Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 1998

Hesaferð skreiddi Birgir av breytini

Jákup Fróði Djurhuus, lesarabræv, Dimmalætting 20. mars 1998 Tann til tíðir so frálíka útvarpssendingin hjá Birgiri Kruse, Vetrarbreytin, hevði ein serstakliga undarligan og patenttjóðskaparligan vinkul nú mánakvøldið. Til høvið hevði Birgir funnið sær tveir burðardyggar meiningsleverandørar, nevniliga Jonhard Mikkelsen, studentaskúlalærara og bókaútgevara, og Jóanes Nielsen, rithøvund og viðmerkjara. Veruligi spurningurin, settur bleiv, var, um tað funnust nakrir »sambandsrithøvundar« (hvat tað so er), nú 50 ára haldið fyri heimastýrislógini liggur fyri framman. Jonhard Mikkelsen segði seg hava sett seg at telja, um tað funnust nakrir sambandsrithøvundar, og hann var komin til ta niðurstøðu, at tað fanst eingin. Jóanes Nielsen segði trupulleikan vera, at tað fanst einki andaligt yvirskot á tí bógnum til at fáast við list. Eitt sindur seinni ivaðist Jóanes, sum rættari er, um tað einasta og týdningarmesta grundarlagið at byggja á er tjóðskapurin og málið, og vísti á tey viðurskifti, su...

Kunningartøkni í fólkaskúlanum

Úr: Kunningartøkni í Fólkaskúlanum, álit mars 1998: 1 Inngangur 1.1 Kunningarsamfelagið Ásannast má, at við kunningartøkni – stytt KT – eru vit á veg inn í eitt broytt, annarleiðis samfelag enn tað, vit higartil hava havt, tað sokallaða kunningarsamfelagið. Tilbúgva vit okkum ikki til at liva í kunningarsamfelagnum, verða vit eftirbátar í mun til onnur samfeløg, sum vit skulu samskifta og samstarva við. Við nýggju tøknini verða skaptir aðrir møguleikar bæði samskiftisliga og framleiðsluliga; størri fleksibilitetur innan vinnulív og tænastu. Og sjálvandi eiga vit sum samfelag at taka hesar møguleikar til okkara, samstundis sum vit eisini eggja fólki til at taka hesar tøkniligu møguleikar við í teirra arbeiði, t.v.s. at vit í okkara egna samfelagi eisini duga at gera nýtslu av KT bæði innan útbúgving, framleiðslu og samskifti. Tað er torført at siga, hvørji fakligu førleikakrøvini verða í samfelagnum um 10 ár, nú vitanarnøgdin økist nógv skjótari enn frammanundan. Men tað slepst ikki utt...