13.8.19

Vit taka heyggin


Nýggja svarta, sjálvt hjá reyðum og brandgulum, er at taka heyggin, sum Birna í Javnaðarflokkinum hevur gjørt har úti við Strond. Bara fornavn og floksfrámerkið. Tað er eisini tað nýggja svarta. Einsamøll á heygnum.


Til hetta valið hava politiskir plakatuppstillarar eydnast sjáldsama væl at skapt eina heilt nýggja leið í lendinum, sum var tað Sendero Luminoso ella Iwo Jima, við einum hirsi til Hamburger Hill, tá vit taka brekkuna niðan móti heilsøluni hjá Poul. Har er allur heyggurin tikin við brandgulum valplakatum hjá lista F, bæði niðan og oman. Militant strategiskt, so snøgt er tað.


Men sum sæst á myndini omanfyri, kann seinrapartsskýggin flyta vælskipaða geometriska huglagið yvir í - ja, annað ljós, sum minnir okkum á, hvussu allar orrustur, ið søgubøkurnar siga frá, enda.


Fyrstu ferð Framsókn var frammi við valbókstavinum F á brandgula puntinum, var tað eitt genialt átak, sum nú er nakað útbrent, tí øll hava sæð tað. Avbjóðingin er at finna nýggjar konstellatiónir, sum stinga burturúr tí javna og vanliga, sum allir hinir bjóða, dusinflokkarnir.


At lofta hesi avbjóðing so elegant og kreativt sum við hesum sýni, er sjáldsamt, og samstundis tað estetiskt vakrasta og smakkfullasta heildarprent eg havi sæð í hesum valdysti. Andlitini eru einastu motiv, við einum støkum politiskum herrópi.


Javnaðarflokkurin, sum var hin fyrsti at seta plakatir upp, hevur gjørt tað til ein reindyrkaðan stíl at brúka fornavnið einans og so andlitsmyndina. Og so einki annað enn navnið á flokkinum. Tað riggar val, tá øll valevnini eru sett upp á sama stað, uttan at ov langt er ímillum tey. Sum til dømis her á rekkverkinum í verkamannabýlinginum Hornabø við útsýni til Skipasmiðjuna. Lad gå, at flestu arbeiðarar eru póllendingar, og at sami flokkur einaferð lýst stættarstríðið deytt at vera. Í dag er eingin floksformaður, ið er so greiður og sannførandi, sum Aksel, ið her sæst fremstur við allari manningini aftaná. Ein vælvaldur staður og væltiknar og organiskar myndir, sum seta flokkin, valevnið og litbrúkið mitt í føroyska gerandisdagin. Betri og politiskt lívsseigari verður tað neyvan.


Men altíð er onkur, sum vil ganga úr takt, hvussu væl skipaður flokkurin er. Í hesum føri Henrik Old, sum ikki er uttan fynd og skemt, hóast uppsløgini ganga egnar vegir, sum neyvan eru upphugsaðir á felags fundi. So mikið meir leggja vit merki til Henrik, hóast hann neyvan verður tann heilt stóri atkvøðuslúkurin. Sum uppsløgini benda á, hoyrir hann til eina aðra tíð, ikki minst har uppi við Sjónleikarhúsið, har Oldurin tykist verða sjónleikari við nýggjum leiki - ikki við uppblástum ballónum, men við báðum beinum á jørðini.


Beint yvir av bilstøðini Auto, niðanfyri Sjónleikarhúsið, síggi eg hópin av ferðafólkum, sum eru komin í land av einum av hesum óluksáligu ferðamannaskipunum, sum plága Havnina og einki leggja eftir seg. Dagsins tilboð til teirra ókeypandi er henda plakat av Levi, grindamanni, í eini listarliga tilgjørdari mynd, tikin á sandinum í Tjørnuvík. Ein fantastisk mynd, sum er gjøgnumhugsað av einslistum, tá umræður at drepa djór til matna. Men í hesum føri er hon ein provokatión bara fyri provokatiónina. Og tað er so innantómt, at sjálvt ikki teir veikastu flokkarnir finna uppá at skora so bílig poeng í valstríðnum. 1-0 til flokkarnar móti handlunum.