10.9.19

Ljóskeldur


Hósdagin í farnu viku byrjaði kringvarpsfotografurin Bjarni Árting Rubeksen at leggja myndir út á Facebook, har hann hevur fylgt og enn fylgir politisku samgongusamráðingunum eftir løgtingsvalið. Nýggjastu myndir eru frá mánadegnum í gjár.

Nú hevur Kringvarpið lagt myndirnar út á teirra heimasíðu, so øll kunnu fylgja við, síggja og uppliva myndirnar. Tí ein mynd er ikki bara tað avmálda knips, sum tú gjørt í eini handavending við iPhonini ella tí, sum fyri hondini er, tá onkur stendur framman fyri tær og ger okkurt forvitnisligt, sum kanska verður søguligt, tí tað ikki ber til at endurtaka.

Myndatøka er at steðga heiminum, at steðga søguni, at steðga ferðini og lata okkum síggja løtuna, grundfesta í tí liti og ljósi, sum er til handa.

Meistaraverkið, tí tað er tað, er ljóskeldan í hvørjum einstøkum føri hjá Bjarna. Ljósið, sum natúrliga er til staðar, heita peruljósið, sum krýpir upp við bakvegginum og skapar dýpd og rúmklang, meðan hangandi perur kasta ljós á hvítu borðplátuna, so andlitið, sum omanfyri, verður upplýst, meðan kalda dagsljósið fellir inn gjøgnum gluggan, sum er uttanfyri myndina, og kastar ljós á bakgrund ella beint á myndaevnið, alt eftir hvar fotografurin velur at standa.

Kanska vil hann eisini siga okkurt serstakt, til dømis undir eini søguligari vetrardrápsmynd úr víkingatíðini, sum norski Nils Berglien (1853-1928) málaði í 1898, meðan løtan darrar í sekundinum og sleppur at liggja leingi á, tí politikarin er hugsunarsamur frammanfyri útvarpsmikrofonini. Hetta er álvarsamt og krevur umhugsni, tí ábyrgdin er so stór, at sjálvt ervaljósið úr tungu loftslampuni er slókt, tí gerandisljósið brýtur sær veg inn frá vinstru og niður á køldu borðplátuna. Ein lagnustund.


Løgtingsstjórin, sum vit síggja úr erva, er hugsunarsamur, kanska í døpurhuga, og vónleysu málningarnir á bakvegginum gera ikki byrðuna lættari at bera, hvussu ljósir og organiskir veggir og gólv eru. Eygnabráð, hendur og beinstøða undirstrika løtuna.


Ymiskt er, hvussu ymsu floksumboðini hepnast at verða fangaði og sett inn í myndakarmin, men Sambandsflokkurin er tann einasti, sum bjóðar kvinnum inn í myndina, eisini úr øðrum flokkum. Ein sjáldsama væleydnað positioning hjá Sambandsflokkinum. Hóast tvær almennar nevndir eru settar við fimtan umboðum, skrivarum og varalimum at tryggja eina kynsjavnari luttøku í lands- og kommunupolitikki, er støðan katastrofal og munandi verri nú enn á løgtingsvalinum undan. Her hevur eingin gjøgnumslagskraft verið hjá nevndunum, sum ikki tykjast hava neyðuga førleikan at flyta fastfryst viðurskifti.


Ymiskt er eisini, hvussu glógvandi eygu, høka, nøs og rukkur í pannu kunnu fangast og haldast føst í løtuni, sum myndatólið tók og goymdi til ævigar tíðir. Tá innlagda søgan er unikk og ikki til at taka feil av, so er bara at bíða eftir rætta ljósinum, stilla inn og taka. So er søgan, næstan ein kærleikssøga, bundin millum fotografin og myndaevnið. Til okkum at njóta.


At politikarar eisini hava eitt morgunhjarta av gulli kann ganga fram úr journalistiskum myndareportasjum sum hesari hjá Bjarna. Higartil eru Fólkafloksmenn teir bjartastu, millum annað hesir, sum møtast í heitum ljósi í køkinum at skifta orð um eitthvørt gott og stuttligt. Vónin um at smákøkurnar eru góðar, hon er í hvussu er bjørt og góð, meðan bíðað verður. Ljóskeldan, og heita andlitið mitt fyri, sigur okkum tað.