Skip to main content

Kurator og fasilitator


Mong eru orðini, sum støðugt marsjera inn í málið. Tvey teirra eru kurator, at kuratera, og fasilitator, at fasilitera. Í báðum førum eru orðini servicemindaði, sum tey siga um tað at vera tænastusinnaður. Orðini peika á viljan at hjálpa og vegleiða, ja at seta í verðina, um tú vart jarðarmóðir, ein føðifasilitator.

Kurator er eitt orð, sum fremst av øllum myndar virksemið í einum felag sum Filmsfelagnum. Tað er ein, sum fakliga vegleiðir og leggur lag á, og kuraterar eina almenna sýning uttan at hava fjaldar dagsskráir, bindingar ella preferansur. Tað er eyðkennið fyri virksemið hjá Filmsfelagnum. Tey vegleiða, geva ráð og leggja lag á.

Endamálið er at fáa nýggjar listarliga áhugaverdar filmar á skránna í biografinum, sum annars ikki høvdu verið sýndir har.

Kuraterandi virksemið hjá Filmsfelagnum kostar einki, tí eingin pengakassi er, og krevur ikki limaskap, tí eingin limalisti er. Tú fylgir bara við á Facebook profilinum hjá Filmsfelagnum, so sært tú hvørjir filmar eru ávegis. Á heimasíðuni hjá Havnar Bio kanst tú keypa atgongumerki, tá tú hevur gjørt av at fara í biograf.

Tað var í júst hesum biografi, Havnar Bio, at Filmsfelagið varð stovnað í 1962. Síðani tá hevur Filmsfelagið hjúkla um møguleikarnar at síggja góðan film mitt í Havn.