eyðmjúkur. 
Við blýanti og tussj teknar tú grá og svørt myndevni við geometriskum formum og endurtakandi mynstrum.

Í onkrum myndum kenna vit føroyska landslagið aftur. Kortini er hetta ikki avmyndað á ein siðbundnan hátt. Tað verður brotið niður fyri síðani at vera bygt upp aftur við hesum serstaku formunum. Henda samanrenningin millum tað nýmótans og tað siðbundna er nakað serligt.

Í øðrum tekningum verða vit flutt í “outer space”, í ein sci-fi heim, har alt ber til. Tær minna meg um heimin í tekningunum hjá skúladreingjum, men samstundis er tær so nógv meira enn tað. Tað er egið og djarvt.

Av og á fáa monokromu litirnir mótspæl av sterkum litum, eins og her í hesum umfatandi og nærlagda veggjaprýðinum í Skjólinum. Samanrenningin millum sartu blýantsstrikurnar og framráðandi litirnar skapa lív í rúminum, samstundis sum, at tað gevur pláss fyri hugsunarsemi. Prýðingin gevur rúminum karakter og er við til at geva rúminum lív. Tað er modernað, samstundis sum at tað fyriheldur seg til landslagið.

Uppi á eru bæði eldri myndir – frá seinast í 70-árunum og fram til nýggjari tíð. Á trappuni er ein installatión, har fotomyndir hanga á snóri og flákra í vindinum. Sama slagið av fotomyndum fylla ein heilan vegg í stovuni, og hetta verkið var fyrstu ferð sýnt fram á Arken, sum er eitt savn fyri modernaða list í Danmark, har tað var sett saman við víðakenda fjalla-bilinum hjá tær. Tú brúkar fotomyndir sum vísa løtur í lívinum hjá fólki, og skavar og manipulerar tær við klorin soleiðis at appilsingulir, eld-líknandi formar taka skap. Tað er dragandi at hyggja at hesum túsundtals vrakaðu løtumyndunum, men samstundis er tað frástoytandi, tí tað er ov nógv at taka inn. Hetta samanlíknar tú við støðuna hjá modernaða menniskjanum, sum verður dýkt undir við myndum og boðskapum í hesum talgilda heimi sum vit liva í.

Dualiteturin er gjøgnumgangandi í listini hjá tær. Tú teknar og málar undurfullar og gátuførar heimir, sum á somu tíð hála okkum áskoðarar inn og skumpa okkum burtur. Listin eru bæði leikandi løtt og óendaliga djúp. Hon er niðri á jørðini samstundis sum, at vit flúgva í rúmdini.

Listin hjá tær byggir á persónligar hendingar – bæði hendingar, sum hava sett sítt mark, og hendingar úr gerandisdegnum. Í kjalarvørrinum teknar tú tað, sum tú hevur verið ígjøgnum. Í skapanar-prosessini livur tú aftur ígjøgnum hesar hendingar. Tú nýtir listina til at finna tín leist.

Samstundis gerast hendingarnar almennar, og vit kenna okkum aftur í teimum. Vit kunnu granska verkini, peika á ymiskt sum ávirkar okkum, men tað kann vera torført at avdúkað kjarnan í tí.

Tú ger álvarsama list, sum samstundis er stuttlig. Myndirnar eru sterkar samstundis sum at tær vísa eina viðbrekna síðu. Tær eru eyðmjúkar í tilfari samstundis sum, at tær hava djørv myndevni.

Nú er bert eftir hjá mær at minna tykkum á, at fleiri av verkunum eru til sølu, so tað er endiliga at ogna sær eitt. Til endans fari eg at ynska tær, Tummas Jákup, hjartaliga til lukku við framsýningini. 

Takk fyri.